hósdagur 1. september 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 165 - 1. september 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Menningarlond keypa
vápn úr USA
Nýggj hagtøl hjá amerikonsku kongressini vísa, at
umleið 60 prosent av øllum vápnum, sum USA selir,
fara til lond í triðja heiminum. Talan er um at kalla øll
vápnasløg so sum stríðsvognar, flogfør, rakettir og
kavbátar.
Búskaparligir trupulleikar ymsastaðni hava gjørt,
at amerikanska vápnasølan er minkað tey seinastu
árini. Í 2000 seldu amerikanarar vápn fyri slakar 300
milliardir krónur, men í fjør var talið niðan fyri 270
milliardir. Av hesum keyptu menningarlondini fyri
góðar 65 milliardir krónur, og tey størstu keypara-
londini í fjør vóru Kina, Egyptaland og India. Menn
onnur lond keyptu eisini amerikanska hernaðar-
útgerð. Eitt nú keypti Taiwan radaraskipanir, Brail og
Ísrael keyptu tyrlur, og lond sum Oman og Pakistan
keyptu ymisk vápn.
Sambært tølunum hjá kongressini keypa menning-
arlondini 42 prosent av sínum vápnum úr USA, og
hesin handilin er vaksin serliga nógv síðani Flógva-
kríggið í 1991, sigur kongressin.
Ken skal svara
Tann umstríddi borgarstjórin í London, Ken Living-
stone, er enn eina ferð vorðin umrøðuevni í fjølmiðl-
unum.
Hesaferð skal hann til avhoyringar, tí hann hevur
borið ein jødiskan tíðindamann saman við fangavørð
í teimum nazistisku týningarlegunum undir seinna
heimsbardaga. Løgfrøðingar í Bretlandi siga, at
málið kann enda við, at Livingstone missir rættin at
røkja almenn arbeiði í fimm ár, men tí kann hann
sleppa undan, um hann alment viðgongur, at hann
leyp framav.
Tilburðurin, sum málið snýr seg um, var undir
einari móttøku fyri samkyndum í London herfyri.
Undir móttøkuni spurdi tíðindamaðurin Oliver Fine-
gold borgarstjóran, hvat hann helt um tey samkyndu.
Livingstone svaraði við at spyrja tíðindamannin, um
hann var týskur krígsbrotsmaður. Tá tíðindamaðurin
svaraði, at hann var jødi, segði Livingstone:
– Tú ert júst sum ein fangavørður í einari týningar-
legu. Tú gert hetta, tí tú fært pengar afturfyri, ikki so?
Grið 60 ár ov seint
Fyri 60 árum síðani bleiv svarta kvinnan Lena Baker
avrættað í elektriska stólinum í amerikanska statinum
Georgia, tí hon hevði skotið ein hvítan mann. Sjálv
helt Lena Baker uppá, at hon var ósek, og at hon
hevði skotið mannin í sjálvverju. Fyrradagin fekk
hon viðhald – 60 ár ov seint.
Lena Baker tænti hjá tí hvíta E. B. Knight. Hon
vildi sleppa frá honum, men hann læsti hana inni og
hótti við at drepa hana, um hon rýmdi. Í rættinum
greiddi hon frá, at ein dagin leyp maðurin ímóti henni
við einari jarnstong í hondini. Hon hevði ikki annað í
at velja enn at verja seg, so hon tók byrsuna og skjeyt
hann.
Í rættinum kom málið fyri eitt nevningating. Allir
nevningarnir vóru hvítir, og teir gjørdu av at døma
hana til deyða fyri tilætlað morð. Tann 5. mars í 1945
bleiv Lena Baker sett í tann elektriska stólin. Hon er
tann einasta kvinnan í Georgia, sum er avrættað í
elektriska stólinum.
Stór flóðalda tók teir
Indisku systkinabørnini Altaf Patet og Sahaj Yusuf
fingu ein rættiligan hvøkk, tá teir nú um dagarnar
fóru á eina rundferð í suðurafrikanska býnum Cape
Town.
Teir gjørdu av at fara oman í havnina í Kalk Bay at
hyggja seg um, men brádliga kom ein ovurstór flóð-
alda og tók teir. Men eydnan var við teimum, tí nakrir
fiskimenn høvdu sæð, hvat var hent, og tað eydnaðist
teimum at bjarga teimum báðum ferðamonnunum.
Altaf Patet og Sahaj Yusuf greiddu frá, at teir
høvdu ikki varnast eitt skelti, sum ávarar fólk ímóti
flóðaldunum, men sambært bjargingartænastuni
høvdu fiskimenninir ávarað teir, áðrenn teir fóru
oman í havnina.
Bjargingarliðini
royna at bjarga
teimum, sum eru á
lívi, men tey hava
hvørki stundir ella
umstøður til at taka
sær av teimum deyðu
ÓDN
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Eingin veit, hvussu mong
mannalív ódnin »Katrina«
kravdi, tá hon herjaði
amerikonsku suðurstatirn-
ar. Myndugleikarnir søgdu
í gjár, at í Biloxi-økinum í
Mississippi vóru umleið 80
fólk vóru funnin deyð, men
Haley Barbour, guvernørur,
segði seg bera ótta fyri, at
tað veruliga talið er uttan
iva nógv størri.
Í New Orleans stríddust
bjargingarlið, løgreglan og
tjóðarhirðín við at bjarga
fólki, sum høvdu leitað sær
skjól uppi á húsatekjum og
aðrastaðni.
Fyrradagin
vórðu umleið 1200 fólk
bjargað við tyrlum, og í
gjár tóku tyrlur og bjarg-
ingarbátar fleiri túsund fólk
upp. Eingin veit, hvussu
mong eru deyð í New
Orleans, men myndugleik-
arnir stúra fyri, at eisini har
kunnu fleiri hundrað hava
latið lív.
Bjargingarliðini leggja
seg eftir at bjarga teimum,
sum eru á lívi. Reuters
skrivaði í gjár, at bjarging-
arliðini hava hvørki stundir
ella útgerð til at taka sær av
teimum deyðu. Koma teir
fram á eini hús, har fólk
liggja deyð inni, verður
reyð máling smurd upp á
húsini, og so heldur leiting-
in fram í teimum næstu
húsunum.
Í gjár vóru bjargingar-
liðini framvegis ikki slopp-
in til fleiri øki fram við
sjálvari strondini, tí alt
lendið stendur undir í vatni.
Umleið 80 prosent av
New Orleans standa undir í
vatni, og vatnið bara veks-
ur, tí hol er komið á byrg-
ingina við Pontchartrain-
vatnið. Holið var umleið 60
metrar langt, og í gjár
royndu serfrøðingar hjá
amerikanska herinum at
tetta tað. Bjargingarliðini
siga, at summastaðni í
býnum stendur vatnið fleiri
metrar oman fyri gøturnar,
og nógvastaðni koma bara
húsatekjurnar undan.
Samstundis bendir alt á,
at »Katrina« er tann dýrasta
ódnin, sum nakrantíð hevur
herjað USA. Í gjár mettu
tryggingarfeløgini, at ódnin
hevur gjørt skaða fyri einar
26 milliardir dollarar.
Tað er heldur eingin ivi
um, at »Katrina« er tann
ódnin, sum hevur kravt
flest mannalív í USA. Tá
»Camille« herjaði Missis-
sippi í 1969, doyðu 256
fólk, men alt bendir á, at
talið hesaferð er størri og
kanska væl størri.
Tann irakska greinin
av yvirgangsfelags-
skapinum ætlar at
søkja at málum í
Evropa
YVIRGANGUR
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Amerikanska
tíðarritið
Time vil vera við, at Abu
Musab al-Zarqawi stendur
á odda fyri bólkinum, sum
fyrireikar seg til at søkja at
málum í Evropa. Blaðið
sigur seg hava tíðindini frá
einari evropeiskari fregnar-
tænastu.
Sambært kelduni skal al-
Zarqawi hava havt fund við
bólkar í Turkalandi, eins og
hann skal hava havt fund
við deildir hjá al-Qaeda í
Irak. Harafturat skal hann
hava fylgt við, hvussu
menn verða vandir til
atsóknirnar í Evropa.
Tann
kendi
franski
yvirgangsserfrøðingurin
Roland Jacquard sigur við
Time, at vandi er fyri, at
óvandir bólkar í Evropa fáa
samband við væl vandar og
royndar bólkar hjá al-
Qaeda, og at teir lata seg
ávirka av monnum sum al-
Zarqawi.
Abu Musab al-Zarqawi,
sum er ættaður úr Jordan,
verður hildin at hava skipað
fyri ófriðinum í Irak, og
amerikanararnir hava lovað
at gjalda 20 milliónir krón-
ur í finningarløn, verður
hann avdúkaður.
Helst fleiri hundrað deyð
Al-Qaeda fyrireikar álop í Evropa
Nógvastaðni í New Orleans er so nógv vatn í gøtunum, at bara húsatekjurnar koma undan