Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. september 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 170 - 8. september 2005 - Hetta er eitt stórt tiltak, og nógv viður- skifti skulu fáast uppá pláss, men vit eru fleiri um at taka hesi tøkini. Vit ganga øll við lív og sál upp í, at alt er komið uppá pláss, tá ið messan letur upp, sigur stig- takarin, Birgir Poul- sen VØRUMESSAN 2005 Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er firmaið Marknaðar- føring, sum skipar fyri Vørumessuni, ið verður í ítróttarhøllini á Hálsi í døg- unum, 9.-11. september. Birgir Poulsen, sum stendur aftanfyri Marknað- arføring, sigur, at hetta faktiskt er ein familjufyri- tøka, har kona, børn og ver- synir standa fyri megin- partinum av tí praktiska. Eitt spæl - Jú, hetta er eitt stórt tiltak, og nógv viðurskifti skulu fáast uppá pláss, men vit eru fleiri um at taka hesi tøkini. Vit ganga øll við lív og sál upp í, at alt er komið uppá pláss, tá ið messan letur upp. Birgir sigur, at fyrireik- ingarnar soleiðis eru meira eitt spæl enn ein byrða. - Vørumessan er fulltekn- að. Vit hava tilsamans 40 básar, harav onkrar fyritøk- ur hava tveir básar. Onkur nýggjur framsýnari er við hesaferð, eitt nú onkur íslendsk fyritøka, sum ikki hevur verið við áður. Stigtakarin sigur, at Vørumessan hevði 1800 vitjandi seinast, og talið seinastu árini hevur ligið millum 1600 og 1800. - Framsýningin er ikki al- menn, men er serliga ætlað handilsfólki og fólki, sum umboða stovnar og fyri- tøkur av ymiskum slagi. Vanligt hevur verið, at heil- sølur og onnur, sum sýna fram á messuni, bjóða sín- um viðskiftafólkum at koma á vitjan, og soleiðis er eisini í ár. Birgir sigur, at tey aftrat hesum hava sent út inn- bjóðingar til flestu fyritøk- ur í Føroyum. - Hetta hava vit gjørt seinastu árini, og er tað onkur, sum ikki hevur fing- ið innbjóðing, kunnu tey tekna seg á adressuni: www.messan.fo, sigur hann. Lættir um Endamálið við Vørumess- uni er at gera tað lættari hjá handilsfólki, stovnum, fyri- tøkum og øðrum at keypa sínar vørur og tænastur. - Flestu heilsølur í land- inum eru við á messuni, og tær hava nógv góð tilboð at bjóða sínum viðskiftafólki, sigur Birgir og vísir á, at fleiri fyritøkur taka nýggjar vørur heim júst í samband við messuna, og viðskifta- fólk kunnu gera rættiliga góð keyp. Birgir Poulsen vísir á, at nógv verður "handlað" á messuni, og tað eru teir handilsmenn, sum gera avtalur um keyp av ávísum vørum yvir eitt heilt ár. - Vørumessan hevur stóran týdning fyri hand- ilslívið og annars øll tey, sum keypa vørur og tæn- astur, sigur stigtakarin. Vørumessan: Ger tað lættari at keypa vørur og tænastur Aftur í ár skipar firmaið Marknaðarføring, sum Birgir Poulsen og familja hansara standa aftanfyri, fyri Vørumessu í ítróttarhøllini á Hálsi