hósdagur 8. september 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 170 - 8. september 2005
Í morgin letur upp
helst størsta lista-
framsýningin nakran-
tíð í Føroyum, tá ið
framsýningin
"Smertens Blomst"
við verkum hjá navn-
frama norska lista-
manninum Edvard
Munch letur upp í
Listaskálanum
LISTAFRAMSÝNING
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Nógvar forvitnisligar lista-
framsýningar hava millum
ár og dag verið í Føroyum,
men
framsýningin
við
verkum Munchs er ivaleyst
tann størsta nakrantíð. Sera
strong trygdarkrøv eru í
sambandi við framsýning-
ina, og Listasavn Føroya
hevur gjørt stórar íløgur
fyri at lúka krøvini til trygd,
sum eru sett í sambandi við
framsýningina.
Gav íblástur til
Mikines
Í Listakálanum verða verk-
ini hjá Munch í løtuni
hongd upp og gjørd klár, og
tey koma at hanga kring
rúmið við verkum hjá mæta
føroyska málaranum Sámal
Joensen Mikines. Hetta er
heldur ikki av tilvild, tí tað
er eingin loyna, at Mikines
hevur fingið nógvan íblást-
ur frá Munch.
Mikines vitjaði í Oslo í
1937, og tá kom hann at
kenna verkini hjá norska
listamanninum, og tað er
sjón fyri søgn, at føroyski
málarin hevur fingið íblást-
ur frá Munch. Evni í verk-
unum hjá Munch ganga
aftur í fleiri av verkunum
hjá Mikines, og tað er ikki
frítt, at okkurt av verkunum
hjá teimum báðum lista-
monnunum líkjast.
Nógv eftirspurt
Framsýningin hjá Munch er
rættuliga forkunnug. Hon
hevur júst verið sýnd fram á
Museum for Religiøs Kunst
í Lemvig, sum Listasavn
Føroya samstarvar við.
Í hesum sambandi er
Dagmar Warming, savns-
leiðari á Museum for
Religiøs Kunst í Føroyum,
og gevur eina hond í ar-
beiðinum við at hanga
verkini upp.
Harafturat eru fólk frá
Fælleskonservering í Århus
í Føroyum, og tey hava
eftirlit við verkunum og
kanna eftir, at tey ikki hava
fingið nakran skaða undir
flutninginum til Føroya.
Áhugin fyri framsýning-
ini er eisini stórur, og nógv
listasøvn í til dømis Dan-
mark hava sýnt stóran
áhuga fyri framsýningini,
men tað eru bert nøkur fá
útvald, ið sleppa at hýsa
framsýningini. Til dømis
kemur framsýningin als
ikki til Keypmannahavnar,
hóast áhugin har er stórur,
sambært Dagmar Warming.
Trygdin
Sum áðurnevnt er trygdin
umfatandi í sambandi við
framsýningina, og hetta
setti eisini krøv til mynda-
tøkurnar, sum myndamaður
okkara gjørdi í Listasavn-
inum. Eitt nú bar ikki til at
avmynda kassarnar, sum
verða nýtt í sambandi við
flutning av verkunum, og
heldur ikki bar til at av-
mynda skipanina, ið verður
nýtt til at hanga verkini
upp.
Framsýningin við verk-
um Munchs er sjálvsagt
tryggjað,
men
hvussu
nógvar pengar, ið verkini
eru tryggjað fyri, vilja
hvørki Dorthe Warming
ella Helgi Fossádal, stjóri í
Listasavninum, siga nakað
um.
Tryggingarveitarin hevur
eisini sett nøkur krøv, og til
dømis hava væl bjálvaðu
kassarnir, ið hava verið
nýttir til flutningin, havt
nakrar sensorar ísettar, sum
hava mált, um kassarnir
hava verið úti fyri ógvus-
ligum ristingum.
Opin í nærum
tveir mánaðar
Føroyingar fáa høvi at
síggja verkini hjá Edvard
Munch frá fríggjadegnum
av, tá ið framsýningin al-
ment letur upp. Tað verður
norski konsulin í Danmark,
Ole Peter Kolby, sum setur
framsýningina.
Framsýningin, "Smertens
Blomst" , við verkum eftir
Edvard Munch verður opin
hvønn dag heilt fram til 30.
oktobur, so ikki kann sigast
annað, enn at føroyingar í
ríkiligt mát hava høvi til at
síggja hesi sera forvitnis-
ligu framsýning.
Størsta framsýning í søguni
Eitt tað kendasta verkið hjá
Edvard Munch, Madonna frá
1895, er júst pakkað upp í
Listasavninum. Her standa
tær báðar, Dagmar Warming
frá Museum for Religiøs
Kunst í Lemvig v.m., og
Dorthe Aggerholm frá
Fælleskonserveringen í Århus
við kenda verkinum.
Mynd: Jens Kr. Vang
Eitt av seinnu verkunum hjá Munch, Møde på stranden, ið er málað í tíðarskeiðinum 1933-35.
Mynd: Jens Kr. Vang