fríggjadagur 9. september 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 171 - 9. september 2005
Hergerð málar so hugnaligt
Hon hevur áður lut-
tikið við málningum
sínum á framsýning-
um saman við øðrum.
Nú er Hergerð Joen-
sen í Havn á fyrsta
sinni við myndum
sínum í Smiðjuni í
Lítluvík
MÁLNINGALIST
Snorri Brend
Havn: Longu sum ung
keypti Hergerð Joensen sín
fyrsta málning. Og henni
hevur altíð dámað væl at
gingið til listaframsýningar.
Onkutíð kom kanska eisini
hugsanin fram, um tað var
nakað fyri hana at taka
pensil í hond og skapa síni
egnu listarverk.
Nú var tíðin so búgvin til
at Hergerð kundi vísa
øðrum nakað av tí, hon
sjálv hevur skapað sum
listarkvinna av størri og
smærri listarverkum úr
akryl og vatnlitum.
Og hesar komandi dagar-
nar hevur hon tískil lista-
framsýning í Smiðjuni í
Lítluvík við væl omanfyri
30 verkum. Framsýningin
letur upp í dag kl. 16 og er
opin til týsdagin.
Hugnaligar myndir
Hergerð vil ikki gera so
nógv burtur úr myndum
sínum. Men líkt er kortini
til, at fólki dámar tað hon
málar.
Í
Blóðbankanum
á
Landssjúkrahúsinum, har
hon starvast, høvdu tey ofta
hangandi ymiskar plakatir
sum høvdu við hetta ar-
beiðið at gera.
Hon spurdi seg einaferð
lso fyri, og fekk loyvi til at
hanga nakrar av hennara
egnu myndum upp ístaðin í
hølinum, har blóðgevarar
lata blóð.
- Og tað var ikki frítt at
blóðgevarar dámdu myndir
mínar. Tey søgdu, at tær
vóru so hugnaligar.
- Hetta var eisini við til at
geva mær áræði til at halda
áfram at mála, sigur Her-
gerð Joensen.
Hon hevur seinastu 10
árini verið á fleiri lista-
skeiðum í Danmark, m.a. í
Holbæk, og var í summar
eisini á skeiði sum varð
fyriskipað við Gjógv.
Nú fær so almenningurin
høvið til at síggja smærri
og størri listarverk, sum
henda 62 ára gamla, men
kortini
fríska
kvinnan
hevur latið úr hondum.
Landsverk og ís-
lendska felagið Ístak
hava nú skrivað undir
ein sáttamála um at
gera Hovstunnilin,
sum er tunnilin mill-
um Hov og Øravík.
Arbeiðið fer í gongd
beinanvegin og verður
liðug um hálvttriðja ár
SAMFERÐSLA
Suðuroy:
Ætlaninar við
Hovstunnlinum hava verið
ávegis í fleiri ár og eru
eisini broyttar nakrar ferðir,
áðrenn endaligu linjufør-
ingina, sum nú er løgd.
Seinastu vikurnar hava
Landsverk og SEV gjørt
klárt Øravíkarmegin til at
arbeiðið uppá Hovstunnilin
skuldi kunna fara ígongd.
Nú
er
so
sáttmálin
undirskrivaður, og er nú
greitt,
at
Hovstunnilin
verður liðugur í desember
mánað 2007. Væntandi
verður skotið ígjøgnum í
november mánaði næsta ár.
Kostnaðurin
fyri
samlaðu verkætlanina er
umleið 150 mió. kr., av
hesum fevnir sáttmálin við
Ístak um 126,7 mió. kr.
Restin fevnir um ymisk
arbeiði, sum Landsverk
skal standa fyri, skrivar
Suðurrás.
Longdin á nýggja tunlin-
um verur 2,450 kilometrar.
sb.
Hovstunnilin
fer nú í gongd
Tveir av litríku málningunum hjá Hergerð Joensen – vm.
Summar og hm. Bláa myndin – sum fólk hava høvið at síggja
teir komandi dagarnar
Mynd: Jens Kr. Vang
Havn: Arbeiðið at fáa vág-
irnar í Havn reinar heldur
fram. Higartil er m.a. løgd
ein nýggj høvuðskloakk úr
Havnará vestur í Dalavegin,
og nú verður hildið fram
eftir J. Paturssonargøtu út á
Frælsið.
Tórshavnar
Kommuna
sigur, at hetta verður gjørt
fyri at leiða allar kloakkir-
nar í eina høvuðskloakk,
heldur enn oman í vágirnar.
Næstu stigini verða at gera
kloakk framvið Skálatrøð
og at reinsa alla Rættará.
Høvuðskloakkin,
sum
gjøgnum reinsiverk rennur
út í Sersjantavíkina, verður
nú leidd longur út á
streymasjógv.
Frá teimum stóru út-
stykkingunum í Hoyvíks-
haganum verða allar klo-
akkirnar veittar út á sjógv.
Virkað verður samstundis
fyri, at alt dálkandi yvir-
flatuvatn verður reinsað og
latið aftur í áir og løkir.
Men útjaðarin í komm-
ununi skal somuleiðis hava
somu sømdir, og tí hevur
býráðið sett sær fyri at gera
arbeiðir her eisini. Í Hesti
verður tí farið undir stórt
kloakkarbeiði í næstum,
upplýsir kommunan. sb.
Reinar vágir í 2010