hósdagur 8. september 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 170 - 8. september 2005
5
Skulu vit hava skatta-
lætta og skulu vit
strika oljuavgjaldið?
Løgmaður vil ikki
siga eitt orð enn
FÍGGJARLÓGIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað ber ikki til at siga
nakað, fyrrenn vit eru
liðug.
Jóannes Eidesgaard, løg-
maður, vil ikki siga eitt orð
um skattalætta og oljuav-
gjald í sambandi við fíggj-
arlógina fyri næsta ár.
Tá ið samgongan tók við,
lovaði
hon
skattalætta
ígjøgnum alt valskeiðið. Og
nú oljan er farin upp í topp,
eru tað politikarar, sum eru
farnir at tosa um at lækka,
ella heilt at strika olju-
avgjaldið.
Eisini politikarar í sam-
gonguni hava sagt seg sinn-
aðar at endurskoða oljuav-
gjaldið og tað eru enntá
teir, sum halda, at tað er
rættast at trika skattalættan
komandi ár fyri at fíggja
eina lækking í oljuavgjald-
inum.
Jóannes Eidesgaard, løg-
maður, hevur onga við-
merking til hetta í løtuni.
– Vit arbeiða við fíggjar-
lógini og allir spurningar
verða endavendir. Men
onki er liðugt, fyrrenn alt er
liðugt og tí kann eg onki
siga
um
nakað,
sigur
løgmaður.
Vágbingar við góðum
hugskotum eiga at fáa
eitt skump frameftir
frá kommununi,
heldur býráðið
ÍVERKSETARASTUÐUL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Vágbingar, sum hava góð
hugskot til vinnuligar ætl-
anir, eiga at fáa eina hjálp-
andi hond frá kommununi.
Tað heldur Vágs Býráð.
À býráðsfundi týskvøldið
samtykti Vágs Býráð ein-
mælt at hereftir skal íverk-
setarastuðul latast til vágb-
ingar, sum hava góð hug-
skot til nýggjar, vinnuligar
ætlanir.
Hugskotið er eitt bein-
leiðis úrslit av arbeiðnum í
einum bólki, sum varð sett-
ur í sambandi við »Visjón
2010«, sum fór av bakka-
stokki fyrr í ár.
Í tí sambandi hevur ein
bólkur arbeitt við evninum
»vinnuráðgeving og íverk-
setarastuðul«
og
hesin
bólkurin hevur nú skotið
upp at kommunan letur
okkurt slag av íverksetara-
stuðuli til vágbingr, sum
hava hug at fara undir
nýggjar vinnur.
Býráðið í Vági tók so væl
undir við hugskotinum, at
tað varð einmælt samtykt.
Skipanin kemur tó ikki í
gildi fyrrenn í 2006, tí tá
kann býráðið seta pening
av til endamálið á fíggjar-
lógini.
Men skal ætlanin setast í
verk, krevst eisini góðkenn-
ing frá innlendismálaráðn-
um.
– Hetta er at blanda privat
vinnulív og kommunal við-
urskifti saman og tað kann
kommunan ikki gera uttan
víðari. Tí krevst góðkenn-
ing frá innlendismálaráðn-
um fyri at ætlanin skal
kunna setast í verk, sigur
Kirstin Strøm Bech, borg-
arstjóri.
Tað skilst kortini, at hetta
tiltakið hjá vágbingum er
innanfyri tað mark, sum
kommunur kunnu loyva
sær.
Samtyktin ber í sær, at
vágbingar, sum hava ætla
sær undir nýggjar vinnur,
kunnu søkja býráðið um
stuðul til ætlanina.
Umsóknin verður síðani
beind í fíggjarnevndina hjá
býráðnum, sum sostatt við-
gerð og avgreiðir hana og
ger av, um stuðul skal lat-
ast.
Tilsamans kann komm-
unan lata 5000 krónur í
stuðuli til hvørja verkætlan.
Stuðulin verður ikki út-
goldin. Hann kann bara
brúkast til at fíggja serkøna
ráðgeving fyri sum skal
gera tað lættari at koma
ígongd við ætlanina.
Býráðslimir hildu, at
hetta var eitt gott tiltak, tí
tað vísir seg mangan at vera
torført hjá fólki, sum hava
góð vinnulig hugskot, at
sleppa ígongd við ætlanini.
Men býráðið legði sam-
stundis dent á, at hesin
stuðulin verður bara latin til
nýggjar vinnur.
Hann verður sostatt ikki
latin til vinnur, sum longu
eru, ella til at endurreisa
gamlar fyritøkur.
Mett verður, at talan kann
verða
um
einar
5-10
umsóknir um árið.
Vilja hjálpa vágbingum
við góðum hugskotum
Løgmaður
sigur onki
Kommunan ætlar nú at stuðla vágbingum við góðum hugskotum