mikudagur 7. september 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 169 - 7. september 2005
Hilmar Jan fekk láturin at runga
Leygarkvøldið var
skipað fyri Føroya
stuttligasta borðhaldi
í høllini á Giljanesi.
Átta fólk umboðandi
alt Føroyar kappaðust
um heitið sum Føroya
besti skemtari. Ikki
óvæntað vann Hilmar
Jan Hansen
SKEMT
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kr. Vang
Ikki færri enn 1100 fólk
høvdu leitað sær vestur í
Vágar leygarkvøldið, tá ið
skipað varð fyri Føroya
stuttligasta borðhaldi. Fyri-
skipararnir høvdu nógv
burtur úr at gera hølini so
hugnalig sum møguligt, og
tað var eydnast væl.
Á borðunum stóð føt við
breyði við føroyskum við-
skera, og lagið var gott á
teimum mongu fólkunum,
ið høvdu leitað sær vestur í
Vágar úr øllum landinum.
Ymiskt støði á
skemtarunum
Borðhaldið byrjaði um
áttatíðina, og tað var næst-
an beinan vegin, at fyrstu
skemtararnir fóru á pallin.
So hvørt sum borðhaldið
leið, komu teir átta skemt-
ararnir á pallin, og millum
framførslurnar hjá teimum
ymsu luttakarunum varð
skipað fyri felagssangi, har
gestirnir eitt nú fingu
møguleika at syngja fleiri
sangir, ið vóru yrktir til júst
hetta høvi.
Tað var ymiskt, hvussu
teir einstøku skemtararnir
kláraðu seg. Onkrir tóktust
eitt sindur meiri vanir við at
standa á palli framman fyri
stórari mannfjøld, meðan
tað hjá øðrum gekk eitt
sindur meiri trilvandi.
Tá ið klokkan nærkaðist
midnátt, høvdu allir teir
átta luttakararnir verið á
pallinum, og teir flestu
áhoyrararnir høvdu varhug-
an av, hvønn kappingin fór
at standa ímillum um heitið
sum Føroya stuttligasti.
Greiður vinnari
Tað tóktust øllum greitt, at
kappingin fór at standa
millum teir tríggjar Hilmar
Jan Hansen, Magna Poul-
sen og Hans Hjalta Skaale,
ið allir høvdu staðið seg
stak væl og veruliga fingið
láturin at runga í høllini.
Tað gekk ikki long tíð, so
kom úrslitið, ið teir tríggir
dómararnir, Torgerð Suð-
uroy, Egi Dam og Ólavur
Klakk, vóru komin til. Tor-
gerð Suðuroy kom á pallin
við úrslitinum, og hon
segði, at tað hevði verið
sera tætt millum nummar
tvey og trý, men nummar
tvey gjørdist Hans Hjalti
Skaale, meðan Magni Poul-
sen gjørdist nummar trý.
Nummar eitt gjørdist ikki
óvæntað Hilmar Jan Han-
sen, ið veruliga hevði fing-
ið lív í salin, tá ið hann kom
á pallin og gjørdi eina
parodi upp á Tobba.
Hilmar Jan bleiv heiðrað-
ur, sum tað sømir seg, og
tey 1100 fólkini hildu á við
at stuttleika sær til langt út
á náttina við góðum dansi.
Alt í alt eitt gott tiltak, sum
fólk tóku væl undir við, og
sum vónandi verður endur-
tikið.
Nógv var gjørt burtur úr at gera høllina so hugnaliga sum møguligt
Hans Hjalti Skaale gjørdist nummar tvey í kappingini
- Handan var góð
Magni Poulsen gjørdist
nummar trý