hósdagur 1. september 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 165 - 1. september 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Karolina Johannesen, Tvøroyri, andaðist týs-
dagin 30. august, 87 ára gomul. Jarðarferðin verð-
ur úr Tvøroyrar kirkju leygardagin 3. september
klokkan 13.00. Sungið verður úr sálmabókini. Tey,
ið vilja minnast Karolinu kunnu lata Missións-
húsinum á Tvøroyri eina gávu. Konta í Føroya
Banka.
Jóhanna Kristina Maria Olsen, vanliga nevnd
Kitty, Vestmanna, búsitandi í Valby, andaðist
leygardagin 27. august, 97 ára gomul.
Kórseting verður frá Søndermarkens Kremator-
ium mikudagin 31. august klokkan 10.
Andlát og jarðarferðir
Í dag, hósdagin 1. septemb-
er, verður Liss Rasmussen í
Runavík 75 ár. Hon hevur í
meiri enn eina hálva øld
búð í Runavík, har hon er
partur av býarmyndini, og
har hon hevur verið eygna-
vitni til stóru menningina,
sum hevur verið í hesum
økinum hetta skeiðið.
Liss er ættað av Toftum.
Hon er yngst av teimum
seks børnunum hjá Sannu
og Andreasi Hansen í Túni.
Eftir á lívi eru Karolina
Petersen og Liss.
Liss giftist í 1951 við
Rósing, sum er ættaður úr
Søldarfirði. Tey búsettust
við Løkin í Runavík, og tey
fingu seks børn: Anna
(1953), Bogi (1958), Beinta
(1960),
Ingun
(1962),
Rógvi (1963) og Gudny
(1967). Anna býr í Keyp-
mannahavn, Bogi, Ingun,
Rógvi og Gudny í Runavík
og
Beinta
í
Havnini.
Ommubørnini eru tjúgu og
langommubørnini fýra.
Rósing hevði í nógv ár
stóra fyritøku, sum seldi
bilar og hevði bilverkstað.
Heimið var har teir nú
byggja áskoðaraskýli við
fótbóltsvøllin. Familjurnar
eru stórar, og tað er
vinaskarin eisini. Nógv
fólk vitjaði á gátt, og Liss
var húsbestýrarinda og tók
væl ímóti føroyingum og
útlendingum og ungum og
meiri tilkomnum.
Fyri einum seytjan árum
síðani vórðu húsini seld
kommununi, sum hevði
brúk fyri økinum. Liss og
Rósing bygdu nýggj hús
omanfyri Ellisheimið, og
har búgva tey framvegis.
Yngsti sonurin eigur nú
húsini, og tey bæði hava
íbúð í kjallaranum.
Liss hevur altíð verið
sera fyrikomandi og løtt í
sinninum. Hon hevur verið
áhugað í øllum tí, sum
hevur gingið fyri seg rund-
an um hana, og tað er hon
framvegis. Eingin dugir
betur at siga frá og fáa tey,
sum lurta, at liva seg inn í
hendingarnar, sum sagt
verður frá, enn Liss ger tað.
Hóast hon nú hevur rokk-
ið 75, so er Liss framvegis
virkin. Tað kemur meiri
enn so fyri, at hon veitir
eina hjálpandi hond í
Zarepta, og tað er ikki so
langt síðani, at hon var í
Íslandi og hjálpti til í barna-
legunum í Ástjørn.
Liss og Rósing hava ver-
ið drúgv og trúgv í Berøa í
Saltangará. Tey seinnu árini
hevur hjálpararbeiðið í
Rumenia
verið
serlig
hjartasøk hjá teimum báð-
um. Nú munnu tað vera ein
13 ár síðani, at Rósing
fyrstu ferð fór eystureftir í
hjálparveitingarørindum.
Síðani tá hevur hon saman
við øðrum verið óteljandi
ferðir í Rumenia, og Liss
hevur ofta verið saman við
honum.
Teinurin aftur og fram er
hvørja ferðina 6-7 túsund
kilometrar, men tað er ikki
nakar trupulleiki. Ferðirnar
tykjast at vera balsam fyri
bæði likam og sál hjá teim-
um báðum, og felagsskap-
urin millum tey, sum lut-
taka á hesum ferðunum, er
ógvuliga góður. Tey hava
hitt eina rúgvu av fólki
eystanfyri, og vinaskarðin
er nógv øktur.
Føðingardagin er Liss
burturstødd.
Liss Rasmussen 75 ár
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri vitjanir, gávur og blómur
á 70 ára føðingardegi mínum 04.04.05.
Bestu heilsanir
John Rasmussen
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum gleddust
saman við okkum á gullbrúdleypsdegi
okkara 28.05.05.
Tøkk til tykkum øll, sum møttu upp at syngja
fyri okkum á morgni. Tøkk fyri gávur,
blómur og tey mongu fjarritini. Tøkk til
tykkum, sum gjørdu løtuna í Bygdarhúsinum
á Strondum hugnaliga.
Heilsan
Margit og John
Týsdagin 30. august læt
Sofus Poulsen listamaður
upp eina málningafram-
sýning í sínum egna galla-
ríi, A La Prima Gallery, í
Bringsnagøtu 5 í Havn.
Á framsýningini eru 37
nýggj listaverk. Myndaevn-
ini fevna frá samtíðarlist til
siðbundnar landslagsmynd-
ir.
Framsýningin er opin til
og við sunnudagin 4. sep-
tember, allar dagar frá kl.
13-18.
Sofus Poulsen, listamaður:
Framsýning í egnum gallaríi
Sofus Poulsen listamaður hevur listaframsýning í sínum egna gallaríi, A La Prima Gallery, við 37 nýggjum listaverkum
Mynd: Álvur Haraldsen