hósdagur 8. september 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 170 • mikudagur • 8. september 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Dómara-
skeið um
vikuskiftið
Sum liður í fyrireikingun-
um til komandi kapping-
arárið, skipar Hondbólts-
dómarafelagið fyri skeið-
ið um vikuskiftið
Aftur í ár er tað danski
Frank Smith, sum kemur
upp at halda skeið fyri
føroyingunum.
Hann kemur til landið
fríggjadagin, og leygar-
dagin verður so skipað
fyri lítlari kapping fyri
bæði menn og kvinnur.
Kvinnurnar byrja kl. 9,
og verða tað liðini hjá
Kyndli, Neistanum og
VÍF, sum fara at spæla.
Kl. 12 fara so mansliðini
hjá Kyndli, KÍF og H71
undir sínar dystir.
Ætlanin við hesum er so
eisini, at dómararnir fáa
nakrar dystir, og at Frank
Smith síðani skal eftir-
meta avrikini, eins og
hann helst skal kunna
geva nøkur góð ráð um,
hvar dómararnir kunnu
betra seg.
-mørk
Dómarar
Jolla sær
framvegis
Føroya Bjór og føroyska
hondbóltsdómarafelagið
hava longt um sponsor-
sáttmálan,
sum
varð
gjørdur undan kappingini
í fjør.
Upprunaliga var talan
um eitt-ára sáttmála, og
hendan hava báðir partar
helst verið nøgdir við.
Somikið nøgdir, at sátt-
málin nú er longdur í tvey
ár.
Um dómararnir so bara
at Jolla sær, ella um teir
nú eisini kunnu fáa sær
eitt sindur av Sisu, sum
Føroya Bjór eisini fram-
leiðir, verður tó ikki
upplýst.
-mørk
Nú fær Helgi kjansin
4th Klaksvík Inter-
national byrjar 16.
septembur og vónir-
nar fyri normum eru
kanska bjartari enn
nakrantíð. 15 ára
gamli Helgi Dam
Ziska er spentur til
avbjóðingina
ALTJÓÐA
TALVKAPPING
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Tíggjunda altjóða kapping-
in í Føroyum fer av bakka-
stokki 16. septembur. Talan
er um 4th Klaksvík Inter-
national. Tað var Rani
Nolsøe, sum saman við
góðari hjálp frá serliga
Mogens
Nielsen,
legði
lunnar undir tí eftirhondini
siðvondu talvkappingini.
Umframt kappingarnar í
Klaksvík, hava føroyskir
topptelvarar
havt
fleiri
aðrar spennandi avbjóðing-
ar og møguleikar at gera
seg altjóða galdandi í heim-
landinum. Eitt nú varð
Landsliðsbólkurin í FM
2003 ein blandingur av út-
lendskum tittultelvarum og
føroya sterkastu telvarum.
Og Suðuroyggin er nú
vorðin karmur um eina
altjóða kapping, sum eftir
øllum at døma verður aftur-
vendandi. Í 2006 verður
2nd Suðuroy International
leikt í Vági.
Søguligur normur á
Tvøroyri
Fyrsta altjóða kappingin í
Føroyum, har møguleiki
var at vinna sær normar,
varð telvað í Útvarpshøllini
í 1986. Men vit skulu tó
heilt fram til 1st Suðuroy
International í juni í ár, fyri
at fáa fyrsta føroyska
altjóða meistaranorm (IM-
norm) á føroyskari jørð.
Hetta hendi tá Hans Kristi-
an ognaði sær ein norm,
umframt at verða vinnari av
kappingini. Tí er normurin
hjá Hans Kristiani á Tvør-
oyri søguligur.
Flóvin Tór Næs (3 norm-
ar), John Arni Nielsen (2),
Heini Olsen (1) og Helgi D.
Ziska (1) hava allir vunnið
sær normar uttanlanda.
Undantikið normin hjá
Hans Kristiani á Tvøroyri,
hevur eingin føroyingur enn
verið serliga tætt við í hin-
um altjóða kappingunum í
Føroyum. Tí var fyriskiparin
av flestu altjóða kappingun-
um seinastu árini, Rani
Nolsøe, sera fegin um úr-
slitið hjá Hans Kristiani.
Tey trý h´ini
Føroyingarnir sum sleppa at
royna seg í 4th Klaksvík
International verða Heini
Olsen, Hans Kristian Sim-
onsen og Helgi D. Ziska.
Umframt at hava forstavin h
til felags, hava allir ognað
sær ein norm í part. Heini
vann sær sín fyrsta norm í
januar 2004, tá hann vann
eina kapping í Oslo. Hans
Kristian ognaði sær sín
fyrsta norm sum kunnugt á
Tvøroyri, á sjálvari Jóan-
søku, meðan Helgi hevur
tann feskasta normin av
teimum trimum, nevnliga
frá Politiken Cup seinast í
juli.
Helgi hevur góðar
vónir
Serliga áhugavert verður at
fylgja Helga í Klaksvík.
Helgi er einans 15 ár, men
hevur longu vunnið FM í
snartalvi tvær ferðir, varð
unglingaføroyameistaraska
pin í 2004, fekk deilt 3.
pláss í FM 2005 og hevur
ein altjóða meistaranorm í
skjáttuni. Alt innan hálvt-
annað ár. Øgilig og óhoyrd
úrslit fyri ein so ungan
mann.
Vit hava spurt Helga
hvørjar vónir hann hevur,
nú hann av álvara sleppur at
royna seg í altjóða kapping.
- Jú, vónirnar hjá mær
eru sum heild góðar. Eg
havi fyrireikað meg sein-
astu tíðina og havi eitt nú
hugt at mótstøðumonnun-
um. Endi eg onkrastaði mítt
í, verði eg nøgdur, sigur
Helgi.
Í fyrireikingini hevur
Helgi higartil lagt mestan
dentin á byrjanarspæl.
- Byrjanarspæl havi eg
altíð studerað nógv og tað
fari eg eisini at leggja meg
eftir í fyrireikingini til 4th
Klaksvík
International.
Men eg fylgi eisini væl við
altjóða sterkum kappingum
og taki til dømis flestu talv-
ini hjá teimum sterku
ígjøgnum. Tað gevur íblást-
ur, sigur Helgi.
Helgi hevur sum sagt
havt eina óhoyrda fram-
gongd í seinastuni.
- Eg eri stórliga ovfarin
av mínum egnu úrslitum
seinasta árið. Hóast norm-
urin í Keypmannahavn í
summar sjálvandi hevur
givið mær eyka sjálvsálit,
hugsi eg ikki beinleiðis um
at fara eftir normi og kapp-
ingarsigri í Klaksvík. Fyrst
og fremst gleði eg meg at
sleppa at telva aftur, sigur
Helgi at enda.
Í komandi viku fara vit at
hyggja nærri at hinum
føroysku umboðunum og
útlendsku luttakaranum.
Altjóða kappingar í Føroyum:
(Við møguleikum fyri normum)
1986: IM-kapping í Útvarpshøllini.
1987: NM fyri einstaklingar,Tórshavn.
1997:Visa-Nordic kappingin,Tórshavn.
2000: 1st Tórshavn International,Tórshavn.
2002: 1st Klaksvík International,Viðareiði.
2003: FM Landsliðsbólkurin,Tórshavn.
2003: 2nd Klaksvík International, Klaksvík.
2004: 3th Klaksvík International, Klaksvík.
2005: 1st Suðuroy International,Tvøroyri.
2005: 4th Klaksvík International, Klaksvík.
FAKTA
Hóast hann bara er 15 ár, so hevur Helgi Dam Ziska higarti
lvunnið FM í snartalvi tvær ferðir. Verið unglingameistari
eina ferð. Og hartil hevur hann eisini ognað sær IM-norm, tá
hann gjørdi bart og vann stóru kappingina í Suðuroy
Hans Kristian Simonsen hevði eina minni góða kapping, tá
NM var á skránni, men í Klaksvík leitar hann eftir sínum
næsta IM-normi