Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. september 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 170 - 8. september 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Henrietta Petersen, Oyndarfjørður, vanliga nevnd Jetta, fer til gravar úr Oyndarfjarðar kirkju hósdagin klokkan 14. Tey, ið vilja minnast Jettu kunnu lata eina Missiónshúsinum í Oyndarfirði eina gávu. Konto í Føroya Banka. Sigrid Petrine Andreasen, fer til gravar úr Akranes kirkju fríggjadagin 9. september klokkan 16.00. Tey, ið vilja minnast Sigrid kunnu lata eina peningagávu á konto í Føroya Sparikassa, 9181- 426.463.2 Kistan við Magnus Louis Poulsen, vanliga nevndur Louis í Kunoy, fer úr kapellinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi heim í Christianskirkjuna mikukvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni hósdagin klokkan 13:30. Tey, ið vilja minnast Louis kunnu lata Missiónshúsinum Emmaus eina peningagávu. Konto í Norðoya Sparikassa. Elisabeth Jacobsen, vanliga nevnd Betti, Hósvík, andaðist á Ellisheiminum í Miðvági sunnukvøldið 4. september, 89 ára gomul. Kistan fer av Ellis- heiminum hóskvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Hósvíkar kirkju fríggjadagin klokkan 14.00. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Betti, kunnu lata Ellisheiminum í Miðvági eina gávu, konto í Føroya Sparikassa Kistan við Hjalta Næss fer úr kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi hósdagin klokkan 17. Jarðarferðin verður úr Missiónshúsinum í Hvalba fríggjadagin klokkan 13. Kistan við Erling Jacobsen úr Sørvági, ættaður av Slættansi, fer av Ellisheiminum í Miðvági í dag (mikudagin) klokkan 17. Jarðarferðin verður úr Sørvágs kirkju hósdagin klokkan 14. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Erling kunnu lata Ellisheiminum í Vágum eina peninga- gávu. Andlát og jarðarferðir Dagurin 8. september. Mariumessa um heystið. Hildin sum føðingardagur Mariu. Dagurin er dilkadagur. Tríggir dagar um heystið verða nevndir dilkadagar. Teir eru mariumessa 8. september, mikkjalsmessa 29. september og alhalgunardagur 1. novenber. Tá var okkurt serstakt havt til matna, helst av seyði, og dilkur var tann matur róptur, sum etin varð. 100 ára føðingardagur Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá okkara kæra mamma, vermamma og omma Thurid Holm Jacobsen doyði og varð jarðað. Vit takka kórinum, samkomunum í Hebron, Ebenezer og Kristnastovu, og øllum, sum hjálptu. Takk fyri blómur, kransar og gávur til Akurin. Familjunnar vegna Dánjal Jákup, May-Britt, Magnus og Anna Sofía Tað kennist sera løgið at eg sitið her og vil royna at skriva nøkur orð um mína elskaðu ommu, ja, næstan óveruligt, hon sum hevur haft so stóran týdning fyri meg og míni. Omma var ein sera livandi per- sónur, hon var so nærverandi og var so áhuga í øllum, sum rørdi seg rundan um hana, tað sum upptók meg, ja, tað upptók eisini hana, ongantíð hugsaði eg um at hon var so gomul og at eg tí ikki kundi fortelja henni ávís ting, nei, ein kundi tosa við hana um alt, og ein hevði altíð eina kenslu av at hon livdi seg inn í støðuna hjá einum. Tá ein soleiðis steðgar á og hugsar um tíðina, sum farin er, ja, so eru so sera nógv minnir, sum liva eftir ommu, eg og systrar mínar hava mangan tosa um, hvussu stuttligt tað var tá omma, abbi og vit tríggjar plagdu at fara útferð um summarið. Omma og abbi pakkaðu bilin við øllum, sum havast skuldi við, og so fóru vit - og helst gekk leiðin til eitt stað, sum ein á eisini var. Abbi setti so tjaldi upp, eitt lítið reytt við bláum taki og omma fór at kóka døgurða á einum primusi, sum altíð var við og ímeðan stuttleikaðu vit okkum í ánni, jú, tað eru minnir ein hevur lagt sær í geyma. Eisini havi eg mangan hugsað við takksemi aftur á allar løturnar eg sum smágenta slapp at hjálpa ommu at baka smákøkur til høgtíð- irnar, hon hevði so gott tol at hava meg uppi í, tað havi eg mangan hugsa nú, eg sjálv havi børn sum vilja sleppa at vera uppi í bak- ingini, og nú tá eg sjálv baki smá- køkur, so eru tað fleiri av sløg- unum, sum omma lærdi meg, hvussu eg skuldi gera, jú eg havi verið sera heppin at eiga eina so góða og kærleiksfulla ommu. Fyri børnini hjá okkum er tað ein sera stórur missur at ommulang ikki er longur, hon fylgdi so væl við, hvat tey tókust við, um tað var ítróttur ella hvat nú rørist í tann- áringum, so dugdi hon at vera á sama støði sum tey. Hevði eg sagt henni at Ingibjørg ella Thomas Juul skuldu spæla dyst, ja, so ringdi hon heim tann dagin og spurdi:"Nú hvussu gekk, hvat bleiv úrslitið, hvussu gekk hjá honum í málinum ella skoraði hon nakað mál"?,hetta fari eg at sakna so nógv, og eg sakni tað longu. Petur og omma høvdu eitt serligt forhold, tey kundu spæla LUDO, sum ongin annar ger tað, omma dugdi so væl at fáa spenning í, so tað var lívligt við borið, tá tey spældu. Jú tómrúmið er sera stórt eftir ommu, vit hava haft so sera stóra gleði og vælsignilsi av ommu, hon hevur í tí stilla fylt so ótrúliga nógv í dagligdegnum hjá okkum her heima í Jansstovugøtu. Eg veit ikki hvussu ofta hon hevur ringt heim og spurt:"Nú vælsigna, hevur tú nógv at strúka"? Og sum oftast var svarið "ja" og so fór Sólbjørn út eftir henni, og so sat hon her og streyk fyri meg, og sá hon at tað lógu nakrir óparaðir sokkar, ja, so ornaði hon tað, ofta meðan hon og Petur sótu á songini hjá honum og hugdu eftir eitt nú "Far til fire". Ja, minnini eru nógv og góð, men eitt er gott at vita, og tað er at vit skulu møta ommu og øllum hinum, sum undan eru farin, aftur, heima har sum sangurin ongantíð tagnar, og alt bara er gott. Við hesum orðum vil eg lýsa frið yvir minni um elskaðu ommu mína. Ruth Minningarorð um mína elskaðu ommu Ellu Askham fødd 24. februar 1916 deyð 2. september 2005 Kunngjørt verður, at kæra mamma, vermamma, omma og langomma Elisabeth Jacobsen Vanliga nevnd Betti Hósvík andaðist á Ellisheiminum í Miðvági, sunnukvøldið 4. september, 89 ára gomul. Kistan fer av Ellisheiminum hóskvøldið kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Hósvíkar kirkju fríggjadagin kl. 14.00. Fyri tey avvarðandi Bjarti, Friðjón, Eyðun og Virgar Tey,ið vilja minnast Betti,kunnu lata Ellisheiminum í Miðvági eina gávu til konto í Sparikassanum TÍÐINDASKRIV Leygardagin 10. sep- tember 2005 fyllir Karin Joensen úr Fuglafirði, sum býr á Eysturoyar Røktar- og ellisheimi, 100 ár. Í hesum sambandi verður »Opið hús« sum familjan, heimið og Fuglafjarðar kommuna skipa fyri í felag, tann 10. september millum kl. 15.00 og 17.00, har øll eru hjartaliga vælkomin. Hetta sama tíðarbil verða eisini almenn um- boð, stýrislimir og um- boð fyri bý- og bygda- ráðini í Eysturoynni boðin at heilsa henni.