Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. september 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 165 - 1. september 2005 Í dag, hósdagin 1. septemb- er, eru tað 40 ár síðani, at Ólavur Thomsen varð settur í skrivstovustarv hjá Føroya Bjór í Klaksvík. Alla tíðina síðani 1. sep- tember í 1965 hevur Ólavur verið bókhaldari á bryggja- rínum og arbeitt saman við fyrst Einari Waag eldra og síðani synum hansara - Einari og Heina Waag. Hóast Føroya Bjór í dag framleiðir væl meiri, enn teir gjørdu fyri fjøruti árum síðani, so hava teir hildið umsitingina á sama støði. Tað vóru 4-5 fólk á skriv- stovuni, tá ið Ólavur kom í starv har, og manningin telur framvegis sama talið. Fyri fjøruti árum síðani var skrivstovan í kjallaranum í sethúsunum hjá Einari Waag. Dánjal Nielsen hevði kontór sunnanfyri lítlu gongina, norðanfyri sótu Anna Petersen, sála, ein genta og Ólavur og inn- an fyri hjá teimum var skrivstovan hjá Einari. Tøknfrøðin hevur borið so mangar broytingar við sær. Ikki minst innan brygging og eisini í bók- haldinum. Nógvu tey fyrstu árini eftir, at Ólavur varð settur í starv, varð bókað og fakturerað og lønarútrokn- að við hond. Í bryggingini hava tøknfrøðisligar til- laðingar støðugt verið gjørdar. Fyri einum 25 árum síðani var Føroya Bjór millum fyrstu fyritøk- urnar, sum so spakuliga fór at automatiserað arbeiðs- gongdirnar á skrivstovuni, og nú hava teldurnar yvirtikið so ógvuliga nógv. Í 1988 flutti umsitingin niðan um vegin í húsini, har tey framvegis halda til. Ólavur er partur av býarmyndini. Á súkklu fer hann um morgnarnar av Biskupsstøð, leggur at á Posthúsinum, og so gongur leiðin út á Fornagarðar. Ólavur Thomsen er klaksvíkingur. Hann er føddur grundlógardag í 1942. Foreldrini vóru Ebba, ættað frammi úr Garði í Svínoy, og Andreas Thom- sen, lærari, sum var úr Gøtu. Hann er næstyngstur og eigur fýra systrar - Sólvá og Katrin, sum búgva í Klaksvík, og Torgerð og Marita, sum búgva niðri. Ólavur vaks upp í grannalagnum hjá gamla Kjølbro, og hann fekk um endan á fjóstíðini hjá Kjøl- bro. Ólavur var á Køb- mandshvile háskúlanum veturin 1961-62. Kjølbro heilsølan í tí líkinum, sum hon framvegis er kend, sá dagsins ljós í 1961. Árið eftir fór Ólavur á skrivstov- una har. Umframt heilsølu- virksemi var avgreiðslan hjá Pride og Skipafelagnum undir somu lon, og ábyrgd- armenninir vóru Torry Lindberg og Petur Andreas- sen, sáli. 1964-65 var Ólav- ur á Gjaldstovuni, har Steingrím Joensen var leið- ari, og seinastu fjøruti árini hevur hann verið á Føroya Bjór. Inntil fyri ikki so nógv- um árum síðani syrgdi Før- oya Bjór sjálvt fyri flutn- inginum av øli og sodavatni millum oyggjarnar. Teir høvdu skip til hetta, sum vórðu nevnd Føroya Bjór. Tað síðsta var gamla Viðoy. Teir plagdu eisini at gera túrar yvir á Reyðafjørðin og til Skotlands eftir lambskroppum og seyðar- høvdum. Ólavur hevur góða sjónátúr, og hann plagdi ofta at vera við á hesum túrunum sum kokk- ur. Ivaleyst er Ólavur kring landið best kendur sum verjuspælari á tiltikna 66 liðnum hjá KÍ. Í 1957 byrj- aði hann á dreingjaliðnum. Tvey ár seinni royndi hann seg fyrstu ferð á besta lið- num, og har var hann inntil í 1973. Hann bar orð fyri at vera ógvuliga treiskur og skilagóður, og hann var góður í høvuðspælinum. Ólavur spældi seks ferðir á landsliðnum. Fyrsti dyst- urin var móti Hetlandi í 1963, og tann síðsti var móti Hetlandi í 1969, tá ið Ólavur var liðformaður. Andreas, pápi Ólav, var ein av forsprákarunum, tá ið Gøtu Ítróttarfelag var stovnað í 1926. Ólavur lut- tók eisini í nevndararbeiði í KÍ. Umframt í KÍ nevndini var hann eisini limur í ser- ligu nevndini, sum í seksti árunum við John Reid Bjartalíð, sála, sum odda- manni royndi at fáa ítrótt- arhøllina í Klaksvík bygda. Í sjeyti árunum var hann limur í stadion nevndini hjá býráðnum. Sum drongur og unglingi var hann SNP skóti, og hann hevur eisini verið í Skt. Jørunds gildi. Í august í 1965 giftist Ólavur við Jancy, fødd Sigurðsson, og ættað úr Klaksvík. Tey eiga fýra døtrar - Elsebeth, Hanna og Ingunn búgva í Klaksvík, og Anja býr niðri. Í frítíðini dámar Ólavi væl at putlast uttanfyri húsini á Kjalar- vegi og at vera á floti, og hann er framvegis KÍ stuð- ul. Hann er innkrevjari, og leygardagar, tá ið abba- børnini umboða felagið hjá honum, telist hann millum teirra, sum fylgja væl við. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Ólavur Thomsen 40 ár á Føroya Bjór Tá Jutta andaðist 19. juni í ár, var hon næstan 82 ár. Hon giftist við Sigurð Heinesen, lærara úr Leirvík, í 1951 og fingu tey genturnar Sáru og Sigrun. Tá eg var barn, vóru Jutta og eg grannar á Vágsheygnum. Nøkur ár búðu tey norðuri á Gørðum, men seinri fluttu tey niðan aftur til barnaheimið á Vágsheygnum, har hon kom at passa aldrandi mammu sína, sum var einsa- møll. Í yngri árum var hon í handli úti í Klakks- vík, har sum kongligi handilin helt til, og so var hon eisini á skrivstovuni í handlinum hjá "Kal" ( J. Michael Jacobsen). Seinri árini hava vit kenst best frá Heima- virkinum í Klakksvík, har hon hevur verið ein av berandi kreftunum. Tá Heimavirkið byrj- aði, var spátt at tað kom ikki at vera lív lagað meiri enn 10 ár, tí tað mesta av arbeiðinum er sjálvboðið. Tá tað fylti 20 ár, var Jutta so stolt, at hon ordnaði fyri, at vit skuldu hátíð- arhalda dagin við veitslu. Sjálv var hon í handlinum í mong ár, men seinri árini var hon forkvinna í nevndini, líka til fyri einum góðum ári síðani. Jutta hevði nógvar eginleikar, men serliga í tveimum førum. Hon hevði eitt ótrúligt minni og eina sera vakra hondskrift, og so dugdi hon eisini at orða seg og stava, so tað var ein sjálvfylgja, at hon hevði uppgávuna sum skrivari í nevnd- ini. Jutta gekk sjúk eitt heilt ár við brotnum armi, men hóast tað var hon við til hvønn einasta fund hjá Heimavirkinum. At henni dámdi væl at vera uppií sást, tá vit seinasta heyst funnu uppá at hava køkutombola. Sjálv ringdi hon til limirnar at biðja um vinningar, og fekk hon stóra undirtøku við hesum. Sjálv var hon ein av teimum ídnastu uppi í søluni. Hetta við at hjálpa og at arbeiða fyri onki hevði hon ikki frá fremmandum. Sigga mamma hennara plagdi at bjóða okkum gentunum inn til sín at gera hondarbeiði til frama fyri ellisheim (nú heimið undir Heygnum). Hetta var í hálvtrýssunum. Sigga stóð og gjørdi brússukur, meðan vit bundu. Juttu dámdi sera væl at vera har, sum fólk var. Hon spældi bridge, til hon var langt uppi í 70 árunum. Eg spurdi ein av bridgespælar- anum, um Jutta dugdi væl at spæla, og, jú, hon dugdi væl. "Amerikanararnir siga, at tann, sum spælir bridge blívur ikki býttur", segði hann. Hon fylgdi væl við í øllum til tað síðsta. Nú hon var sjúk, nakrar vikur áðrenn hon doyði, tosaði eg við eina konu í tele- fonuni á Heimavirkinum, og spurdi hon eftir Juttu, hvussu hon hevði tað. Eg svaraði, at hon hevði tað ikki so gott. At nú var hon ússalig, men meðan eg standi og sigi hetta, kemur Jutta so fín og hábærslig úr einum bili uttan fyri Heimavirkið og kemur inn í gongina. Tað er skýmligt inni í handlinum, so hon sær meg ikki standa, men eg síggi hana. Hon fer uppá loftið, har sum tey sita og spæla bridge. Har vóru millum annað íslendingar úr Kópavági, meini eg, sum hon hevði verið í Íslandi og spælt bridge saman við. Nú Jutta er farin, kemur mangt fram frá Vágsheygnum. Tað var so væl ímillum húsini har rundan um, og myndir havi eg, sum Janhild systir hennara hevur tikið á trappuni hjá teimum. Sjálv var eg í brúdleyp hjá Sigurð og Juttu, og síggi eg framvgis hetta vakra og majestetiska parið fyri mær. Saknurin hjá tykkkum døtrunum Sáru og Sigrun eigur at vera stórur, og ikki minni hjá ommubørnunum, sum hon var so góð við. Versynunum var hon so stolt av, og vóru teir eisini so góðir við hana. Vit á Heimavirkinum vilja minnast hana við tøkk, og ynskja at Harrin skal styrkja tykkum í komandi tíð. Maria Til minnis um Juttu Heinesen fødd 31. august 1923 Dagurin 1. september. Aigidius, deyður ár 720. Hann var ættaður úr Athen og kom sum pílagrímur til Arles í Fraklandi, har hann í einum skógi nær- hendis fekk sær einbýli í einari holu. Fólk høvdu við orði, so guðrøkin hann var, og kongur gav honum loyvi til at byggja eitt kleystur. Sjálvur var hann fyrsti abbatin, og eftir deyða hansara vitjaðu pílagrímar næstan líka so nógv í Arles sum í Róm ella Santiago de Compo- stela. 80 ára føðingar- dagur Í dag, 1. september, fyllir Poul Danielsen, Tórshavn 80 ár. Tey, ið vilja heilsa uppá Poul, eru vælkomin í Horna- húsið fríggjadagin 9. september millum kl. 15.00-19.00.