Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-10, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. september 2005síða 44

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 172 - 10. september 2005 Stuðulsskipanin fyri vaksin og Deildin fyri sinnisveik søkir eftir avloysara í eitt ár til skrivstovuna. Arbeiðið hjá skrivstovufólkinum fevnir um: - At samskifta við tey, ið nýta skipanina - At vera journalførari (Doculive) - At uppdatera databasu (Access) - At kanna og senda lønargjaldsumbønir til lønardeildina - Kanna innkomnar lønarseðlar - Kanna at rættar lønir eru útgoldnar - At verða skrivari hjá leiðaranum - Telefonavgreiðslu, heinta post o.a. Førleikakrøv Vit vænta, at tú hevur: - Skrivstovuútbúgving ella aðra hóskandi útbúgving - Góðan telduførleika á brúkarastigi - Hollar skrivstovuroyndir - Góð samstarvsevnir Deildin fyri sinnisveik/Stuðulsskipanin fyri vaksin kann bjóða: - Ein ágrýtnan og eldhugaðan starvsfólkahóp við góðum huglag og umsorgan fyri hvørjum øðrum. - Eitt væl virkandi arbeiðspláss í støðugari menning Lønar- og setanartreytir: Talan er um eitt avloysarastarv í eitt ár innan Heimarøktina og Serforsorgina. Løn sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sheilu Rein, málsviðgera ella leiðaran, Regin Johansen á tlf. nr. 354020 Starvið verður sett 1. oktober 2005 ella skjótast til ber aftaná. Umsóknarfreistin er 25. september 2005 og umsóknir við prógvum og viðmælum skulu sendast til: Deildin fyri sinnisveik/Stuðulsskipanin fyri vaksin Stílað Att.: Regin Johansen Løkjatún 1 160 Argir Stuðulsskipanin fyri vaksin og Deildin fyri sinnisveik fevnir um alt landið, og hevur til endamáls at veita stuðul og umsorgan til sinnisveik, menningartarnaði, seinheilaskødd og fólk við likamsbreki. Heimarøktin og Serforsorgin Deildin fyri Sinnisveik/Stuðulsskipanin fyri vaksin Skrivstovufólk til Deildina fyri sinnisveik og Stuðulsskipanina fyri vaksin Tannrøktari Í samband við at vit flyta í nýggja tannlæknastovu í Dalatúni, søkja vit eftir einum tannrøktara at byrja 1. november ella eftir nærri avtalu. Umsóknir saman við prógvum og møguligum við- mælum skulu sendast til Tannlæknastovuna í Brekkugøtu Brekkugøta 8 · 100 Tórshavn Tlf. 315158 Í seinasta lagi fríggjadagin 23. september 2005. Lýsið við brúktum bilum Lesið Sosialin http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo