hósdagur 8. september 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 170 - 8. september 2005
Fyrrverandi tjóð-
veldistingmaðurin og
landsstýrismaðurin
hevur seinastu lítlu
hálvu øldina verið við
til at seta dám á før-
oysku samfelags-
menningini í so stór-
an mun, sum fáur
annar hevur verið tað
FINNBOGI FARIN
Jóannes Hansen
Finnbogi Ísakson er farin.
Hann var 62 ára gamalur,
nú hann legði árarnar inn,
eftir at hann seinastu tíðina
hevur stríðst við herviliga
sjúku. Finnbogi var giftur
við Ásu Justinussen, sum
hevur verið honum ógvu-
liga hollur stuðul. Tað hev-
ur hon verið í øllum tí, sum
hann hevur tykist við, tað
hevur hon verið heima við
hús, í familjulívinum, og nú
hann skjótt viknaði, var
konan um hann alla tíðina.
Úr
øllum
politiskum
heraðshornum verður Finn-
bogi umrøddur sum ein
tann við størsta politiska
handalagnum í landinum
seinastu lítlu hálvu øldina.
Finnbogi varð valdur á
ting fyri Tjóðveldisflokkin í
Norðoya valdømi í 1966.
Tá var hann 23 ára gam-
alur, og onkuntíð plagdi
hann sjálvur at taka eitt
sindur í spølni til, at hann
var fyrsti føroyski politik-
arin, sum kendi ágóðan av
at vera ein kend rødd frá
loftmiðlunum. Tað, sum
hann sipaði til, var, at hann
var útvarpsmaður, og at tað
tískil var lættari hjá honum
at nýta henda miðilin, sum
var heilt nýggjur, tá ið hann
fyrstu ferð bjóðaði seg fram
og varð valdur.
Í Løgtinginum varð skjótt
lagt til merkis, at nýggi
tjóðveldismaðurin
í
Norðoyum hevði sera gott
politiskt tev. Hann var
skjótur í tanka og gerð,
hann var stinnur í orðaskift-
um, og hann hevði sera lætt
við at spíska síni sjónarmið
og at geva tey til kennar í
talu og á pappírinum. Eing-
in tekur sær tykni av tí, tá ið
tað verður sagt, at hann var
ein tann besti og mest av-
hildni debatørurin øll árini,
meðan hann var í politikki.
Tað var tøgn í tingsalinum,
tá ið hann hevði orðið, og
tað var lisið umaftur og
umaftur, tá ið hann setti
sinar hugsanir og ætlanir á
prent.
Tá ið fyrsta breiða sam-
gongan í føroyskari polit-
iskari søgu varð skipað eftir
valið í 1974, var Finnbogi
Ísakson ein av arkitekt-un-
um. Hann var millum teir
fremstu tjóðveldismenninar
at samráðast við Javnaðar-
flokkin og Fólkaflokkin, og
tað er neyvan ov nógv sagt,
at tað vóru Atli Dam, sáli,
Jógvan Sundstein og Finn-
bogi Ísakson, sum vóru teir
fremstu í arbeiðnum at fáa
samgonguna at hava rætta
áralagið og harvið at fáa
avrikað setningin.
Setningurin var stórur so-
leiðis at skilja, at yvirtøkur
vórðu framdar - eitt nú
Postverkið - umsitingin av
tungu vælferðarøkjunum
varð framd, og stórar út-
bygginar vóru gjørdar á
samferðsluøkinum.
Finnbogi Ísakson var í
fyrra landsstýrinum millum
Javnaðarflokkin, Tjóðveld-
isflokkin og Fólkaflokkin
landsstýrismaður í eitt nú
skúlamálum og samferðslu-
málum. Hann var ein av
forsprákarunum fyri at
keypa Smyril og fyri at
føroyska uttanlandssigling-
in við ferðafólki skuldi tak-
ast uppaftur.
Í 1984 tók Finnbogi seg
fyribils burturúr politikki.
Tá kastaði hann seg av
nýggjum
yvir
tíðinda-
mannastarvið. Hetta hevði
hann verið upptikin av síð-
ani skúlatíðina í Klaksvík,
tá ið hann var fyrsti blað-
stjórin á skúlablaðnum,
sum teir nevndu Roðin.
Meðan hann gekk í stu-
dentaskúla kom hann í
sambandi við útvarpið, og
har var hann í fyrsta lið-
num, sum við stórum
íblástri arbeiddi við at
menna
týdningarmikla
miðilin. Í 1974 fór hann
saman við javnaldranum,
vinmanninum og bygdar-
manninum úr Klaksvík,
Árna Absalonsen, undir
Tíðindablaðið. Hetta var
politiskt óheft blað, sum
kom út tvær ferðir um vik-
una, og sum innihaldsliga
breyt slóð í føroyska blað-
heiminum.
Tá ið Finnbogi ikki still-
aði uppaftur í Norðoyggj-
um í 1984, fór hann at
arbeiða í nýstovnaða sjón-
varpinum. Kongstankin hjá
honum var, at tað skuldi
bera til at gera føroyska
tíðindasending, og at tað
var burturvið, at føroyingar
kvøld
um
kvøld
sótu
framman fyri sjónvarpið og
hugdu at gomlum DR TV
ávísum.
Í 1988 fór Finnbogi upp í
politikk aftur. Hann um-
boðaði Tjóðveldisflokkin í
Suðurstreymoy, hann var
eitt skifti landsstýrismaður
í fíggjarmálum, tá ið bú-
skaparkreppan og politiska
kreppan leikaðu í. Tað
segðist, at hann var faðir at
uppskotinum um fíggjar-
ognaravgjald, sum ikki var
serliga væl móttikið nógva
staðni, men sum Finnbogi
metti at vera alneyðugt fyri
at landskassin skuldi fáa
inntøkurnar til vega, ið
vóru neyðugar.
Politiska starvið endaði
Finnbogi sum formaður í
Løgtinginum. Tað var hann
undir fullveldislandsstýrin-
um. Í hesum sessinum ar-
beiddi hann fyri at betra
umstøðurnar
fyri
ting-
arbeiðnum. Hann visti væl,
at tað fór at fella fleiri fyri
bróstið, um lønirnar hjá
tingmonnum fóru upp, og
um húsaumstøðurnar vórðu
betraðar, men hann sá hetta
at vera alneyðugt, og hann
legði stóra orku í hetta
arbeiðið.
Finnbogi var formaður í
ritstjórini, sum legði bóka-
røðina Løgtingið 150 ár til
rættis, og eisini í hesum
sambandinum,
at
Ása
Justinussen var honum og
ritstjórnini sannur stuðul.
Finnbogi hevði listarligar
gávur. Longu sum hálv-
vaksin yrkti hann fitta og
snøgga sangin um smá-
dreingin, sum spurdi abban
um so mangt, og sum abbin
bað fara út at spæla. Ein av
lærarunum hjá honum í
skúlanum
í
Klaksvík,
Sámal Petersen, sum eisini
var tingmaður og lands-
stýrismaður, setti lag til
sangin,
sum
framvegis
verður nógv sungin.
Tað lá væl fyri at yrkja
hjá Finnboga. Hann yrkti
eitt nú til V4 sendingarnar
hjá útvarpinum, og fleiri av
hesum yrkingunum komu
fyrrapartin av sjeyti árun-
um út í savninum Rím og
reyp.
Seinnapartin av áttati
árunum fór hann undir
bókarøðina Aftur og fram.
Eisini í hesum varð hann
dyggiliga stuðlaður av Ásu.
Fýra bøkur komu út. Tær
eru framúr hentar árbøkur,
sum tað framvegis ofta
verður kagað í. Á sama hátt
er tað við Hendingar í okk-
ara øld 1 og 2, sum hann
eisini gav út.
Eitt skifti vísti Finnbogi
síni góðu journalistisku
evni og sítt stóra arbeiðs-
semi sum blaðstjóri á 14.
september. Viðhvørt var
hann at hoyra í Útvarpin-
um, og mong munnu minn-
ast aftur á framúr áhuga-
verdu sendingarnar, sum
hann hevði úr New York, tá
ið hann umboðaði Løg-
tingið á ST aðalfundinum.
Finnbogi var ættaður úr
Brekkuni í Klaksvík. Pápin
var Jógvan Isaksen, sum
var ættaður úr Leirvík og
var skipari. Hann átti At-
lantsfarið saman við Kjøl-
bro. Finnbogi var fimm ára
gamalur, tá ið pápin doyði.
Mamma hansara, Anna,
sum var ættað úr Uppistovu
á Trøllanesi, keypti og rak
Atlantsfarið,
sum
Poul
Hansen í Havn seinni leig-
aði. Finnbogi var yngstur
av børnunum hjá Jógvani
og Onnu, og alla sína tíð
var hann tætt knýttur at
foreldrunum, systkjunum
og familjum teirra.
Finnbogi og Ása fingu
eina dóttur, Glæma. Hon
var tríggjar og ein hálvan
mánað, tá hon doyði. Finn-
bogi eigur tveir dreingir -
Jón og Høgni.
Finnbogi er farin
Í 1989 var Finnbogi Ísakson landsstýrismaður í fíggjarmálum