leygardagur 3. september 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 167 - 3. september 2005
31
SAMRØÐA
Dagny Joensen
Hann er ungur lítillátur maður,
sum í stuttum vendingum roynir
at lýsa sín veruleika, so sum
hann nú einaferð er, tá ein er
samkyndur.
Albert Johannessen er 32 ára
gamal og útbúgvin á Fiskivinnu-
skúlanum í Vestmanna í 1992.
Hann hevur arbeitt á smolt- og
alibrúkinum á Norðtoftum, har
hann eisini býr heima hjá for-
eldrunum.
Í frítíðini er hann saman við
sínum vinfólkum og stuttleikar
sær sum ungfólk flest. Bert er
ein munur: Albert er samkyndur,
men tað heldur hann ikki hevur
verið nakar trupulleiki í felags-
lívinum hjá sær.
Vinfólkini vita, hvør hann er
og hvat hann stendur fyri. Tað
hevur hann ongantíð dult fyri
teimum. Tey, sum góðtaka at
hann er samkyndur, hava einki
ímóti at tosa við hann um tað.
Hvat hini halda, sum ikki gera
viðmerkingar til hansara serligu
persónligu viðurskifti, veit hann
ikki, men heldur, at møguliga or-
søkin er, at tey eru ímóti sam-
kyndum.
– Tað er meira ein trupulleiki
hjá teimum. Tað fái eg einki gjørt
við, sigur Albert Johannesen.
Í farnu viku var Albert Jo-
hannessen á ráðstevnu, sum fe-
lagið fyri ung og lesandi sam-
kynd "Bogin" skipaði fyri, sam-
an við ANSO felagskapinum.
Bogin er felagsskapur, sum varð
stovnaður 28 mai í ár, og Albert
er næstformaður. Umframt henda
felagsskapin fyri samkynd er eis-
ini "Friðarbogin", sum varð
stovnaður í 2002, og har er
Albert eisini nevndarlimur.
Ráðstevnan undir heitinum
"Kanariefuglar í kolanáminum"
viðgjørdi viðurskiftini hjá sam-
kyndum, teirra livihátt, triva og
heilsu, sum serfrøðingar á yms-
um økjum hildu fyrilestrar um,
eins og kjakast varð um evnini
aftaná.
Hevur ongantíð
hugt eftir gentum
– Nær vart tú greiður yvir at tú
vart samkyndur?
– Eg dugi ikki at staðfesta
nakað tíðarskeið ella ár. Bert tað,
at eg við árunum fann útav, at
tað fyri mítt viðkomandi var bara
soleiðis. Eg havi ongantíð hugt
eftir gentum, sigur Albert og
brosar varisliga.
– Hví er tað so umráðandi at
gera vart við tey samkyndu?
– Tað er neyðugt, fyri at vit
kunnu fáa somu rættindi og hini
í samfelagnum. Tað ger tað sama
um hini vita tað ella ikki. Tað er
ikki tann stóri munurin.
– Hvussu ávirkar tað títt lív í
gerandisdegnum?
– Sjálvur haldi eg ikki, at tað
ávirkar mítt lív stórvegis. Eg livi
sum onnur flest, við arbeiði og
frítíð og tílíkum, sum ungdóm-
urin fæst við.
Tilsaman búgva eini 500 fólk í
Hvannasunds Kommunu.
– Er tað ikki torført at búgva á
smáplássi, tá ein er samkyndur?
– Nei, tað haldi eg ikki. Tá tú
altíð hevur búð har og ert vanur
við at umgangast bygdafólkini,
er tað eingin trupulleiki, sigur
Albert og situr tigandi lítla løtu:
– Sjálvandi kann tað vera eitt
sindur einsligt við hvørt, men tá
hevur tú internetið, ber til at fáa
samband við onnur samkynd.
Tað bøtir um støðuna, sigur
Albert, sum ikki veit um nøkur
støð eru, har samkynd hittast -
undantikið í Havnini.
Av og á frættist, at samkynd
hittast á ávísum stað, men tá til
stykkis kemur, møtir eingin upp.
Hann veit ikki hví so er statt,
men gitir at samkynd ikki tora at
geva seg til kennar.
Vilja góðtakast sum
minniluti
– Er tað ikki ein persónlig av-
gerð, um samkynd alment skulu
játta sín sexualitet?
– Orsøkin til at samkynd noyð-
ast at standa fram, er av tí at vit
eru ein minniluti, sum eingi rætt-
indi hava. Tað er neyðugt at gera
vart við. Onnur gera tað, ið
hvussu er, ikki fyri okkum, sigur
Albert Johannessen.
– Á ráðstevnuni í Norður-
landahúsinum vóru 23 útlendsk
umboð, sum lýstu umstøður og
rættindi hjá samkyndum aðra-
staðni. Tað var sera áhugavert hjá
okkum føroyingum at frætta, ser-
liga tí álopini frá politikararum
og átrúnabólkum herheima eru
so ágangandi, sigur Albert Jo-
hannesen.
– Hvat var ætlanin við hesi
ráðstevnu?
– Tað var m.a. at gera vart við
okkara støðu í Føroyum, og at
frætta hvussu onnur samkynd
liva og virka. Harnæst fingu vit
gjørt vart við, at vit eru til og at
vit eiga verða góðtikin á jøvnum
føti við øðrum minnilutabólkum.
– Tað er umráðandi í hesum
samfelag, av tí at fólk hava so
nógv ímóti okkum, sigur Albert
Johannessen.
Hann vísir á, at tað eru nógvir
aðrir minnilutar í samfelagnum,
sum verða góðtiknir, og setir
spurnartekin við, um annar
minniluti enn tey samkyndu vóru
álopin av átrúnabólkum og
politikararum, hevði samfelagið
helst ikki góðtikið tað.
Kunnu einki gera við
álopini
– Hví lata tit tað um tykkum
ganga, uttan at mótmæla?
– Tað er einki grundarlag fyri
at fara í hernað ímóti teimum,
sum soleiðis leypa á okkum tí
teir ikki góðtaka samkynd. Tað
fáa vit einki gjørt við.
– Eg hugsi, at tað er meira
átrokandi at fáa tey hóvligu í
talu, um nakað munagott skal
spyrjast burtur úr, sigur Albert
Johannessen.
Hann er elsti sonur av fýra
systkum, sum góðtaka at hann
er samkyndur. Hann hevur tosað
við mammu sína, og hon hevur
einki at siga til tað. Hinvegin,
hevur hann ikki tosað við pápa
sín, sum er sjómaður, um hetta.
– Systkini hjá mær, sum øll
búgva uttanlands, hava øðrvísi
fatan av mínari støðu, av tí at tað
er einki óvanligt er at vera sam-
kyndur í teimum londum, har tey
búgva. Serliga nógv havi eg
tosað við lítlasystur mína. Vit
bæði kunnu tosa um alt, og hon
stuðlar mær eins og mamma og
hini systkini og vinfólkini hjá
mær.
– Hvat er neyðugt, fyri at bøta
um viðurskiftini hjá samkyndum
í Føroyum?
– Tað er neyðugt at broyta
hugburð til samkynd her á landi,
soleiðis, at vit verða góðkend
sum samfelagsbólkur á jøvnum
føti við aðrar. Vit vilja bert
sleppa at vera til og fáa politisku
skipanina at gera lógarbroyting-
ar, á sama hátt sum gjørt verður
fyri onnur í samfelagnum, sigur
Albert Johannessen og leggur
aftrat: – Tað var áhugavert at
frætta á ráðstevnuni, hvussu
langt tey samkyndu í Íslandi eru
komin áleiðis. Bert eftir 25 árum
eru tey samkyndu góðtikin sum
samfelagsbólkur, og hava somu
rættindi sum hini. Har verður
tosað um at geva teimum sam-
kyndu loyvi at giftast í kirkjuni.
Brúka Bíbliunar læru
sum best ber til
– Skal tað eisini verða loyvt í
Føroyum?
– Hví ikki, tá vit vilja hava
somu rættindi og onnur? Hví
brúkar Jenis og hinir Bíbliuna
ímóti okkum, og ikki móti
øðrum borgarum?
– Um alt í Bíbliuni skal takast
bókstaviliga í dag, so er tað so
nógv annað enn samkynd, ið ikki
átti at verið góðtikið, men sum
átrúnabólkar og politikarar lata
eyguni aftur fyri. Tað er ikki bert
tey samkyndu at fílast á, sigur
Albert Johannesen og heldur, at
tað er nógv fyri í einum demo-
kratiskum samfelag, at politik-
arar fáa tingsess, aftur fyri at
leypa á ein minnilutabólk.
– Hvat sipar tú til?
– Slíkir politikarar noyðast at
finna sær fíggindar, fyri at fáa
fólk at geva sær atkvøður. Annar
trupulleiki er, at politikarar á
smáplássum ikki tora at góðtaka
samkynd, tí vandi er fyri, at við-
komandi ikki verður afturvaldur.
– Um vit fáa lógarbroyting á
hesum øki, og verða góðkend
sum ein minniluti í samfelag-
num, dettur hesin trupulleiki
burtur av sær sjálvum, sigur
Albert.
Hann er eitt sindur vónsvikin
av, at ikki fleiri samkynd komu á
ráðstevnuna.
Hóast hann var til staðar allar
dagarnar ráðstevnan var, komu
bert fáir samkyndir persónar,
sum búgva í Føroyum á stevn-
una. Hann veit ikki, hví samkynd
eru so bangin fyri at koma fram,
og heldur, at tað er júst tað, sum
gevur mótstøðufólkunum vind í
seglini.
– Ein orsøk til at so fá møtti
upp, kann vera, at ráðstevnan var
lýst fyri lesandi, og kanska eisini
hon ikki var nóg væl lýst framm-
an undan. Hon var kortini al-
menn, og tí høvdu øll áhugað
atgongd, sigur Albert Johannes-
sen.
Álopini førdu til stuðul
Ráðstevnan endaði við stórfing-
nari skrúðgongu og røðum og
sangi í miðbýnum.
– Tað var hugtakandi at vera
við í skrúðgonguni, sum byrjaði í
Norðurlandahúsinum. Vit vóru
eini 100 í byrjanini, men so
hvørt sum vit komu vegin fram,
vóru kanska eini 200 - 250 fólk
tilsamans, umframt nógv fólk,
sum komu at lurta í miðbýnum.
– Á henda hátt kanst tú siga, at
øll álopini á okkum í bløðum og
loftmiðlunum hesa vikuna
gjørdi, at fólk sýndu okkum
størri stuðul, enn um álopini ikki
høvdu verið. Tað vísir best, at vit
kortini ikki standa einsamøll,
sum mótpartur okkara vil vera
við, sigur Albert.
– Fyri mær er tað heilt náttúr-
ligt at vera samkyndur. Tað er
kanska ein fyritreyt at tú góð-
tekur teg sjálvan, áðrenn hini
kunnu góðtaka teg. Tí er tað
eisini neyðugt, at vit sum per-
sónar gera vart við hesi viður-
skifti.
Framtíðarvónir?
– Fyrst og fremst vóni eg, at
vit í Føroyum kunnu góðtaka
samkynd, sum ein minniluta í
samfelagnum, á jøvnum føti við
aðrar í hesum landi. Harnæst
vóni eg at finna ein, sum eg
kann liva saman við, sigur Albert
Johannessen.
Politikarar kjósa sær fíggingar
fyri tingsess
- Tað er nógv fyri, at politikarar noyðast at finna sær fíggindar, fyri at fáa fólk
at geva sær atkvøður. Annar trupulleiki er, at politikarar á smáplássum ikki
tora at góðtaka samkynd, tí vandi er fyri, at viðkomandi ikki verður
afturvaldur, sigur Albert Johannessen, ein av fyriskiparnum á ráðstevnuni
fyri samkynd í Norðurlandahúsinum
– Tað er einki grundarlag fyri at fara í
hernað ímóti teimum, sum ikki góðtaka
samkynt. Tað fáa vit einki gjørt við. Eg
hugsi, at tað er meira átrokandi at fáa tey
hóvligu í talu, um nakað munagott skal
spyrjast burtur úr, sigur Albert Johannessen
”
– Sjálvandi kann tað vera eitt sindur
einsligt við hvørt, men tá hevur tú
internetið, ber til at fáa samband við
onnur samkynd.
”
– Systkini hjá mær, sum øll búgva uttan-
lands, hava øðrvísi fatan av mínari støðu,
av tí at tað er einki óvanligt er at vera
samkyndur í teimum londum, har tey
búgva.
”