Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. september 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FØROYSKA SJÓMANS- PRESTASTARVIÐ Essayistur Ólavur Rasmussen 4. partur Claus Harms, formaðurin í donsku sjómanskirkjuni og Ronald Pedersen, aðal- skrivarin, komu til Føroyar og sáttmálasamráðingarnar við føroysku sjómanskirkj- una fóru fram í Elduvík. Av góðum grundum vóru Kristianna S. Jacobsen, fulltrúði og undirritaði ikki til staðar við samráðingar- borðið, tí at okkara leik- lutur var av. Claus Harms er ein harð- ur hálsur. Hann er ógvuliga lítil á vøkstri, men hann er skarpur og útstrálar ein øgi- ligan myndugleika. Hann hevur eitt serstakt eygna- brá, vøkur, myrk og smøl eygu, sum bíta seg í offrið. Hann hevur nakrar gulltenn í munninum, plaseraðar so- leiðis, at tær altið síggjast tá ið hann smírist sítt av- málda smíl. Tá ið eygna- bráið og gulltenninar aftan- vert smílið umskarast kann hann avvápna sjálvt tann sterkasta; tann veiki hevur ongan livandi møguleika. Saman við sínum drynj- andi, heldur snjalla máli, minnir hann ikki sørt um Simon Spies. Ikki í útsjónd og viti, men í tosingarlagi. Og so hevur hann fínar, vakrar hendur; tað er líka- mikið um hann roykir Kings cigarettir ella drekk- ur kaffi, tað er totalt kon- troll. Og so er hann høgt uppá strá, hann jarðaði enntá Simon Spies. Claus Harms er við øðrum orðum ein klassiskur danskur yvir- klassapróstur, sum er vanur við at fáa sín vilja ígjøg- num. Sjómansprestarnir ræddust hann so illa, at tá ið vit vóru savnaðir saman, var tað eingin sum tordi at seta seg við hansara borð, og eingin tordi lata vera. Hetta sálarførðiliga spælið við undirsáttum var summ- um meira garvaðum til mikla fragd. Har sat hann so í Elduvík yvirav nøkrum fittum før- oyskum bygdarprestum. Tað hevur tikið honum nøk- ur fá sekund at rokna út, at har var als eingin vandi á ferð. Hann kundi róliga gera tað, sum hann altið hevði ætlað sær, at leggja so harðar treytir á, at tann danska sjómanskirkjan fór við øllum, og ávirkanin hjá føroysku sjómanskirkjuni skuldi bara vera eitt eiti, samstundis sum Føroya fólk rindaði alt gildið. Claus og Ronald høvdu gjørt alt arbeiði heima við hús, tað lá klokkuklárt í fínu leðurtaskuni, tá ið teir sótu umborð á flogfarinum á veg til Føroyar. Í leður- taskuni lógu trý skjøl, eitt plan A skjal, sum gav donsku sjómanskirkjuni alt valdið. Men har lógu eisini tvey onnur skjøl. Eitt plan B skjal, sum býtti valdið javnt millum føroysku og donsku sjómanskirkjunar. Og loksins eitt plan C skjal, har møguleikarnir lógu opnir fyri, at føroyingar settu treytirnar, ið samsvar- aðu við at føroyingar frammanundan rindaðu allan raksturin. Claus og Ronald vónaðu, at samráð- ingarfólkini í Føroyum vóru so veik, at tað ongan- tíð gjørdist neyðugt at taka plan B, tíansheldur plan C burtur úr taskuni í Elduvík. Tá ið fundurin í Elduvík var lokin høvdu Ronald og Claus fingið meira burtur- úr, enn teir høvdu torað at vóna. Føroyski sjómans- presturin í Hull skuldi røkja tað føroyska starvið við 20%, tað danska við 80%. Tann, sum kennir sjómans- prestastarvið og viður- skiftini í donsku sjómans- kirkjuni, veit, at hetta er tað sama sum at starvið er danskt burtur av. Hetta út av lagi ússaliga býtið varð svølgt rátt av nevndini í føroysku sjómanskirkjuni, tí sum onkur av teimum segði aftaná, at tey vóru bangin fyri, at gingu tey ikki undir treytirnar hjá Claus Harms, so fingu tey ongan sáttmála. Eg hugsaði mítt. Ótrúligt, sum fólk hevði skilt lítið av støðuni, sum hon veruliga sá út áðrenn fundin í Eldu- vík, at vit sótu við øllum teimum góðu kortunum í hondini; tað var eisini ótrú- ligt, at nevndin í føroysku sjómanskirkjuni ikki hevði størri ans fyri, at tað var tað føroyska fólkið, sum rind- aði peningin fyri hetta starvið; men tað var ikki minni ótrúligt, at nevndin í føroysku sjómanskirkjuni ikki tryggjaði sær i sáttmál- anum, at tað var tann før- oyska sjómanskirkjan, sum hevði tað stóra orðið í spurninginum um setanina av sjómansprestinum. Henda spurningin hevði eg longu reist í Keypmanna- havn, og vóru Claus og Ronald greiðir yvir, at eitt slíkt krav eftir øllum sann- líkindum fór at koma í Elduvík. Eg noyddist bara at ásanna, at mín illgruni áðrenn fundin bleiv so dyggiliga staðfestur; Claus Harms, hesin garvaði sam- ráðingarmaðurin, fekk so lætt spæl, at Guð viti hvat hann hevur sagt við Ronald á veg niðuraftur til Dan- markar. Eitt hava teir í hvussu so er skálað uppá, at nú kundu teir seta tann í starv, sum teir vildu hava. Gott nokk høvdu teir í Elduvík sagt við teir fittu prestarnar, at ein innstilling í Føroyum fór at verða tikin í størsta álvara í Danmark, men teir fittu føroysku prestarnir høvdu einki kravt niður á pappírið. Tá ið Claus og Ronald lendu í Kastrup visti eg, at mítt hjartabarn var burtur- adopterað til skrivstovuna hjá donsku sjómanskirkjuni úti á Frederiksberg; men eg visti eisini, at eingin í nevndini fyri føroysku sjómanskirkjuna veruliga sá álvaran í eyguni; tey hildu væl standa til. So var starvið lýst leyst. Eg var í døpurhuga og bíð- aði til síðstu løtu at taka avgerðina. Søkti eg, so fóru mínir starvsfelagir at siga: "Hvat søgdu vit? Hatta var bara fyri at hann sjálvur skuldi hava starvið." Døp- urhugin var so stórur, at eg ikki visti, hvat eg skuldi gera, og líka so ivandi var eg, tá ið umsóknin varð send avstað, tí hetta málið hevði eftirhondini kostað mær nógv stríð og nógv vónbrot. Eg hevði eitt bræv liggjandi, klárt at senda avstað, har eg gjørdi vart við, at eg tók umsóknina aftur. Ivin vildi ikki sleppa mær og tíðin nærkaðist, at føroyska sjómanskirkjan skuldi gera sína innstilling millum umsøkjararnar. Eg visti, at tað vóru bert tríggir umsøkjarar, tveir føroyskir prestar, Andreas Andreasen og undirritaði, og ein danskur prestur, sum hevur búð í Danmark alt sítt lív, men hevur føroyska pápan. Henda vitan var eingin loynidómur fyri nakran, tí at mannagongdin er tann, at ein og hvør umsøkjari av prestastørvum hevur rætt til at vita hvørjir hinir eru. Nú var eg í hvussu so er so mikið klókari, at valið kom undir øllum umstøð- um at standa ímillum meg og Andrias. Hjørdis kom ikki uppá tal, tí at tað var eitt aðalkrav, at tað ikki var ein danskur, men ein før- oyskur prestur, við neyvum innliti í føroyskum viður- skiftum, sum varð settur í starvið. Hetta vóru allir partar samdir um, eisini í Elduvík, tó at einki varð felt á pappír. Nú vóru bert tveir dagar eftir til innstillingina. Tá frætti eg um eitt loyndar- mál, sum danska sjómans- kirkjan duldi sum mans- morð. Tá hvarv allur ivi. Eg gekk mær ein langan túr eftir Prestfjalli, tað gevur so góðan frið yvir sinnið at ganga í fjøllunum. Meðan eg gekk og leit yvir hav, mól loyndarmálið í heysin- um á mær og var eg greiður yvir, at læt eg ikki umsókn- ina standa við, so sluppu Claus Harms og Ronald Pedersen frá tí einasta um- søkjaranum, sum teir veru- liga ræddust. Og eg visti eitt aftrat, at Andrias Andreasen fór ongantíð at fáa starvið. Seiggið kom í meg, eg vildi sleppa at byggja sjó- manskirkjuna upp frá botn- inum av og geva hesum starvi eitt veruligt føroyskt andlit, bæði úteftir og inn- eftir. Men samstundis gjørdist tað mær greitt, at tað var ein keðilig støða fyri meg at søkja starvið, og ikki fáa undirtøku frá nevndini í føroysku sjó- manskirkjuni, tí eg hevði verið so ómetaliga nógv in- volveraður í hesum máli. Í nevndini fyri føroysku sjómanskirkjuna sita, sum sagt, fýra limir, tríggir av teimum eru mínir starvs- felagar. Eg helt meg vita, at tveir av hesum limum settu so stóran prís á mítt arbeiði í hesum sambandi, og vóru so glaðir fyri tað góða samstarvið okkara millum, at teir hildu tað vera púra nátúrligt at eg setti skjøtil á verkið í Hull, eisini við tí fyri eyga, at tann føroyska sjómanskirkjan kundi ger- ast meiri kend her heima. Tann triðja prestin í nevnd- ini kendi eg væl, og hevði eg stóra virðing fyri - og setti eg viðkomandi stevnu. Tað skuldi eg ongantíð havt gjørt. (Framhald) Nr. 170 - 8. september 2005 11 Norðuratlants- bólkurin Danska fíggjarlógin til 1. viðgerð Danska fíggjarlógin var í dag til 1. viðgerð í Fólka- tinginum, og Høgni Hoy- dal úr Norðuratlantsbólk- inum tók orðið av ting- sins røðarapalli. Á dags- skránni vóru árliga danska ríkisveitingin, uppskot um nýggjan bú- skapargrunn og vantandi viðlíkahald av donskum málsøkjum, sum møgu- liga skulu yvirtakast av Føroya Landsstýri í nú- verandi valskeiði. Fyrst og fremst kastaði føroyski fólkatingslim- urin ljós á árligu donsku ríkisveitingina. Høgni Hoydal hugleiddi um, hvørjar fyrimunir danska ríkisveitingin (blokk- stuðulin) hevur fyri donsku tjóðina. Mini- mala upphæddin áljóð- andi 0,1% av danska statsbudgettinum, sum danska stjórnin letur norðuratlantisku økjun- um, er í roynd og veru eitt loysigjald fyri danskt yvirvald á ovurstórum landa- og sjóøki í Norð- uratlantshavi. Ein støða, sum á ongan hátt er nøktandi fyri Føroyar og Grønland. Síðani lanseraði Høgni Hoydal uppskot um nýggjan føroyskan bú- skapargrunn. Eitt upp- skot, sum eisini var uppi at venda í samráðingum millum føroysku og donsku stjórnina í undan- farna valskeiði, men sum danska stjórnin við Poul Nyrup Rasmussen á odda tá noktaði fyri. Hesaferð vóru tó øðrvísi tónar at hoyra. Sosialdemokrat- iski framsøgumaðurin í fíggjarmálum, Henrik Sass Larsen, vísti ikki hugskotið aftur og segði, at sosialdemokratiski flokkurin skal viðgera spurningin. Hugskotið við búskap- argrunninum er, at pen- ingur frá komandi pri- vatiseringum, peningur frá eini eventuellari kom- andi oljuvinnu og pen- ingur frá danska stats- kassanum, skal haldast burtur frá almennu fíggj- arlógini og í staðin nýtast til eitt nú at gjalda niður skuld. Umframt uppskot um nýggjan búskapargrunn varð ljós kastað á nakrar av teimum yvirtøkum, sum standa fyri framm- an. Høgni Hoydal metti, at fleiri donsk málsøki, sum føroyska stjórnin hevur í hyggju at yvir- taka, als ikki verða við- líkahildin av donsku myndugleikunum. Tí er vandi fyri, at núverandi donsk málsøki verða av- reidd til føroyskar mynd- ugleikar í so ringum standi, at útreiðslurnar fyri føroyskar myndug- leikar vera stórar. Sum dømi um slík misrøkt donsk málsøki kunnu nevnast flogvøllurin í Vágunum, prestagarð- arnir kring landið, ríkis- umboðsbygningurin og ymsar løgreglustøðir kring landið. VIÐMERKINGAR Ein promilla gevur fullveldi yvir Føroyum Ein kristin kriminalsak Í flogfarinum á veg aftur til Danmarkar eftir fundin í Elduvík kundu Claus Harms og Ronald Petersen frøast um, at starvsfelagarnir í Føroyum vóru farnir beint í felluna