hósdagur 8. september 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 170 - 8. september 2005
9
– Hann var ein ótrú-
ligur maður. Altíð við
uppá at útvikla nakað
og finna uppá nakað
nýtt. Treiskur og mál-
rættaður. Og dugdi
ótrúliga væl at arbeiða.
Hetta er ein stórur
missur fyri Føroyar
sigur fyrrverandi
samgongufelagi og
persónligur vin-
maðurin hjá Finn-
boga Ísakson, Thomas
Arabo
FINNBOGI FARIN
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Teir hava havt so nógv
saman í politikki og arbeiði
til fram fyri Føroyum, hóast
teir vóðru í hvør sínum
flokki. Men frá fyrsta degi,
at Thomas hitti Finnbogi,
dróg saman millum teir og
Thomas Arabo minnist aft-
ur politikaran og vinin
Finnbogi við nógvum góð-
um orðum.
- Fyrstu ferð eg kom at
kenna Finnboga var sum
skrivari í samferðslunevnd-
ini í 1973. Tá var Finnbogi
har sum umboð fyri Tjóð-
veldisflokkin. Eg minnist
so ótrúliga væl, tá hann fór
út av einum fundi og Sofus
Sivertsen hann, hvat hann
nú fór at gera. Og so letur í
honum: - Eg fari nú at gera
eitt tíðindablað. Og so
flentu allir, tí blaðútgáva í
Føroyum gav jú ongar
pengar. Men Finnbogi tók
øll á bóli. Hann tók eitt
megnartak og fekk eitt
superblað, sum hevur verið
fyrimynd fyri nógv bløð
aftaná, ikki minst Sosialin.
Thomas helt sambandið
við Finnboga øll komandi
árini. Tá landsstýrisskifti
var í 74 møtti hann Finn-
boga á Gjaldstovuni og
segði seg hava hoyrt, at
hann skuldi í landsstýrið.
Hann játtaði, at hann fór í
Tinganes at vera sam-
ferðslumálaráðharri. - Og
tá komu vit at arbeiða ótrú-
liga væl saman. Tá var
Tummas samferðslustjóri.
Finnbogi kastaði síðani
Tíðindablaðið frá sær og
tók við teimum nýggju av-
bjóðingunum, sum tá vóru.
Hansara bragd longu í 74
var, at tað var fyrstu ferð, at
eitt samgonguskjal varð
skrivað og kunngjørt í Før-
oyum. Tað var hann, sum
vildi hava tað. Hann fekk
so eisini ein annan sterkan
mann í landsstýrið. Tað var
Atli Dam. Finnbogi vildi
hava allar avtalur niður-
skrivaðar, so hann fekk tað
ígjøgnum hann vildi hava.
Hann var sera málrættaður.
Thomas
og
Finnbogi
vórðu menninir aftanfyri
Smyril. – Ta søguna kenna
tey flestu, hvussu hann var
við til at fáa uttanlandssigl-
ingina upp at standa. Síð-
ani fór hann í gongd við
postverkið. Hann trýstið
tað ígjøgnum og fekk tað
yvirtikið í sínum skeiði í
Tinganesi.
Eftir valið í 78 segði
hann við meg, at hann fór
ikki aftur í Tinganes. Eg
gjørdist rættiliga ovfarin av
tí, tí eg helt tað gekk so
væl. Men hann hevði sína
grund. Hann helt ikki, at
tað vóru pengar til at gera
nakað nýtt í næsta skeiði,
og tí sá hann ikki stórvegis
avbjóðingar har. Hann fór
tá úr Tinganesi, sum var
hansara
egna
val.
So
hoyrdu vit ikki so nógv til
hann tey komandi árini.
Hann varð valdur aftur í 78
og 80 og fer so at arbeiða í
sjónvarpinum. Og gjørdi
hann seg galdandi og kann
sigast, at hann er ein av
høvuðskonstruktørunum
aftan fyri flaggskipið í
sjónvarpinum, Dagur og
Vika.
Í 84 stillar hann ikki upp,
men í tíðarskeiðinum 84 til
88 stillar hann einsamallur
tjóðveldismaður upp til
fólkatingið. Og tað er ein
klassikari at síggja, tá hann
og Atli Dam standa og
dystast í Norðurlandahús-
inum, báðir í ljósum klædn-
ingi. Tað eru søguligar
myndir. Hann kom so ikki
inn á fólkating men stillar
aftur upp til løgtingið í 88,
hesaferð í Havnini. Og
eksperimenterandi
sum
hann altíð var fór hann í
holt við sambandsflokkin.
Hann fekk roynt hesa kon-
stellatiónina millum tjóð-
veldisflokkin og sambands-
flokkin, sum var nakað
heilt serligt. Men tað gekk
so ikki, tí tað helst - sum
hann segði mær herfyri -
bleiv saboterað av Paula
Ellefsen vonginum. So
rýmdi hann úr tí landsstýr-
inum.
Hann verður valdur aftur
í 90 og verður í andstøðu til
93, tá fólkaflokkurin fór úr
Tinganesi. Tá blivu hann,
Marita Petersen, Asbjørn
Joensen og eg sjálvur samd
um, at tað var skeivt at
tveita landið út í nýval, tá
alt hekk í leysari luft. So
møtti Finnbogi upp í Tinga-
nesi og vit gjørdu eina sam-
gongu. Eg minnist, at
Finnbogi einsamallur skriv-
aði samgonguskjalið ta
náttina, og tað tók honum
minni enn ein tíma. Marita
og Finnbogi koyrdu sera
væl saman. Tann samgong-
an helt til okkara góði vinur
Asbjørn Joensen doyði. Tá
skiltust okkara vegir sum
so politiskt. Men vit hava
altið hildið samband við
hvør annan.
Thomas vitjaði Finnboga
fleiri ferðir, nú hann gjørd-
ist sjúkur, tí sonn vinarbond
vórðu teirra millum. Og nú
hann er farin hevur Thomas
hetta skoðsmálið um Finn-
boga Ísakson: – Hann var
ein ótrúligur maður. Altíð
við til at útvikla nakað og
finna uppá nakað nýtt.
Treiskur og málrættaður.
Og dugdi ótrúliga væl at
arbeiða. Hetta er ein stórur
missur fyri Føroyar. Eg eri
so forharmaður, at hann
skuldi fara nú og so ungur
sigur Thomas Arabo, sum
heldur tað vera stórt spell,
at Finnbogi ikki slapp at
skriva alt tað, sum hann
hevði upplivað, hoyrt og
sæð. Tað hevði verið ein
dýrgripur fyri okkum øll
slapp Finnbogi at skriva,
umseta og arbeiða við
øllum tí hann longu var í
gongd við og hevði í
hyggju.
– Finnbogi hevði
orðið í sínari makt og
dugdi væl at føra
fram síni sjónarmið.
Hann var lágmæltur,
men tá ið hann tos-
aði, so lurtaðu fólk,
sigur løgmaður um
Finnboga Ísaksson
FINNBOGI FARIN
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
– Eg kendi Finnboga væl
frá tí politiska umhvørvin-
um. Vit sótu í løgtinginum
saman, og eg fekk eisini
høvi at sita í landsstýrinum
saman við honum. Finn-
bogi var ein sera gløggur
politikari, og eitt aktuelt
dømi um hansara avrik er
Smyril. Hann var fyri 30
árum síðani við til at skapa
tað stóra frambrot at fáa
Smyril til landið, sigur
Jóannes Eidesgaard, løg-
maður.
– Tað, sum eyðmerkti
Finnboga sum politikara,
var, at hann var so ógvuliga
greiður við sínum sjónar-
miðum. Hann var sakligur
og hevði eisini evnini at
viðgera uppskot frá polit-
iskum mótstøðumonnum.
Hann tók tað til sín, sum
aðrir komu við.
– Finnbogi var eitt ora-
toriskt begávilsi. Hann
hevði orðið í sínari makt og
dugdi væl at føra fram síni
sjónarmið. Hann var lág-
mæltur, men tá ið hann
tosaði, so lurtaðu fólk.
Hann hevði eisini ein góð-
an penn, og tað vísa hans-
ara bókligu avrik.
Framúr eygleiðari
Løgmaður heldur eisini
nógv av avrikunum hjá
Finnboga Ísaksson sum
viðmerkjari.
– Seinnu árini hevur
Finnbogi verið eina framúr
góður eygleiðari og við-
merkjari, og hann hevur
givið kjakinum nógv. Hann
hevur dugað at lyft seg upp
frá og sæð tingini yvir-
ornað, og vit koma at sakna
hann sum viðmerkjara.
– Finnbogi hevði drivi at
taka avgerðir og gjøgnum-
føra tær. Til dømis framdi
hann sum løgtingsformaður
ein reform í tinginum, og
hóast øll ikki vóru so fegin
um hetta, so tordi hann taka
avgerðir og standa fast.
– Finnbogi var eisini ein
trúgvur vinmaður hjá mær,
hann var lættur í lyndi, og
tað lá honum altíð framm-
arlaga at hava okkurt
skemtiligt at siga, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Høgni Hoydal:
– Finnbogi var sera
gløggur politikari
– Finnbogi Ísakson er
ein tann gløggasti og
best analyserandi
politikarin, sum før-
oyingar hava átt, og
hann hevði stóra
virðing tvørtur um
floksmørk, sigur
Høgni Hoydal, for-
maður í Tjóðveldis-
flokkinum
FINNBOGI FARIN
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Formaðurin í Tjóðveldis-
flokkinum
heldur,
at
Finnbogi Ísakson var ein
burturúr gløggur politik-
ari, og at Finnbogi hevði
stóra virðing í politiska
umhvørvinum.
– Alt ov tíðliga hava vit
mist ein stóran politikara,
stóran menta- og fjøl-
miðlamann, sum hevur
lagt so ótrúliga nógv eftir
seg í nútímans samfelag-
num, sigur Høgni Hoy-
dal.
– Tjóðveldisflokkurin
og loysingarrørslan hava
mist ein av sínum mest
markantu og dugnaligu
politikarum.
Finnbogi
Ísaksson er ein tann
gløggasti og best ana-
lyserandi
politikarin,
sum føroyingar hava átt,
og hann hevði stóra virð-
ing tvørtur um floks-
mørk.
– Men Ása hevur mist
mannin og lívsfelagan,
og synirnir hava mist
pápan, og okkara tankar
og samkensla leitar fyrst
og fremst til teirra. Vit
vildu unt Ásu, synunum
og familjuni, at tey
kundu havt notið góð ár,
nú Finnbogi valdi at fara
av politiska pallinum á
lutfalsliga ungum aldri,
men soleiðis skuldi ikki
verða.
– Vit minnast Finnboga
í takksemi og við virð-
ing, sigur Høgni Hoydal.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður:
Finnbogi tordi at taka avgerðir
Thomas Arabo um Finnboga:
Ein ótrúligur
maður
Finnbogi Ísakson endaði politiska skeið sítt sum
løgtingsformaður 1998–2002
Finnbogi Ísakson hevur orðið í síni makt, sigur Jóannes
Eidesgaard, løgmaður
Meira á síðu 12