fríggjadagur 2. september 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 166 - 2. september 2005
21
Pedagogur/
hjálparfólk
til Dagrøktarskipanina
í Nes kommunu
Til dagrøktarskipanina, sum er normerað til 65
pláss, søkist eftir 1 pedagogi/hjálparfólki at
arbeiða 20 tímar um vikuna, at byrja 01.11.2005.
Søkir eingin pedagogur, verður hjálparfólk sett í
staðin.
Vit ynskja
• Tú hevur royndir innan dagrøktarøkið
• Kann arbeiða sjálvstøðugt
• Er virkin, røktin og hevur lætt við at samstarva
• At tú hevur hug og áræði at skapa umstøður,
har børnini gleðast, trívast og mennast.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda-
gogfelag og FKA.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Katrin Poulsen, dagrøktarleiðara, tlf. 448462/
218462.
Umsóknir saman við prógvum og møguligum
viðmælum skulu vera Nes kommunu í hendi í
seinasta lagi 19.09.2005 kl. 12.00.
Nes kommuna
Skrivstovufólk
til bókhald
Uppgávur hjá E|Roknskapur Sp/f eru í støðugum
vøkstri, og í hesum sambandi verður søkt eftir ein-
um starvsfólki til eitt hálvtíðarstarv (8-12) innan
skrivstovu- og bókhaldsarbeiði. Arbeiðsuppgávur-
nar fevna um m.a.:
• Bókhald
• Avstemman/uppgerð
• Samskifti við kundar o.fl.
• Ymisk skrivstovuarbeiði
Dentur verður lagdur á, at umsøkjarar kunnu
arbeiða sjálvstøðugt, hava kunnleika til líknandi
arbeiði og hava gott innlit í at arbeiða við teldum
og bókhaldsskipanum.
Møguleiki er fyri at starvssetanin seinni kann verða
longd til fulltíðarstarv.
Løn verður ásett eftir nærri avtalu.
Skrivlig umsókn við lýsing av starvsroyndum, út-
búgvingum vm.skal vera E|Roknskapur Sp/f,Dr.Jac-
obsensgøta 18,1.hædd,Potboks 313,110 Tórshavn
í hendi í seinasta lagi 12. september 2005. Meira
fæst at vita um strarvið við at seta seg í samband
við Eyðun Mortensen á tlf. 522570.
E|Roknskapur Sp/f
E|Roknskapur Sp/f er ein fyritøka,ið veitir tænastur og ráðgeving
innan roknskap, skatt, fyrisiting, bókhald, fíggjarmál vm. Okkara
kundar umboða eitt breitt úrval innan føroysku vinnugreinirnar.