Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. september 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 170 - 8. september 2005 Ov lágt tímatal í KÍ- høllini saman við vantandi undirtøku í dreingjadeildunum hevur við sær, at tað í vetur bara verða gentur og kvinnur, sum fara at spæla hondbólt í Klaksvík HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað eru keðiligu boðini, sum Hondbóltsfelagið Stjørnan í heyst hevur givið limum sínum. Mannfólkahondbólturin hevur annars í nógv ár havt trupul kor í Klaksvík, og tað er heldur ikki síðani eina ferð í 80'unum, at felagið veruliga gjørdi um seg í bestu mannfólkarøð- ini. Felagið hevði tó lið í bestu mansdeildini fram til miðskeiðis í 90'unum, men síðani hevur tað verið ógvuliga smátt við hesum. Ikki minst tí hondbólturin í býnum er í sera harðari kapping við fótbóltin, sum tykist hava størri atdráttar- megi. Fram til seinasta vetur hevur talan tó verið um hondbólt í triðbestu mans- deildini og í dreingjadeild- unum í felagnum, men tann parturin er so eisini av fyri- bils. – Tú kanst definera trup- ulleikan á ymsan hátt, men í stóran mun er hesin prakt- iskur. Veruleikin er, at vit hava bara eitt ávíst tal av tímum í høllini, og hetta tal er nakað væl lægri, enn vit kundu ynskt okkum. Skuldu vit havt bæði gentu- og dreingjadeildirnar koyr- andi, vildi avleiðingin ver- ið, at hvørt lið bara hevur ein venjingartíma um vik- una, og tað halda vit vera ov lítið, sigur Kristoffur Ragnarsson, formaður í Stjørnuni. Hann vísir eisini á trupul- leikan, sum felagið hevur at dragast við, tá fót- og hond- bólturin kappast um somu spælarar. – Í fjør høvdu vit lið í kappingunum upp til dreingir 14, men so hvørt sum fótbóltsárið fór ígongd, máttu vit taka hesi lið úr kappingini, tí grund- arlagið undan liðunum hvarv. Og tann gongdin hevur tíverri verið tann sama í eini tvey til trý ár. So kann væl vera, at vit ikki hava gjørt okkara fótarbeiði nóg væl í so máta, men skuldu vit velja, so valdu vit altso at halda fast um kvinnudeildina, har áhugin hevur verið munandi størri. Men merkir tað so, at Stjørnan framyvir bert verður fyri annað kynið? – Nei. Tað er so á ongan hátt meiningin. Tað liggur eisini í kortunum, at vit í umskipanini av ognarviður- skiftunum kring høllina fáa eitt størri tímatal. Og tað skal eingin ivi vera um, at vit tá aftur vilja seta dreingjahondbóltin ígongd, staðfestir Kristoffur. Eingi mannfólk í Stjørnuni FIFA ásetti nýggjan dyst Eitt grovt dómaramistak hevði við sær, at dysturin millum Usbekistan og Bahrain skal spælast umaftur Hetta hevur FIFA gjørt av, eftir at ein heldur marg- háttlig hending tók seg upp í dystinum. Usbekistan vann dystin 1-0, men líkt var til, at sig- urin skuldi gerast enn tryggari, tá teir fingu brots- spark. Tá hetta varð skotið, kolldømdi dómarin spark- ið, tí áleyparar vóru komnir í brotsteigin, áðrenn sparkað varð, og tað hevur hann sum so allan rætt til. Men heldur enn at døma nýtt brotsspark, gav dóm- arin fríspark til Bahrain, sum soleiðis fekk ein fyri- mun, sum avgjørt ikki er í tráð við lógina. Og tí hevur FIFA gjørt av, at dysturin skal spælast umaftur. -mørk Vóru við í '70 Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at Ísrael nú hevði søgu- liga møguleikan at gerast partur av HM-endaspæli, og at hetta var nakað, sum tjóðin ongantíð áður hevði roynt. Hetta var tó ikki heilt rætt. Ísrael var í 1970 við í HM-endaspælinum, men tá var tað ikki sum partur av UEFA. Landafrøðiliga liggur Ísrael ikki soleiðis fyri, at teir av sær sjálvum eru sjálvskrivaðir sum UEFA- land, men hetta varð av ymsum ávum broytt, soleiðis at landið í 1994 gjørdist partur av UEFA. Tí er møgu- leikin kortini søguligur hesaferð, tí landið stendur fyri fyrstu ferð við møguleikanum at spæla seg víðari úr undankappingarbólkunum innan UEFA. -mørk Tekur kanska ein Tour afturat Lance Armstrong umhugsar nú at útseta sína pensionistatilveru innan súkkluítróttina Hetta sigur Armstrong við amerikanska Austin American-Statesman. Armstrong hevur síðani í summar veri ákærdur fyri at hava nýtt ólóglig stimbrandi evni, tá hann hevur vunnið síni sjey Tour de France, heitið, og hesum tím- ir hann ikki áhaldandi at lurta eftir. – Eg umhugsi møguleikan. Eg haldi, at tað vildi verið besti hátturin at irritera fraklendingarnar, sigur hann í samrøðu við blaðið. -mørk Svimja í Leirvík Eftir metkappingina í Klaksvík næst seinasta viku- skifti, verður av álvara sett hol á nýggja svimjiárið. Hetta verður gjørt, tá svimjifelagið í Leirvík, Reki, er vertir fyri kapping, har bólkarnir 1, 2 og trý taka lut. Og hesaferð verður tað so í »røttu« aldursbólkun- um, at svimjararnir svimja. Metkappingin í Klaksvík var nevnliga seinasta kappingin, har aldursbýtið frá seinasta svimjiári var galdandi. -mørk Mølvig sett Føroyar á heimskortið Tað er ikki á hvørjum degi, at altjóða róðrarsamfelag- ið leggur til merkis, at kappróður eisini gongur fyri seg í Føroyum. Men nú um dagarnar var áhugaverd grein at lesa á heimasíðuni, www.worldrowing.com, har Stephean Mølvig sigur nakað um, hvussu hann kendi tað at rógva í Føroyum. Greinin greiðir hartil eisini frá søguni hjá føroysk- um kappróðri, og sum heild má sigast, at talan er um eina sera positiva mynd, sum verður teknað av før- oyskum kappróðri. Skuldi nakar ivast, so er Stephan Mølvig eisini eitt stórt navn í altjóða kappróðri. Hann var í fleiri ár partur av danska gull-fýraranum, men í ár valdi hann so at taka eina pausu frá hesum, og mest sum av til- vild lagaði tað seg soleiðis, at hann gjørdist bæði venjari og rógvari hjá Klaksvíkar Róðrarfelag. Greinin kann lesast við at fara á www.worldrowing.com Fyri at finna greinina kann t.d. Faroes tøppast inn á leitfunktiónina á síðuni. -mørk Í grein í farnu viku skriv- aðu vit nakað um fyrstu nevndina í FSF. Hetta tí táverandi nevndarlimunum vóru bodnir við á ferðini til Fraklands. Nakað sum tó ikki lá fyri hjá øllum. Í hesum skrivaðu vit, at fyrsta nevndin í Fótbólts- sambandinum taldi fimm mans, og at hesir vóru Kristian Olsen, Marcus Køtlum, Jegvan M. Elia- sen, Sverri Trónd og Børge B. Hansen. Hetta var tó ikki heilt rætt. Teir fimm mannaðu seinastu nevndina, sum sat í fótbóltsdeildini hjá ÍSF. Tá FSF varð sett á stovn í 1979, varð nevndin sam- stundis víðkað upp í átta mans. Nýggir í nevndini vóru Heri Thorsteinsson, Jón Kjær og Jens Erik Magnussen. Soleiðis vórðu tað hesir átta, sum mannaðu FSF av fyrstan tíð. Fótbóltssam- bandið varð tá skipað við tveimum nevndum – starvsnevnd og kappingar- nevnd. Í starvsnevndini var Kristian Olsen fyrsti for- maðurin, meðan Jón Kjær var næstformaður. Børge B. Hansen var fyrsti formað- urin í kappingarnevndini. At enda kann so leggjast afturat, at av teimum, sum tá mannaðu nevndina, er Jens Erik Magnussen tann einasti, sum framvegis er í nevndini hjá FSF, har hann í nógv ár hevur verið for- maður í landsliðsnevndini. Børge B. Hansen sat í nevndini fram til næst seinasta aðalfund, tá hann valdi at taka seg aftur, eftir at hava sitið 24 ár í nevnd- ini. Harav var hann í 14 ár næstformaður, umframt at hann í drúgt áramál var formaður í kappingar- nevndini. Fyrsta nevndin í FSF Soleiðis sá fyrsta nevndin í FSF út, tá felagsskapurin fór til verka í 1979. Standandi frá vinstru eru tað Sverri Trónd Hansen, Jegvan M. Eliasen, Børge B. Hansen, Heri Thorsteinsson, Jens Erik Magnussen. Húkandi síggjast Marcus Køtlum, Kristian Olsen og Jón Kjær Stjørnan hevur staðið seg sera væl á kvinnusíðuni seinnu árini. Men hjá monnunum hevur borið illa til, og nú er tann parturin av felagnum avhøvdaður fyribils