Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. september 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 172 - 10. september 2005 Hóast einki er váttað alment, skuldi tað verið heilt víst. Rógvi Jacobsen skiftir í næstum til danska superligufelagið, SønderjyskE FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Enn eru tíðindini ikki vátt- að alment, men tað skuldi verið heilt víst. Rógvi Jacobsen skiftir í næstum tilveruna í Íslendska KR um við eina tilveru sum yrkisleikari í Danmark. Tað hevur í Danmark ljóðað, at ein føroyingur er ávegis til danska felagið, og nú tykist vera heilt víst, hvør hesin er. Rógvi Jacobsen hevur seinasta árið spælt í Íslendska KR, har hann eisini hevur sáttmála eitt ár afturat. Men eftir øllum at døma eru feløgini komin ásamt um, at danska super- ligufelagið keypir føroyska landsliðsmannin. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á Rógva Jacobsen, áðrenn blaðið fór til prentingar. Hann var tá ávegis íslendska felagnum, og sum skilst, so skuldi tíð- indaskriv sendast út seinni í dag. Sønderjyske flutti eftir seinasta kappingarár upp í donsku superliguna, har felagið í løtuni er á einum áttanda plássi. Rógvi Jacobsen telist eftir hondini millum teir meira royndu føroysku spælararnar. Klaksvíking- urin, sum er 26 ára gamal, hevur spælt 35 landsdystir, og hevur hann skotið seks mál í hesum. Tað er Jákup í Stóru- stovu, sum eigur og rekur North Atlantic Football Agency, NAFA, sum er um- boðsmaður hjá Rógva, men tá vit høvdu orðið á hann um døgurðaleitið fríggja- dagin, segði hann seg ikki hava nakrar viðmerkingar til málið. Rógvi fer til superliguna Eftir eitt ár í íslendskum fótbólti verður tað nú í donsku superliguni, at Rógvi Jacobsen skal royna síni fótbóltsevni Føroyski tónleikarin Dia Nielsen og hinir í danska bólkinum Malurt halda sín 25 ára dag við kon- sert í stóra VEGA hós- dagin í næstu viku. Konsertin er útseld. Júst á 25 ára degnum fyri útgávuni av fyrstu plátuni hjá Malurt, Kalt Kríggj, spælir bólkurin á konsert í Keypmanna- havn. Bólkurin hevur funnið saman aftur til hesa fram-førsluna, og tað verður við sterkastu manning, at teir fara á pallin. Sangari í bólkinum er Michael Falch, og millum tón- leikararnar er føroyski Dia Nielsen, sum spæli bass í bólkinum. Malurt heldur 25 ára dagin