hósdagur 8. september 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 170 - 8. september 2005
Ongar ætlanir eru um
fleiri kommunusam-
anleggingar í Norð-
oyggjum, men komm-
unurnar eru áhugað-
ar í at samstarva á
onkrum ávísum øki
SAMANLEGGINGAR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Eftir at Klaksvíkar komm-
una og Mikladals komm-
una fyri sløkum tveimum
árum síðani løgdu saman í
eina kommunu, hava tað
ikki verið ítøkiligar sam-
ráðingar við aðrar komm-
unur í Norðoyggjum um at
koma upp í samstarvið.
– Prátið við svínoyingar
snýr seg í fyrstu syftu ikki
um samanlegging, men
heldur um samstarv á onkr-
um ítøkiligum øki, sigur
Steinbjørn O. Jacobsen,
borgarstjóri í Klaksvíkar
kommunu.
Hann sigur, at tað eru
ongar ítøkiligar ætlanir um
fleiri kommunusamanlegg-
ingar í Norðoyggjum.
Barnaverndin
Umframt Klaksvíkar komm-
unur, eru seks aðar smærri
kommunur í Norðoyggjum.
Hesar kommunur arbeiða
í løtuni við møguligum
samstarvi á barnaverndar-
økinum.
– Vit hava boðið hinum
kommunum í Norðoyggj-
um til samstarv á hesum
øki. Vit hava eina vælvirk-
andi og fakliga sterka sosi-
ala deild í Klaksvíkar
kommunu, og tí er tað upp-
lagt, at vit samstarva í øll-
um
Norðoyggjum
um
barnaverndina,
heldur
Steinbjørn O. Jacobsen.
Fundur verður millum
kommunurnar um hetta
mál tann 12. september.
Mótvekt til Havnina
Klaksvíkar kommunu hev-
ur í hesum árinum eisini
lagt upp til samstarv tvørtur
um Leirvíksfjørð, nú Norð-
oyatunnilin verður veru-
leiki um eitt lítið ár.
Samband hevur verið
millum Klaksvíkar komm-
unu og kommunurnar í
Leirvík,
Fuglafirði
og
Gøtu, men hetta mál er
onga veg komið enn.
– Skulu vit hava eitt
kraftsentur sum mótvekt
ímóti Havnini, so er tað í
hesum økinum, at tað skal
vera, sigur Steinbjørn O.
Jacobsen.
Hann heldur, at Klaksvík
og kommunurnar í Eystur-
oynni væl kunnu samstarva
um ávís øki.
Mándagin fundaðust
umboð fyri Klaksvík-
ar kommunu við
bygdaráðið í Svínoy
um møguligt sam-
starv frameftir. Borg-
arstjórin í Klaksvík
sær nógvar møguleik-
ar í Svínoynni, um
oyggin bara fær
møguleikar at menna
seg. Verður ikki okk-
urt gjørt, fer støðan í
oynni at versna
KOMMUNUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Mánadagin vitjaðu trý um-
boð fyri Klaksvíkar komm-
unu í Svínoynni, har fundur
var um møguligt samstarv
millum Klaksvík og Svínoy.
– Talan er ikki um nakrar
beinleiðis
samráðingar,
men var hetta ein fundur,
har umboð fyri kommunu-
stýrini
bæði
kunnaðu
hvønn annan um viður-
skiftini, stóð at lesa í einum
tíðndaskrivi, sum Stein-
bjørn O, Jacobsen, borgar-
stjóri í Klaksvík, og Eyðun
Jacobsen, borgarstjóri í
Svínoy, sendu út týsdagin.
Umframt samstarv um
ítøkilig øki, vóru fyrimunir
og vansar við eini møgu-
ligari samanlegging eisini
umrøddir.
– Eftir ein góðan og
gevandi fund eru partarnir
samdir um hvør í sínum
lagi at umhugsa og lýsa
møguleikarnar, og - tá báðir
partar eru tilreiðar til tess -
at hittast aftur á einum
seinni fundi, skrivaðu borg-
arstjórarnir í tíðindaskriv-
inum.
Ferðsambandið
avgerandi
Steinbjørn O. Jacobsen,
borgarstjóri í Klaksvík,
heldur, at tað liggja ótøm-
andi møguleikar í Svín-
oynni, um oyggin bara fær
møguleikan at menna seg.
– Ongastaðni í Norð-
oyggjum er so nógv og gott
slættlendi, sum tað er í
Svínoy, og har kann mann
bara ímynda sær, hvat
kundi verið gjørt, sigur
Steinbjørn O. Jacobsen.
Og tá ið tosað verður um
at menna oynna, eru teir
báðir borgarstjórarnir á
einum máli um, at ferða-
sambandið spælir ein av-
gerandi leiklut.
– Vit eru púra samdir um,
at skal oynni verða lív
lagað, so má farleiðin mill-
um Svínoy og restina av
landinum bøtast munandi,
soleiðis at bæði akfør og
fólk lættliga og fleiri ferðir
dagliga kunnu ferðast til og
frá oynni.
Umboðini fyri Klaksvík-
ar kommunu lovaðu at
virka fyri, at ferðasam-
bandið til Svínoyar verður
betrað.
Vilja hava tunnil
Kommunustýrið í Svínoy
hevur ta greiðu støðu, at
rætta loysnin fyri oynna er
ein tunnil frá bygdini yvir í
havnina, har ein ferjulega
eigur at verða gjørd. Hað-
ani er siglingartíðin inn til
Hvannasunds umleið 15
minuttir.
Ein slík farleið hevði
gjørt tað møguligt hjá svín-
oyingum og øðrum verða
búgvandi í Svínoy og hava
arbeiði inn á meginøkinum,
og tað sama tann øvugta
vegin.
– Tað má gerast púra
greitt fyri landsmyndug-
leikunum og øllum Føroya
fólki, at verður arbeiðið
upp á hesa farleið ikki
byrjað sum skjótast, so hon
kann takast í brúk um heilt
fá ár, so fer støðan í Svínoy
bara at versna, siga borgar-
stjórarnir í tíðindaskrivin-
um.
– Undirritaðu kommunur
eru tí á fundi í dag komnar
ásamt um í felag at heita
staðiliga á landsins mynd-
ugleikar um beinanvegin at
seta í verk tær neyðugu for-
kanningarnar og fyrireik-
ingarnar og at seta tann
neyðuga peningin av á
komandi løgtingsfíggjar-
lógum.
Svínoyingar tosa við
Klaksvík um samstarv
Samstarva um barnavernd
Umboð fyri Svínoyar og Klaksvíkar kommunu hittust í Svínoy mánadagin. Frá vinstru: Jógvan Olsen, kommunustýrislimur í
Svínoy, Jógvan Edmund á Geilini, kommunustýrislimur í Svínoy, Eyðun Jacobsen, borgarstjóri í Svínoy, Steinbjørn O. Jacobsen,
borgarstjóri í Klaksvík, Jákup Mikkelsen, býráðslimur í Klaksvík, og Torleif Sigurðsson, býráðslimur í Klaksvík
Koyrdi ólógliga
ígjøgnum
tunnilin
Ein framligur motor-
súkkluførari varð sunnu-
kvøldið tikin av løg-
regluni, tí hann hevði
koyrt ígjøgnum Norðoya-
tunnilin.
Motorsúkklan
fór
strúkandi ígjøgnum tunn-
ilin um ellivu-tíðina, og
maðurin varð alt fyri eitt
meldaður til løgregluna í
Klaksvík. Løtu seinni
varð maðurin tikin.
– Tað er beinleiðis lívs-
hættisligt at koyra ígjøg-
num tunnilin við bensin-
motori. Tað er soleiðis, at
tað eru lummar av luft
inni í tunnlinum, sum
bilar við bensinmotori
kunnu festa í. Tað er als
ikki
loyvt
at
koyra
gjøgnum tunnilin, og tey,
sum bróta forboðið, vera
meldað til løgregluna,
veit Norðlýsið at siga av
politistøðini í Klaksvík.
ek
Meira útvarp
úr Atlantis
Leygarkvøldið klokkan
sjey verður tann fyrsta av
fýra beinleiðis útvarps-
sendingum
úr
ment-
anarhúsinum Atlantis í
Klaksvík.
Hesar sendingar vóru
eisini á skránni hjá Út-
varpi Føroya í fjør, og tær
eydnaðust sera væl. Nú
verður eitt nýtt umfar av
sendingum,
og
aftur
hesaferð er tað Gunnar
Nolsøe, sum skipar fyri.
Í fyrstu sendingini fer
hann millum annað at
práta við Niklas Hera
Jákupsson um ymiskt.
Livandi tónleikur verð-
ur eisini í sendingini, og
húsaorkestrið er mannað
við Magna Husgaard,
Eyðuni Nolsøe, Mikkjali
Hvannastein
og
Jens
Paula Joensen. Leygar-
kvøldið verður Nicolina
Rubeksen solistur hjá
teimum.
Fólk
kunnu
eisini
sleppa inn at hyggja og
lurta, og atgongumerki
kunnu keypast á Shell-
støðini í Klaksvík.
ek
Viðgera olju-
avgjaldið
Í dag verður løgtings-
fundur, har uppskotið um
at broyta oljuavgjaldið
kemur til fyrstu viðgerð.
Í blaðnum í gjár skrivaðu
vit, at Miðflokkurin hev-
ur lagt uppskotið fram,
men vit nevndu ikki, at
tað hevur flokkurin gjørt
saman við Sjálvstýris-
flokkinum. Teir báðir
smáu andstøðuflokkarnir
standa tí í felag aftan fyri
uppskotið.
ek