Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. september 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 170 - 8. september 2005 TÍÐINDASKRIV frá Reyða Krossi Føroya Reyði Krossur Føroya hev- ur fylgt við í arbeiðinum hjá Reyða Krossi í USA. Saman við hinum norð- urlendsku feløgunum. Semja er um, at tað í løtuni ikki skal setast nøkur innsavning í verk til hjálpararbeiði, men eru tað tó onkur í ynskir at hjálpa við peningi, ber til at senda hesar beinleiðis. Um hetta eru upplýsingar á heima- síðuni www.redcross.org Eisini ber til at flyta pening til eina konto hjá Reyða Krossi Føroya og viðmerkja »hjálp til USA«, so senda vit peningin víðari. Um hjálp annars ynskist úr norðanlondum, fáa vit seinri at vita, men 7 fólk frá Norsk Røde Kors eru farin at hjálpa við »logistik«, eftir ynski frá USA Tað eru fólk í Føroyum, sum hava verið órógvað, tí tey ikki frættu frá næstring- um í kreppurakta økinum. Til ber at eftirlýsa næstr- ingar á heimsíðuni www.familylinks.org, har upplýsingar eru um, hvussu tú skalt bera teg at, men minnist til, at tað er aftir- lýsarin, sum eisini skal av- lýsa, tá samband er fingið í lag. Í Dali eru bara 4 børn í skúlanum, tríggjar gentur og ein drongur SKÚLI Orð/mynd: Maria B Hansen Dalur: Vit tosaðu við tey og spurdu hvat tey plagdu at gera í fríkorterinum. Tey søgdu at tey plagdu at hoppa band, krita, súkkla, tekna og nógv annað. So sjálvt um tey bara eru 4 børn so hugna tey sær allíkavæl. Vit høvdu eisini eitt prát við lærarinnuna, og hon segði, at tað hava eisini verið minni enn bara fimm børn, og at tað onkutíð hava verið tvær gentur.Ø l l børnini hava somu stovu, frá fyrsta flokki til sætta flokk. Tá tey eru liðug í fimta flokki flyta tey til Meginskúlan á Sandi, har tey so ganga til 10. flokk. Øll børnini í einari stovu Her síggja vit børnini hoppa í fríkorterinum Reyði Krossur og ódnin Katrina MTV kvøld í REX Varandi høgir oljuprísir Terji í Café Natúr Fríggjakvøldið fara báðir føroysku MTV bólkarnir á pall í REX í Havn: Makrel, sum vunnu hyggjaraatkvøðurnar í MTV Samsung Nordic Unsigned, og The Dreams, sum í gjár komu víðari í annað umfar í sendirøðini "A Cut" sum gongur á MTV í løtuni. Makrel er júst komnir aftur av ferð síni til Nor- egs, har teir hava spælt á einum festivali og á onkrum spælistaði. Teir vóru eisini í upptøkuhøli og spældu eina nýggja fløgu inn. nud Í seinasta tíðindabrævi sínum sigur Kaupthing tað vera mest sannlíkt, at høgu oljuprísirnir eru komnir fyri at verða Bara í ár eru prísirnir á olju hækkaðir nærum 60%, og tó at ein partur av hesum kann stava frá spe- kulatión, so metir Kaup- thing ikki, at hetta hevur havt nakra stórvegis ávirkan. - Útlit eru ikki fyri, at OPEC ella aðrir oljufram- leiðarar fara at framleiða munandi meir í bræði, og sannlíkt er at eftirspurn- ingurin fer at hækka. Tí meta vit, at meiri sannlíkt er, at oljuprísurin fer at hækka heldur enn lækka av álvara komandi hálva til heila árið, hóast ein- stakar lækkingar á 20%- 30% kunnu koma fyri í styttri tíðarskeið, verður staðfest í tíðindabræv- inum. -mørk Hóskvøldið og fríggja- kvøldið spælir ein av fólkakærastu føroysku sangarunum Terji Ras- mussen unplugged kon- sertir í Café Natúr. Terji spældi saman við Eyðun Nolsøe eina av bestu kon- sertunum á Summar Festivalinum. Terji hevur í summar staðið á palli saman við Føstufressum, tá vóru millum øll klassisku hitt- ini fleiri nýggj løg, kanska verður høvi at hoyra nøkur av hesum í unplugged útgávum á konsertunum. nud ØLFRAMLEIÐSLA - Tað hevur ofta verið sagt, at smakkurin á Restorffs øli kann vera eitt sindur vari- erandi. Fyri at kanna hetta málið til botns fór bryggj- aríið undir eina systemat- iska smakking, hvørja ferð tappað varð í fleiri mánað- ar. Tað vísti seg at eitt sind- ur av smakkmuni kundi koma fyri, serliga aftan á at nakað var fráliðið tapping- ardegnum. Hetta kom av, at eitt sindur av luft kom i fløskuhálsin beint áðrenn proppurin varð settur á. Ox- igenið í lítlu luftmongdini reagerar við smakkievnini og man fær tað ein kallar »oxidering« ella »rug- breyðssmakk« sum tað eisini verður rópt. Soleiðis skrivar Restorffs Bryggjarí í tíðindaskrivi. Teir á Restorffs Bryggjarí hava nú fingið útgerð, sum ger at eingin ilt ella luft er í fløskuhálsinum, áðrenn proppurin verður settur á. - Hetta er nú nakrir mán- aðir síðani, og úrslitið er ein jøvn og vælsmakkandi ølgóðska, sigur bryggjaríið. Í sambandi við at bryggjaríið fyllir 155 ár í heyst fer útsølan við Landavegin hvønn fríggja- dag í september at lata ein six pack ókeypis, tá ein kassi av øli verður keyptur. Bryggjaríið fer eisini at lata eina ølsølu upp í Sundalagnum í næstum. - Ætlanin er at koma við einum Classic øli í heyst, og í hesum sambandi fer starvsfólk frá bryggjaríðn- um at luttaka á The Scan- dinavian Brewery School sum er millum heimsins bestu skúlar, sigur bryggj- aríið í tíðindaskrivi. Góðska og 155 ára føðingardagur