hósdagur 1. september 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 165 - 1. september 2005
11
Steinbjørn Hardlei
Um vit vilja samfelagsligan
og vinnuligan framburð í
Føroyum, so kann tað hugs-
ast at vera skilagott at
hyggja aðrastaðni kring
heimin at leita okkum eyð-
kenni við samfeløg og
vinnur, ið hava framburð og
standa seg væl.
Eyðkenni fyri samfeløg
og vinnur, ið hava framburð
og standa seg sera væl í
altjóða kapping eru:
• Evnini at undrast, og seta
spurningar til tað verandi
- tað sum er
• Fjølbroytni og ymiskleiki
Tá ið fjølbroytni og ymisk-
leikin hittast antin í einum
samfelag ella innanhýsis í
einari fyritøku, hendir í
høvuðsheitum
eitt
av
tveimum:
1) Tað verður undrast og
spurgt inn til ymisk-
leikan fyri at skilja hann
betur
og
møguliga
skilja seg sjálvan betur,
ella
2) Tað verður kveistra til
viks beinanvegin og
skýrt ikki nýtiligt í hes-
um samfelag og/ella
fyritøku.
Um tað føroyska samfelag-
ið og tær føroysku fyritøk-
urnar av einari ella aðrari
orsøk ikki vilja fjølbroytni
og ymiskleika, og ei heldur
vilja skapa eitt umhvørvi
har evnini at undrast á tað
verandi verður virðismett,
so er tað sjálvandi eitt val
sum stendur frítt at velja.
Ongin ivi er tó um, at eitt
tílíkt val er eitt afturhalds-
val, og forðar fyri føroysk-
um framburði og altjóða
kappingarføri. Hetta er ikki
ein trúðarspurningur, men
ein búskaparligur veruleiki.
Hví fremur tað framburð
og altjóða kappingarføri at
vit í Føroyum megna og
tora at undrast við tað sum
er?
Um vit ikki hava evnini
at undrast á tað sum er, og
seta spurningar sum: Hví
gera vit soleiðis? Kunnu vit
gera hetta ella hitt á ein
annan hátt? Ella um vit
skipa okkum øðrvísi, ella
royna at skilja tað sum er
annaleiðis og hýsa tí - vil
tað so skapa eitt meirvirði
fyri samfelagið og/ella
vinnufyritøkuna? Ja so
megna vit ikki tær neyðugu
tillagingarnar, og broyting-
arnar, ið krevjast fyri at
standa seg í altjóða kapp-
ingini um framburð.
Veruleikin er at jú meira
ymisk og fjølbroytt vit eru,
jú ríkari verður myndin av
møguleikum og hugskotum
til hvussu vit gera tað før-
oyska samfelagið og vinnu-
lívið betri og meira kapp-
ingarført. Tað er júst í ym-
iskleikanum og í tí fjøl-
broytta at hugflogið og ný-
hugsanin nørist og mennist.
Vit hava eina sterka
mentan í Føroyum, og nógv
orka verður løgd í at varð-
veita og styrkja hesa enn
meira. Men kann tað hugs-
ast at hetta júst er stóra
forðingin fyri framburði í
Føroyum?
Kann tað hugsast at
væntandi fjølbroytni og
ymiskleiki í Føroyum gera
okkum ótrygg tá ið vit
møta hesum fólki, ið eru
øðrvísi enn vit, antin tað
eru fólk, ið hoyra einari
aðrari tjóð og mentan til,
ella tað eru føroyingar, ið
eru annaleiðis ella koma
við nýggjum og øðrvísi ætl-
anum? Kann tað hugsast at
vera ein orsøk til at vit ikki
eru so góð til altjóðagerð-
ina, tí vit óttast at taka upp
sambond við samfeløg og
vinnur, ið hoyra aðrar
mentanir og hugsanir til?
Vandi er jú fyri at vit verða
ávirkaðið og "órógvað" í
okkara
grundleggjandi
hugsan, atburði og mentan!
Spurningurin er: Vilja vit
í Føroyum veruliga nýhugs-
an og framburð? Vita vit í
Føroyum hvat hesi fínu orð
sum framburður, innovatión
(nýhugsan), og visión veru-
liga merkja fyri okkara sam-
felag í dag, og eru vit tilreið-
ar at fara tann vegin?
Tey sum vilja tað sum er
hoyrast hart og týðiliga.
Men eg undrist á hvar hini
eru, ið halda at eitt sam-
felag, ið hevur evnini at
undrast á tað sum er, bygt á
fjølbroytni og ymiskleikan,
er eitt gott samfelag, og eitt
virðisskapandi samfelag.
Við ikki at luttaka í kjakin-
um um framburð í Føroy-
um stuðla tit tí sum er, og
tað er helst grundleggjandi
orsøkin til at hesi fínu orð
bert eru, og framhaldandi
verða bert fín orð.
Grundleggjandi spurn-
ingurin, ið hvør einstakur
føroyingur eigur at seta sær,
er tí: Hvat fyri samfelag vil
eg liva og virka í? Hvussu
eri eg, við mínari hugsan og
mínum atburði, við til
ávikavist at stuðla og forða
hesum samfelag at gerast
veruleiki?
Johan Dahl
Ein sera viðkomandi spurn-
ingur fyri vinnuna og Før-
oya fólk sum heild, sum vit
eiga at taka upp og viðgera
skjótast.
• Eigur mál okkara ikki
verða at skapað bestu for-
treytir og bestu livilíkindi
fyri øll sum búleikast her
á klettunum?
• Eigur okkara mál ikki
verða, at blíva ein partur
av eini eind, har multi-
lateral átøk, demokrati,
umhvørvi, fríhandil – har
vørur, tænastur, kapitalur
og arbeiðsmegi virka frítt
millum limalondini
• Eiga vit ikki at verða
partur av einum felags-
skapi, har mannarættur
og altjóða lógarverk,
samráðingar
og
“at
brenna fyri sakini”, verða
sett í hásæti, heldur enn
at lata vápnini talað sítt
óhugnaliga mál.
Tað er tað Evropa, sum vit
síggja vaksa og mennast og
sum alsamt ger sína ávirkan
galdandi á altjóða pallin-
um. Vit kunnu so velja at
verða passivir áskoðarar
ella ein aktivur viðspælari,
við tí sum okkara fólk og
samfelag nú einaferð kann
luttaka og veita í hesum ex-
clusiva klubba av londum.
Eiga vit sum eru vald av
fólkinum til at leiða hetta
landið, ikki eisini gera okk-
ara borgarum og vinnulívið
tann beina at kannað møgu-
leikarnar fyri limaskapi í
heimsins mest exclusiva
klubba??
- har allar handilsligar
barrierur innan felags-
skapin eru niðurtiknar og
har fari er nógv longur á
hesum øki enn nakað
annað handilssamtak er.
- Har umhvørvisligir og
sosialir arbeiðsstandardir
eru hægri enn hjá nøkr-
um øðrum felagsskapi
- Har fíggjarligu reglu-
gerðirnar/ krøvini til
limalondini eru strangari,
enn tey hjá t.d. FED í
Amerika og sentralbank-
anum í Japan
Og ikki at gloyma :
- Standardin fyri fólkaræð-
inum er á høgum støði
- Mannarættindi og vernd
av minnilutum eru settar í
hásæti .
- Reglugerðir og lógarverk
í ES er í mongum førum
blivið til Globalar stand-
ardir.
Eigur ikki at verða gjørt
til ein spurning um
Ríkisfelagsskap ella
Fullveldi
Tað eigur ikki at verða
spurningurin um Ríkisfe-
lagsskap ella fullveldið,
sum avgerð, um vit vilja
gerast limir í ES ella ei.
Spurningar sum eiga at
verða viðgjørdir og avklár-
aðir eru m.a.:
- Fyrimunir og vansar við
at fara inn sum ein ríkis-
felagsskaps-partur
- Hvussu fáa vit gjørt
okkara ávirkan galdandi
- Hvussu kunnu vit verða
best hoyrdir og virka
undir hesi skipan
- Fyrimunir og vansar við
at fara inn sum sjálv-
støðugt ríkið – vilja vit
t.d. fáa størri, - minni -
ella somu ávirkan, sum í
ríkisfelagsskapinum.
- Kunnu vit yvirhøvur ger-
ast limir sum fullveldis-
ríki, havandi í huga fíggj-
arligu krøvini hjá ES til
limaskapin?
Eg meti at fyri okkum, sum
ikki limur í ES felagsskap-
inum og partur av ríkinum,
snýr tað seg um at fáa tað
mesta og tað besta burturúr
okkara ríkisfelagsskapi og
málrættað – eisini á fólka-
tingi arbeiða fyri at menna
okkara samstarv eisini við
ES og harvið skapa okkum
møguleikar bæði vinnuliga,
mentanarliga, í gransk-
ingar- og utbúgvingarhøpi
og á mongum øðrum økjum
við.
Hvat kann EFTA
geva okkum ?
EFTA limaskapur er tað
sum hevur verið mest
frammi í tosinum í sam-
band við Vision 2015 -
hetta ivaleyst orsakað av, at
hvørki Javnaðarflokkurin
ella Fólkaflokkurin torað at
taka ES spurningin uppá
tunguna, hóast hesin er
tann mest nærliggjandi at
hyggja at, og fáa við-
gjørdan, so vit sum samfe-
lag kunnu mennast og
koma eitt stig víðari á
leiðini.
Tað sýnist sum um “be-
rørings- angistin” við stóru
verð er trupulleikin.
Hvat kann EFTA geva
okkum sum ES ikki kann ?
- ALS ONKI !!
Við at fara inn í EFTA
fáa vit t.d. ikki tey 4 fræls-
ini , - verða ikki við í EBS
og hvat er so eftir ?
Jú, - tað sum eftir er eru
nakrir fríhandilssáttmálar
við lond sum vit lítið og
onki hava at gera við í dag,
men sum vit kanska kundu
fingið samhandil við.
Eg havi ikki kannað tað,
men meti at ES man hava
eins góðar um ikki betur
avtalur við eisini hesi og
onnur lond.
Noreg, Ísland og ES
Tað er onki dulsmál at
Noreg dúgliga fríggjar til
ES og vil hava optimala
marknaðaratgongd.
Teir
vilja ivaleyst royna at býta
seg til slíka við góðum
vinnuligum agnið til ES.
Ísland somuleiðis er eis-
ini við at hugsað seg um og
vil eisini innan fá ár síggja í
eyguni, at ringt verður at
verða uttanfyri hendan fína
klubban av limalondum við
einum sterkum búskapi og
stórari keypiorku.
Og eftir sita so vit lítlu
Føroyar og vilja hava alt , -
men vilja onki geva frá
okkum fyri at fáa meira, -
ein
heldur
margháttlig
støða at verða í hjá einum
landi, sum vil verða heim-
sins besta stað at livað ár
2015.
Vit velja heldur at verða
eftirbátur og velja ein fe-
lagsskap “from the past”
heldur enn framtíðarlima-
skapin, sum er ES.
Ein hypotetiskur møguleiki
er at :
• T.d. "policy"-fólk í No-
regi longu nú aftanfyri
leiktjøldini umhugsa at
"selja" teirra fiskivinnu
fyri at koma í ES ,tí aðrar
vinnur vilja verða partur
av ES har størri menn-
ingarpotentiali er
• At íslendingar hugsað á
sama hátt, - við tað at
teir í verandi stund virka
og vinna víða um í
Evropa og aðrastaðni í
øðrum vinnum enn fiski-
vinnuni og harvið hava
tann breiða fótin at
standa á.
Mótvegis Noregi,- sum
ivaleyst fíggjarliga kann
tola at fara inn í dagsins
ES- fiskivinnuskipan, hetta
fyri at uppnáa ávirkan og
fáa nýggjar møguleikar í
øðrum vinnum, so kundu
smá lond sum vit og Ísland
kanska víst til regiónskon-
septið, sum vinnur alt
meira fram í ES.
Hvør veit, um vit ikki
kunnu yvirtala ES at síggja
tað sum ein politiskan fyri-
mun (og kanska fíggjar-
ligan eisini), á summum
økjum ella regiónum, at
lata fiskivinnuna regio-
nalisera, so vit framvegis
kunnu hava framíhjárætt og
ræði á tilfeinginum í okkara
havøki?
Er fiskivinnan veruligi
trupulleikin við ES
limaskapinum?
Fiskivinnupolitikkurin
sigst verða okkara trupul-
leiki og tað er hann kanska
til eitt vist , - men tað er
ikki allur trupulleikin. Ein
hugburðsbroyting má eisini
til.
Hvør sigur, at vit ikki
vildu fingið meira burturúr
okkara fiskivinnu bæði á
nær- og fjarleiðum um vit
vóru limir í ES ?
Hyggi at hvussu lima-
londini í ES virkað innan
fiskivinnuna - tey flestu av
teimum stóru reiðaríunum
eru á fjarleiðum, keypa sær
kvotur og rættindi, stuðlað
av ES , - og tey liva væl av
hesum.
Hví hugsað vit sum sam-
felag og vinnulív ikki eitt
sindur størri ?
Hví eru vit t.d ikki í
Marokko, Mauritania, An-
gola, Chile, Malaysia og
aðrastaðni og veiða? Bæði
Íslendingar, Hollendarar,
Írar og Skotar eru á hesum
støðum,- men vit, jú vit
hava nokk við okkara egnu
heimaleiðir, nokk við at
verja okkara 120.000 tons
av botnfiski.
Vit eiga at leggja nalva-
skoðanina, um at vit eru
heimsins bestu innan fiski-
vinnu og hava heimsins
bestu fiskimenn, á hillina
og komið víðari, - kanska
kundu vit eisini lært nakað
av øðrum, hvør veit ?
EFTA ELLA ES??
EFTA:
Eg meti ikki at vit skulu
nýta kreftir uppá at koma í
EFTA/ EBS - um vit satsa
uppá menning.
Orsøkirnar eru fleiri:
1.limaskapur í EFTA/EBS
kann undir ongum um-
støðum geva meira enn
verandi lond hava fingið
og gjalda fyri uttan við
ávirkan.
2.EFTA/EBS er vorðið eitt
bíðirúm fyri lond ið fyri-
reika seg at fara heilt inn
í ES við tí ,sum tað vil
kosta og geva.
3.Tí vit so skulu stríðast
eitt tvey-frontskríggj við
ES øðrumegin, fyri at
halda lív í avoldaðu skip-
an okkara við ES, og
hinumegin stríðast fyri at
blíva limur í einum fe-
lagsskapi
"from
the
past".
Allarhægst
kundi
tað
verið nýtt sum upphiting
til samráðingar til innlim-
an í ES, - men tað eru dýrir
venjingartímar, sum væl
kundu verið betri brúktir.
ES:
ES–limaskapurin er fram-
tíðin fyri Føroyar. Við ES-
limaskapinum røkka vit
eisini málunum, at gerast
heimsins besta land at livað
í ár 2015, eins og tann
menning og tað vinnuliga
fjølbroytni vit leita eftir vil
koma sum ein “spin off”
effekt av ES limaskapinum
- tá eru allar dyr út í tann
globaliseraða heimin opnar
fyri okkum.
Hyggið bert at Írlandi -
hvat gjørdi Írland til størsta
vakstrarøki í Evropa - tað
gjørdi ES limaskapurin.
Framburður og evnini at undrast á tað sum er
Hví umhugsa ES heldur enn ein EFTA limaskap?