hósdagur 8. september 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 170 - 8. september 2005
Mikukvøldið spældu Føroyar sín næstseinasta dyst í
HM undankappingini. Hann var ímóti Ísrael. Og tað
verður so aftur Ísrael á skránni, tá vit leika seinasta
dystin í hesi kappingini í oktober. Og tá verður spælt
í Ísrael. Lat okkum allarfyrst bjóða ísraelska liðnum
og fylgisneytum vælkomnum til Føroya at spæla
fótbólt, men eisini til at hitta føroyingar og síggja
vøkru náttúru okkara. Tað er ikki hvønn dag, at vit
hava so forvitnisliga vitjan úr tí landinum, sum so
mangir føroyingar meta so høgt. Væl vitandi, at tað
eisini eru føroyingar, sum ikki eru so fegnir um alt,
sum Ísrael fyritekur sær, so eiga vit at lata hesi
viðurskifti hvíla hesar dagarnar ísraelska landsliðið
vitjar. Vónandi fáa tit nakrar góðar dagar í lítla landi
okkara.
Hóast fjarskotin – vit í Norðuratlantshavi og tit í Mið-
eystri – so hava vit nógv í felag, eitt nú átrúnaðarligu
røturnar. At nógvir føroyingar kenna seg drignar at
Ísrael og fólki tess er ein sannroynd. Á hvørjum ári
leita hundraðtals føroyingar til hetta søguliga landið
at vitja og at uppliva – síggja og hoyra um kristin-
dómsins vøggu. Tað má tí eisini vera áhugavert fyri
ísraelar at uppliva eitt land, har fólkið sær so nógv
upp til og kennir seg so nógv knýtt at søguni hjá tí
landi og øki, har kristindómurin og harvið okkara
trúðarlív og –fatan hava sín uppruna.
Oftani verður orðið ambassadørar fyri land sítt nýtt,
tá fótbóltslandslið fara úti í heim at spæla. Og eins og
vit eru errin av okkara liði og meta spælararnar sum
góðar ambassadørar fyri okkara land, mugu vit rokna
við, at ísraelar meta sítt landslið sum góðar
ambassadørar fyri sítt land. Tit skulu tí verða væl
móttiknir her eins og vit vóna, at okkara menn fara at
fáa eina eins góða móttøku, tá vit í oktober fara til
Ísraels at spæla.
Við slíkum landsdystum kundi eisini so mangt annað
fylgt við. Um hugflog, dirvi og vilji var til tess. Um-
framt at menna ítróttarligu samvinnuna, so eiga slíkir
dystir eisini at kunna rúma øðrum "brúgvabyggja-
ríum", eitt nú á mentanarliga og vinnuliga/handilsliga
økinum. Kundi tað ikki verið eitt hugskot í framtíðini
at nýtt hesi landsdystarhøvi til nettupp at ment
samvinnu á øðrum økjum. At tað slíkar dystir eisini
vórðu umboð fyri mentan og vinnu/handil, tí tá tað
longu er fokus á tvey lond, har vit eru tað eina, átti at
borið til at bygt nýggjar brýr.
Tað er greitt, at steðgurin til slíkar dystir er ikki
drúgvur. Men til ber at tilrættaleggja hetta væl, tí vit
vita í góðari tíð frammanundan, hvat tað eru fyri
lond, sum vit koma at spæla móti, og harvið eisini
hvørji lond vit fáa vitjan av. Hví ikki tá brúka hesa
tíðina at umrøða og finnauppá, hvussu vit kundu
ment samvinnuna við tey londini vit í framtíðini fara
at spæla móti. Her liggur heilt vist eitt potentiali, sum
vit áttu at givið gætur. Og hvat við at sett hol a longu
nú og tikið okkurt stig á hesi leið, tá vit fara til Ísrael
at spæla í næstum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Vælkomið Ísrael
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Páll Poulsen
Í øllum heiminum verður
granskað. Sagt verður, at
vitan er vald. Í anglo-saks-
iska heiminum eru eftir-
litisskipanir, sum beinleiðis
testa støðið. Ein Ph. D í
USA merkir í veruleikan-
um at persónurin hevur
tann førleikan, sum stendur
í próvskjølunum.
Hesir persónar hava verið
ígjøgnum eina sanna eftir-
litis hvirlu, sum eisini er
trygdin fyri at tað sum
stendur í pappírunum pass-
ar.
Nivelleringin í donsku
skúlaskipanini
byrjaði
longu í sekstiárunum og
hevur drigið føroyingar
niður síðani tíðliga í áttati-
árunum. Man bygdi bara
skúlar uttan eftirlit.
Fyri at koma burturúr
hesi hundaøði royndu danir
seg við at tekkjast angli-
kansku Ph. D. skipanini,
samstundis sum niveller-
ingin helt áfram.
Á
Fróðskaparsetrinum
eru "Drekkivanar fyrr og
nú" 1994, "Fylking" 1997,
"Hin føroyski Róðrarbátur-
in" 2001 og "Lossingar-
menn í Havn" 2003, mál-
andi dømi um eina almenna
investering í nivellering,
sum ongan enda tykist at
hava. T.e. tann sosiala skip-
anin stemplar seg sjálva
sum vísindaliga.
At Ph. D. lesandi í Føroy-
um eru 25 ár eldri enn tey í
Bretlandi og USA kemur av
at skipanin ikki riggar. Hesi
fólk hoyra heldur ikki
heima í einari skúlaskipan,
um hendan skal takast í
álvara.
Trupulleikin er enn eina-
ferð
integritetur.
Tann
sjálvsútnevndi "granskar-
in" dugir ikki at skilja
ímillum eitt sosialt lív og
tað at granska.
Tískil fáa vit hesar
merkiligu konstellatiónir-
nar har vaksnir menn
standa og lova Niels Finsen
uppí teirra sosiala klubba.
Teir standa og samanlíkna
seg sjálvar við eitt heims-
menni, tí teir ikki klára at
flyta seg sjálvar frá tí
sosiala støðinum.
Tá ið atgongdin til al-
mennar kassar, via vinir og
kenningar og Jóannes Dals-
gaard er óendalig, so sigur
tað seg sjálvt, at teir eru úti
at koyra.
Maktin er vitstolin og
gongur í blindi og trýstir á
"rename" knøttin. Aha,
"Universitetshospital". Hví
ikki "Universitets-pylsu-
vogn". Ella Universitets-
skipasmiðju, halda tit at
Poul Mohr hevði latið tykk-
um 90 milliónir uttan úr-
slit?
Bert eitt er víst í hesum
høpi, tað er at eingi úrslit
fara at spyrjast burturúr, tað
hevur Jóannes Dalsgaard
longu syrgt fyri.
Sannleikin er sum kunn-
ugt sosialt treytaður, men
máti skal vera við.
Petur Magnussen
pensionistur
Sandavági
Føroyskir politikarar geva
vinum og kenningum fólk-
sins ognir sum persónligar
gávur. Og talan er um
milliónir av krónum. Tá so
fáast skal inn aftur í lands-
kassan, verður rokningin
send
pensionistum
og
barnafamiljum.
Undan
hvørjum
vali
standa hesi politikarar og
rópa upp um, at fiskurin,
sum svimur á grunnum
okkara, er fólksins ogn.
Allir føroyigar eiga hann.
Men hesir somu politik-
arar eru skjótir at lata hann
fara til ávísar útvaldar
kenningar, sum fáa hesa
fólksins ogn stungnað niður
í sínar privatu lummar at
gera við, akkurát sum teir
vilja. Og politikararnir
skammast ikki.
Teir skammast heldur
ikki við at leggjast á kropp-
in
á
pensionistum
og
barnafamiljum at pína hesi
við avgjøldum á bæði líkt
og ólíkt, tá pengar mangla
í.
Heldur skuldi tað verið
soleiðis, at tá fiskiloyvi
vórðu latin, skuldu tey
verið latin skipinum heldur
enn persóninum. Og tá
skipið varð selt, skuldi
loyvi farið aftur í ein fiski-
dagabanka.
Men fyri at fáa hesar
krónurnar, sum mangla í
hjá politikarunum, áttu tey
skipini, sum fáa fiskiloyv-
ini, eisini at fingið álagt eitt
avgjald av søluni. Kanska
eitt prosent ella so. Har eru
pengar at tjena. Nógvar
milliónir at fylla í ymsu
holini, sum altíð eru.
Forera okkara milliónir burtur
Gransking uttan eftirlit