Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. september 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 167 - 3. september 2005 Fríggjadagin, 3. sep- tember kl. 16.00, letur Hansina Iversen, listakvinna, upp framsýning í Leika- lund. Við á framsýn- ingini eru 17 nýggj verk LISTAFRAMSÝNING Hansina Iversen málar ab- strakt. Við stórum strokum og fínum litum skapar hon hugvekjandi, ofta heilt stórar myndir, á einum tekniskt sera høgum støði. Myndirnar hjá Hansinu lata áskoðaran fáa lut í einum egnum innara alheimi, har tú kanst droyma teg burtur eina løtu. Smærri málningar Málningarnir, ið Hansina sýnir fram í Leikalund, eru smærri enn teir, vit annars kenna hana fyri. Hetta kemst av, at at tað ikki ber so væl til at hanga heilt stórar málningar upp í gomlu handilshølunum í Leikalund. Hetta tekur Hansina tí sum eina av- bjóðing. - Vanliga arbeiði eg við stórum løriftum. Pensla- strokini fevna longur enn ein favn, og bera kenslu av fysiskum rørslum. Smáu løriftini hava at byrja við lyndi til at konsentrera seg um høvdið, men sum frá- líður, søkkur hugaheimurin inn í myndaevni, og støddin hevur ikki so stóran týdn- ing longur, sigur Hansina um nýggju verkini, sum verða sýnd fram í Leika- lund. Drúgvar royndir Hansina Iversen er fødd 1966 í Tórshavn, og hon hevur holla útbúgving inn- an list og drúgvar royndir sum listakvinna. Frá 1989 - 93 varð hon á Listaháskúla Íslands og frá 1993 - 97 á Listaháskúla Finlands í Helsinki. Hansina hevur havt egnar framsýningar í Danmørk, Finlandi og á Listasavni Føroya. Harafturat hevur hon luttikið á mongun fram- sýningum í Íslandi, Fin- landi, Danmørk, Franka- ríkið,Týsklandi, Sviaríki og Litaua. Í 2000 luttók Hans- ina á Várframsýningini á Charlottenborg. Verk eftir Hansinu Iversen eru millum annað at síggja á Listasavni Føroya. Framsýningin í Leikalund er opin allan september mánaða. Leikalund hevur opið soleiðis: Mánadag - fríggjdag: 10.00-23.00 Leygardag: 10.00-13.00 og 19.00-23.00 Sunnudag: 19.00-23.00 ave Hansina í Leikalund KOMMUNULÆKNI Hans Pauli Strøm, lands- stýrismaður í almanna- og heilsumálum hevur sett Sigrid Nónsgjógv, lækna í starv sum kommunulækni í Sandoyar Læknadømi. Sigrid Nónsgjógv, sum er 50 ára gomul, er út- búgving lækni og fekk serlæknaviðurkenning innan almen medisin í 1999. Sigrid Nónsgjógv hevur fyri tað mesta starvast uttanlands, men hevur tó í fleiri umførum starvast sum avloysari fyri komm- unulæknar ymsa staðni í Føroyum. Sigrid tekur við starv- inum mánadagin. Nú eru tveir kommunulæknar á Sandi