hósdagur 8. september 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 170 - 8. september 2005
Listasavnið verður liðugt í ár
Týsdagin varð enn
eitt stig tikið á leiðini
fram móti einum
listasavni á Sandi.
Økið er útgrivið, og
nú er forskallingin
komin uppá pláss á
økinum mitt í bygdini
LIST
Snorri Brend
Sandur:
Tað sum fyri
mong tóktist meiri sum eitt
gott hugskot, verður nú til
veruleika.
Tað kom fram fyrr í ár, at
heimasandsmaðurin Sofus
Olsen hevði í hyggju at lata
listarverk úr sínum egna
savni til eitt listasavn í føði-
bygdini.
Hetta málið hevði sum vera
man almennan áhuga, og fyri
kommununa á Sandi var hetta
eisini eitt mál, sum varð møtt
við opnum ørmum.
Í summar var so farið
undir at grava út fyri økin-
um miðskeiðis í bygdini, og
týsmorgunin kom so ein
stórur lastbilur við teirri
forskallingini, sum brúkast
skal til sjálvt stoypiar-
beiðið.
Heldur tíðarætlanin við
byggingini, so er ikki
óhugsandi, at hetta forkunn-
uga listasavnið fer at standa
liðugt áðrenn ársskiftið.
- Tað er so í øllum førum
ætlanin, sigur borgarstjórin,
Páll á Reynatúgvu við Sosi-
alin.
Kommunan fer sjálv at
lata 200.000 kr. í stuðli til
ætlanina, sum íalt fer at
liggja um 2 mió. kr.
Ljós høli
Sofus Olsen hevur áður
sagt, at hann hevur arbeitt
við hesi ætlanini í eini fimm
ár.
Hann ynskti nevniliga at
verða liðugur við allar fyri-
reikingarnar áðrenn hann
fór víðari við ætlanum sín-
um.
Sum skilst er ætlanin at
hetta listasavnið skal hýsa
málningum, harav fleiri
teirra eru eftir kend føroysk
listarfólk. Hetta er helst tað
mest forkunnuga privat-
savnið her á landi.
Savnið verður í tveimum
hæddum,
sum
verða
klæddar við viði eins og
ljósviðurskiftini verða góð.
Tað kemur at liggja mitt í
bygdini á einum grundøki,
sum Sofus sjálvur eigur.
Tað er byggifelagið Arti-
con, sum stendur fyri
arbeiðinum.
Fyrst savn – síðani
skúli
Borgarstjórin á Sandi fegn-
ast eisini um hetta savnið.
Hetta fer í fyrstu atløgu at
geva fólki møguleika at
síggja øll hesi verkini, og
síðani at geva listafólkum
møguleika at arbeiða undir
góðum umstøðum.
- Eg ivist tí onga løtu í, at
hetta listasavnið fer at hava
stóran týdning fyri mentan-
ina í okkara bygd, men
eisini fyri mentanina í allari
oynni, hevur hann áður sagt
við Sosialin.
Hetta verður samstundis
fyrsta veruliga listasavnið
uttanfyri høvuðsstaðin. Og
her verður eisini ein verk-
stova, har listarfólk fáa
møguleika at útfolda seg
við sínum gávum.
Hinvegin so er eisini
mong, sum vóna at lista-
savnið fer at birta upp undir
aftur tjakið um ætlaða lista-
skúlan á Sandoynni.
Menn hjá Articon eru komn-
ir við forskallingini til stoypi-
arbeiðið til nýggja listasavnið
á Sandi. Tað skal standa
liðugt í ár
Mynd: Jens Kr. Vang
Skopun: Hann er ein av
teimum ídnu, tá talan er um
at fara eftir havhestaung-
um. Og í góðveðrinum týs-
dagin var einki undantak í
so máta.
Salli Lognberg legði frá
landi við báti sínum fyrra-
partin, og passaði tað so-
leiðis við sjóarfallið, at
hann kundi vera aftur í
Skopun um tvey-tíðina.
Og tá teir løgdu at landi
aftur høvdu teir fingið 100
nátar.
sb.
100 uppá ein fyrrapart
Aftur í dag at landi við hópin av havhestaungum
Mynd: Jens Kr. Vang
Tørvur á
vinnuøki
Gøta: Á eyka bygdaráðs-
fundi í farnu viku samtykti
Gøtu bygdaráð, at fara
undir at dagføra ætlanirnar
á vinnuøkinum í Gøtudali.
Arbeiðið verður bjóðað
út í heyst, og er ætlanin at
fara undir vegagerð o.a.
fyrst í komandi ári.
- Áhugin fyri økinum
tykist
sera
stórur,
og
hongur hetta helst saman
við, at undirsjóðartunnilin
millum Eysturoynna og
Borðoynna verður liðugur
komandi ár, verður sagt frá
Gøtu kommunu. sb.