hósdagur 8. september 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FINNBOGI FARIN
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
– Vit báðir hava kenst frá
barnsbeini. Foreldur okkara
búði í somu gøtu, Víkaveg-
num, og tað var bara eitt
hálvt ár millum okkum,
sigur Vilhelm Johannesen,
løgtingsmaður, í eini við-
merking,
nú
Finnbogi
Ísakson er deyður.
Finnbogi var hálvt ár
yngri enn Vilhelm, so teir
hava ikki gingið í flokki
saman í skúlanum.
– Men vit høvdu nógv
saman sum smádreingir.
Eitt nú spældu vit fótbólt
saman. Hvør býlingur í
Klaksvík hevði sítt fót-
bóltslið, greiðir Vilhelm
frá.
Teir báðir komu at kenn-
ast rættuliga væl seinni.
Finnbogi fór ungur til
Havnar á studentaskúla.
Hann var uppstillarður - og
valdur á ting í 1966.
Vilhelm var fyrstu ferð
uppstillaður í 1970, og teir
báðir høvdu mangar polit-
iskar dystir á valfundum í
Norðoyggjum, sum fram-
vegis verða havdir á munni.
Í 1980 vóru teir báðir valdir
á ting fyri Norðoya valdømi
- og komu teir tá at sam-
starva rættuliga nógv, bæði
sum tingmenn og sum sam-
gongufelagar.
Upp gjøgnum sjeytiárini
høvdu teir báðir eisini nógv
samstarv. Vilhelm Johanne-
sen var blaðstjóri á Sosial-
inum, meðan Finnbogi var
blaðstjóri á Tíðindablað-
num.
– Tað var Finnbogi Ísak-
son, sum ruddi slóð fyri
ótraditionellu samgonguni
eftir løgtingsvalið í 1974,
sum endaði við, at Javn-
aðarflokkurin, Tjóðveldis-
flokkurin og Fólkaflokk-
urin skipaðu samgongu í
januar í 1975, sigur Vil-
helm Johannesen.
– Tá kom Finnbogi til
mín eitt kvøldið og bað
meg koma niðan at vitja
Atla Dam. Tað sum spurd-
ist burtur úr hesi vitjan var
samstarvið millum Javn-
aðarflokkin,
Tjóðveldis-
flokkin og Fólkaflokkin -
hetta var óroynt, óhoyrt og
eingin hevði droymt um
slíka samgonu, men her
vísti Finnbogi Ísakson, at
hann tordi at ganga nýggjar
og óroyndar leiðir í poli-
tikki.
Vilhelm Johannesen sig-
ur, at hetta var ein sera
virkin samgonga. Sam-
starvið og politiska gongu-
lagið var sera gott árini
1974-1978, og nógv stór-
mál vóru á skránni, eitt nú
keypið av nýggja Smyrli og
yvirtøkan av Postverkinum,
har Finnbogi setti tveir
virðiligar varðar eftirs eg,
heldur Vilhelm Johanne-
sen.
Vilhelm sigur, at Finn-
bogi var ein ótrúliga gløgg-
ur politikari. Hann gjørdi
nógv fyri løgtingið sum
stovn. Slóðaði fyri at
byggja nýtt løgtingshús,
men tá meiriluti ikki fekst
fyri tí, fekk hann gongd á
umbyggingina av løgtings-
húsinum og telefonverks-
bygninginum, har tvey tey
fyrstu
byggistigini
eru
liðug, meðan tað triðja
bíðar eftir, at Føroya Tele
flytir út úr bygninginum á
Tinghúsvegnum.
- Nógv er mist við Finn-
boga Ísakson. Men sjálv-
andi er missurin størstur
hjá Ásu og næstringunum,
sigur Vilhelm Johannesen.
12
Nr. 170 - 8. september 2005
Tøkk
Øllum tykkum mongu, sum á ymiskan hátt
gleddu meg og gjørdu 70 ára dagin 19.
august so hugnaligan, takki eg hjartaliga.
Bestu heilsur
Brynjólvur Petersen
Týskvøldið 30. august andaðist elskaða kona,
mamma, omma og langomma okkara
Sigrid Petrine Andreasen
65 ára gomul.
Jarðarferðin verur úr Akranes kirkju fríggjadagin
9. september kl. 16.00.
Vegna tey avvarðandi
Brandur
Ingun v/ familju, Johannes v/ familju og Signar
Tey,ið vilja minnast Sigrid,kunnu lata eina peningagávu til
konto 9181 4264632 í Føroya Sparikassa
– Eg minnist Finn-
boga sum ein
dugnaligan politik-
ara. Hann var álitis-
maður, og hóast vit
ikki altíð vóru
samdir um alt, so
bar tað altíð til at
tosa við hann um
tingini. Hann var
góður at samstarva
við, sigur Jógvan
Sundstein, fyrrver-
andi løgmaður
FINNBOGI FARIN
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
– Eg bleiv skakkur, tá ið
eg fekk tíðindini í morg-
un um, at Finnbogi var
farin. Hann fór á alt ov
ungum aldri, og eg vil
siga mína samkenslu til
Ásu og familjuna, sigur
Jógvan Sundstein, fyrr-
verandi løgmaður.
– Eg og Finnbogi hava
arbeitt nógv saman í
politikki. Eg kom í løg-
tingið í 1970, og hann var
komin inn fýra ár framm-
anundan. Vit arbeiddu
saman í tinginum, og í
1975 vóru vit við til at
skipa nýtt landsstýri,
sum var nýskapandi í før-
oyskum politikki.
– Eg minnist Finnboga
sum
ein
dugnaligan
politikara.
Hann
var
álitismaður, og hóast vit
ikki altíð vóru samdir um
alt, so bar tað altíð til at
tosa við hann um tingini.
Hann var góður at sam-
starva við.
– Eg hava bara gott at
bera honum, og tíverri er
hann farin alt ov ungur,
sigur Jógvan Sundstein.
Slóðbrótandi
fjølmiðlamaður
Jógvan Sundstein:
– Finnbogi var
álitismaður
– Finnbogi hevði
dirvi at gera tingini
øðrvísi, og í Sjón-
varpinum var hann
ein drívmegi at
skapa tað nýggja.
Hann kom við hug-
skotum og setti tey í
gongd, sigur Jógvan
Jespersen, stjóri fyri
Kringvarpið
FINNBOGI FARIN
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Jógvan Jespersen, stjóri
fyri Kringvarp Føroya,
hevur havt nógv sam-
starv við Finnboga Ísak-
son í fjølmiðlasaman-
hangi.
– Eg lærdi Finnboga at
kenna, tá ið eg síðst í
70'unum kom í Útvarpið
at arbeiða, og eg kom av
álvara at kenna hann í
1984, tá ið vit báðir vóru
við til at byrja føroyska
Sjónvarpið. Tað var sum
ein familja í Sjónvarp-
inum, og tað vinarlagið,
sum vit fingu har, hevur
vart síðani, sigur Jógvan
Jespersen.
– Bæði politiskt og í
øðrum viðurskiftum eyð-
kendi tað Finnboga, at
hann var ótrúliga góður
til at síggja samanhangin
í tingunum. Hann var vit-
ugur, og hann dugdi væl
at analysera.
– Málsliga var hann
eisini sera væl fyri, og
hann hevði ógvuliga góð
evni at úttrykkja seg
bæði á skrift og í talu.
Hann var sera greiður, og
hann fekk altíð sín boð-
skap fram.
– Finnbogi hevði dirvi
at gera tingini øðrvísi, og
í Sjónvarpinum var hann
ein drívmegi at skapa tað
nýggja. Hann kom við
hugskotum og setti tey í
gongd.
– Finnbogi kom at
starvast í Útvarpinum í
60'unum, og hann hevur
líka síðani havt tætt til-
knýti til Útvarpið og
verið ein hollur vinur hjá
Útvarpinum, sigur Jógv-
an Jespersen.
Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður:
Tordi at ganga nýggjar
og óroyndar leiðir
Tað sigst, at Finnbogi Ísakson var orsøkin til ta ótraditionellu samgonguna millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og
Fólkaflokkin í 1975