Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. september 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 165 • hósdagur • 1. september 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Róðu undir heimsmetið Sunnunáttina verður Katrin Olsen partur av HM-finalu í kappróðri KAPPRÓÐUR Jákup Mørk Danskir fýrarin hjá kvinnum, har føroyska Katrin Olsen er partur av manningini, vann seg í nátt fram í HM-finaluna. Hetta hendi, tá tær í sínum innleiðandi umfari róðu málið í eini tíð, sum var skjótari enn heimsmetið. Tíverri hevði kanadiski báturin í hinum umfarin róð teinin enn skjótari, og tí kann Katrin ikki siga seg hava heimsmetið - í øllum førum ikki enn. Saman við Kanada er Danmark nevnliga einasta landið, sum higartil hevur vunnið seg beinleiðis í finaluna. Í vikuni verða so restina av finaluluttakar- unum funnir, og sunnunáttina kl. 3.30. Eisini Sigrid Svartá er partur av donsku manning- ini. Hon er eykamaður á fýraranum, og hartil hevur hon róð einsamøll. Her gjørdist hon aftast í sínum innleiðandi bólki, og í morgin skal hon so rógva upp- samlingsróður. NM í talvi: Føroyavinurin Tiger Hillarp Persson á odda Stórmeistarin Tiger Hillarp Persson, úr Svøríki, vann týsdagin á Heina Olsen í Norðurlendska Meistara- heitinum í talvi fyri einstaklingar, sum í hesum døg- um verður telvað í Vammala í Finlandi. Samstundis tryggjaði hann sær oddasessin í kappiningini eftir at 7 umfør eru telvd. Tiger H. Persson er ikki ókendur í føroyskum talvhøpi. Umframt at búgva í Føroyum eitt tíðarskeið, hevur hann í fleiri umførum telvað í føroysku landskappingi fyri Kollafjarðar Talvfelag. Áhugaverd gongd út frá einum føroyskum sjónar- horni. Hans Kristian Simonsen gjørdist aftur í dag ov stuttur, hóast støðan var greitt til hansara fyrimuns stóran part av talvinum. Mest óvæntaða úrslitið var óivað, at íslendarin Robert Hardarsson basti væltelv- andi dananum Nicolai V. Pedersen. Telvað verða 11 umfør, fram til 4. september, tá kappingin endar. Mikudagin verður ikki telvað. Til ber at fylgja talvunum beinleiðis á alnótini frá kl. 11.00 á morgni. Sí www.farochess.com Úrslitini týsdagin: Hardarsson - Pedersen 1-0 Hillarp Persson - Olsen 1-0 Agrest - Lie 0,5-0,5 Simonsen - Lehtinen 0-1 Nybak - Thorfinnsson 1-0 Sammalvuo - Tjomsland 1-0 Støðan eftir 7. umfar: Navn Styrkistal Stig: GM Tiger H. Persson (Svøríki) (2511) 6,0 GM Evgeny Agrest (Svøríki) (2592) 5,5 IM Nicolai V. Pedersen (Danmark) (2488) 5,0 GM Tomi Nybak (Finland) (2571) 5,0 IM Tapani Sammalvuo (Finland) (2441) 3,5 IM Heikki Lehtinen (Finland) (2402) 3,5 FM Heini Olsen (Føroyar) (2325) 3,0 FM Robert Hardarsson (Ísland) (2361) 3,0 Espen Lie (Noreg) (2300) 3,0 Stig Tjomsland (Noreg) (2257) 2,5 IM Bragi Thorfinnsson (Ísland) (2448) 2,5 Hans Kristian Simonsen (Føroyar) (2305) 0,5 Forsetin fyri Ítróttar- sambandi Føroya sigur klokkuklárt, at eingin avtala verður gjørd um rættindin til føroyskan ítrótt, utt- an at allar ítróttar- greinar eru við FRÁSØGURÆTTINDI Jákup Mørk - Tað kemur ikki upp á tal, at ÍSF ger ein sáttmála um rættindi at siga frá føroysk- um ítrótti, uttan at FSF er við. Somikið avgjørdur er Heðin Mortensen, forseti í ÍSF, nú tað er komið fram, at Fótbóltssambandið í løt- uni ikki hevur hug at ganga undir kollektivu avtaluna um ítróttarfrásagnir við Kringvarpið, sum nú skal endurnýggjast. Í blaðnum í gjár førdi Jógvan Jespersen, stjóri í Kringvarpinum, fram, at um FSF ikki vildi vera við í samráðingunum, so var tað teirra mál. Og at Kring- varpið framvegis er í sam- ráðingum við ÍSF um rætt- indini til at senda. Ein støða, sum Heðin Morten- sen á ongan hátt er samdur í. - Eg kann bara siga tað soleiðis, at tá ÍSF fer til samráðingarnar, so verður tað sum ein maður. Enn er okkara samráðingarupp- legg ikki endaliga liðugt, men hetta kemur fyri á stjórnarfundi í september mánaði, og tá hesin er av, vita vit nágreinuliga, hvørji krøv verða sett, og um ella hvar vit kunnu slaka í hes- um, sigur hann. Greið krøv um rættindi Støðan hjá júst FSF er íkomin, tí Kringvarpið ikki vil nýta heiti á sponsorum, tá teir viðgera ítróttarhend- ingar. Nakað sum hevur havt við sær, at eitt nú Formula-deildin bara eitur BestaDeildin í Út- og Sjón- varpinum. Spurdur, hvørt krøvini, sum ÍSF fer at seta í eini komandi avtalu, eisini koma at innibera navna- rættindi til deildirnar, sigur Heðin, at tað fær hann enn ikki svarað fyri. - Nú mugu vit sjálvandi fyrst fáa samansjóva upp- leggið til sáttmálan, men tað er sjálvandi væl hugs- andi, at hetta verður ein partur hesum. Og í øllum førum má eg siga, at eg ikki rættiliga skilji hasa mót- støðuna, tá tey samstundis for glatt vekk siga bæði SAS-liga og Landsbanka- deild og annað. - Annars kann eg leggja afturat, at tað ikki so øgi- liga nógv eru pengarnir, sum eru knúturin í samráð- ingunum. Hyggur tú bara at upphæddini, so kanst tú kanska siga, at ítrótturin selir seg bíliga, men hjá okkum snýr tað seg minst líka nógv um rættindi. Ikki minst á tann hátt, at vit vilja hava breiddina í ítróttini fram, soleiðis at eisini smærru ítróttargreinarnar hava krav upp á profilering. - Og í hesum er tað sjálvsagt, at vit á ongan hátt kunnu lata partarnar fara í hvør sína ætt í sjálvdrátti. Vit mugu standa sum ein maður innan ítróttina, og tað ætla vit eisini at gera í hesum føri. Men um at síggja til fast- læsta støðan ikki verður loyst. Er alternativið so, at eingin ítróttur verður í Út- ella Sjónvarpinum? - Antin tað, ella at aðrar rásir møguliga koma inn. Fyri okkum hevur tað týdn- ing, at ítrótturin verður profileraður. Um rásin so eitur ÚF, Rás2, Lindin ella okkurt heilt annað er ikki tað, sum hevur størsta týdningin, staðfestir hann. Kundu samstarvað um veddingar- avtaluna Ein partur av frágreiðingini hjá Jógvani Jespersen í málinum um sponsor-nøvn var eisini, at ÍSF í síni tíð fekk donsku Tipstænastuna inn á føroyska marknaðin. Ein støða, sum hevur máað av inntøkugrundarlagnum hjá stovninum, og sum við hansara orðum »var ein støða, sum vit mugu fyri- halda okkum til« Men júst hendan partin tykist Heðin Mortensen ikki hava nakran serligan hug at gera viðmerkingar til. - Eg kann bara siga, at ítrótturin eins og øll onnur roynir at vinna sær inntøkur av ymsum slag. Og avtalan við Tipstænastuna inniber, at vit fáa eina inntøku upp á einar seks mió kr. um árið. Teimum pengunum hava vit so sanniliga brúk fyri, og eg vóni ikki, at nakar fær ilt av tí. - Og annars kann eg upp- lýsa, at vit í síni tíð tosaðu við bæði Út- og Sjónvarp um samstarsvmøguleikar í hesum, men tí var so ikki áhugi fyri, sigur Heðin. ÍSF-forsetin sigur, at í nógv størri mun enn pengar, eru tað rættindi av ymsum slag hjá ítróttini, sum viga mest, nú tosað verður um nýggjan sáttmála Eingin sáttmáli uttanum fótbóltin veitst tú ikki tað?