hósdagur 8. september 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 170 - 8. september 2005
7
Broytingartíðir:
Onkur vil selja – og onkur vil keypa
Anfinn Olsen, stjóri í
P/F Framherja, sigur,
at tá ið tú fæst við
fiskivinnu og vinnu
sum heild, vilt tú
hava, at raksturin
hongur saman. – Sum
skipaeigari, roynir tú
at optimalisera tíni
skip. Tá ið grundar-
lagið viknar, velir
onkur at selja – og
onkur annar velir at
keypa
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
P/F Framherji á Toftum
hevur keypt 60% av parta-
brøvunum í P/F Vesturvón,
sum eigur flakatrolaran,
Vesturvón og felagið, Ráv-
una, sum eigur fýra ís-
fiskatrolarar. Ísfiskatrolar-
arnir eru fyrrverandi Polar-
hav og Stjørnan, sum felag-
ið keypti úr Leirvík og Top-
as og Sardir, sum felagið
keypti úr Saltangará. Aftrat
hesum eigur P/F Vesturvón
eisini tveir bygningar; ein
bygning, har felagið hevur
sínar skrivstovur og ein
virkisbygning, sum verður
leigaður út til annað felag.
Anfinn Olsen, stjóri í P/F
Framherja, váttar, at felagið
hevur keypt 60% av parta-
brøvunum í P/F Vesturvón,
men hann vil ikki siga,
hvussu nógv partabrøvini
eru keypt fyri.
Spurdur, um talið 100
miljónir krónur er á eini
leið, sigur hann, at talið er
væl hægri enn tað.
- Vit hava fingið parta-
brøvini, og tey eru goldin,
sigur Anfinn, sum saman
við konu síni, Elisabeth E.
Olsen, eigur tveir triðingar í
P/F Framherja.
Íslendska felagið, Sam-
herji, eigur seinasta triðing-
in í felagnum.
Nevndin í P/F Framherja
telir trý fólk; tey eru An-
finn, Elisabeth og íslend-
ingurin, Thorsteinn M.
Baldvinsson.
Spurdur, um Framherji
kundi hugsað sær at keypt
ein enn størri part í P/F
Vesturvón, sigur Anfinn:
- Jú, tað kundu vit, og vit
arbeiða við hesum, men tað
eru rættiliga nógvir parta-
eigarar í felagnum. Vit hava
givið hinum parteigarunum
sama tilboð.
Vóru klárir
Hann vísir á, at Framherji
júst hevur selt flakatrolar-
an, Akraberg, og hevði fel-
agið tí eygu og oyru opin
eftir einum øðrum skipi.
- Vit høvdu kvotuna hjá
Akrabergi, og fíggjarliga
vóru vit hampiliga væl fyri,
tí vit høvdu fingið pening
fyri søluna. Soleiðis vóru
vit rímiliga klárir at keypa,
um høvið beyðst.
Anfinn sigur, at tá ið
teimum stóð í boði at keypa
hesi 60% í P/F Vesturvón,
vóru tey onga løtu í iva,
men tóku av beinanvegin.
- Akraberg hevur altíð
havt lítla kvotu – og nógv
minni kvotu enn hinir
flakatrolararnir. Í byrjanini
kundu vit fiska, sum vit
vildu í Irmingarhavinum,
men nú var túratalið skorið
niður í tveir. Hetta var eis-
ini ein av orsøkunum til, at
vit avgjørdu at selja Akra-
berg, sum bert hevði kvotu
til helmingin av árinum.
Stjórin
sigur,
at
nú
felagið hevur keypt meiri-
lutan í flakatrolaranum,
Vesturvón, verður kvotan,
sum Akraberg hevði, løgd
aftrat kvotuni, sum Vestur-
vón longu hevur.
- Sostatt skuldi kvotu-
grundarlagið undir Vestur-
vón nú verið rættiliga gott,
leggur hann aftrat.
Keyp og søla
Anfinn vísir á, at tá ið tú
fæst við fiskivinnu og
vinnu sum heild, vilt tú
hava, at raksturin hongur
saman.
- Tú roynir at optimalis-
era tíni skip, um tú fæst við
skiparakstur, sum vit gera.
Tá ið grundarlagið viknar,
velir onkur at selja – og
onkur annar velir at keypa.
Hann sigur, at ætlanin er
ikki, at yvirtøkan av felagn-
um á nakran hátt skal vera
"drastisk".
- Vil vilja síggja tíðina
ann, hvussu verður við ogn-
unum, sum vit nú eiga
meirilutan í, og viðtøkurnar
í P/F Vesturvón hava eisini
sína skipan um, hvussu
yvirtøkan skal fara fram.
Anfinn Olsen sigur, at
tey eru ógvuliga spent upp
á nýggju møguleikarnar,
sum felagið nú hevur keypt
sær.
Nú P/F Framherji hevur keypt 60% av partabrøvunum í P/F Vesturvón, verður kvotan, sum Akraberg hevði, løgd aftrat kvotuni, sum Vesturvón longu hevur
Mynd: Vilmund Jacobsen