týsdagur 13. september 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 173 - 13. september 2005
Vestmanna: Tað er sjáldan
at ein sær slíka sjón, sum
her á bryggjuni í Vest-
manna seinasta hósdag.
Útróðrarbáturin "Helgi"
hevði verið við kalvalínu,
og hevur havt rokfiskiskap,
má sigast.
Fongurin vá íalt 4.300
pund. Nevnast kann, at
størsti kalvin vigaði 295
pund og var 220 cm langur.
sb.
Óførur
kalvi
Svínoyingar lógu í
streymloysi mána-
náttina
STREYMSLIT
Snorri Brend
Svínoy:
Sunnukvøldið
lógu svínoyingar aftur í
streymloysi.
Eitt omanlop í oynni
gjørdi nevniliga skaða á el-
linjurnar, soleiðis at steym-
urin fór. Og soleiðis lógu
svínoyingar í streymloysi
til í gjáramorgunin.
Í bygdini er eitt neyð-ag-
gregat, men tað óhepna var
at tann maðurin, sum
kundu seta tað í gongd, var
farin av oynni sunnudagin.
Tíðliga gjáramorgunin
fóru menn frá SEV út í
Svínoynna, og fingu har
umvælt brekið, soleiðis at
bygdarfólkið aftur fekk
streymin.
Svínoyingar fáa streym
frá elverkinum á Strond, og
hava linjurnar hagani eisini
samband við Árnafjørð.
Orsakað av brekinum í
Svínoy mistu árnfirðingar
eisini streymin eitt skifti í
sunnukvøldið. Men bert
stutta tíð, tí teir fingu longu
streymin aftur seinni um
kvøldið.
Uttan streym í góðar
12 tímar
Svínoyingar mistu streymin
sunnukvøldið, og men fingu hann
aftur fyrrapartin í gjár
Føroysku limirnir í
Pleaser vóru framúr,
tá teir spældu bólkin
víðari í semifinaluna,
í stórari danskari
tónleikakapping
TÓNLEIKAKAPPING
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Tá Live Contest vitjaði
Næstved seinasta vikuskift-
ið, var talan um kapping
millum tveir bólkar við før-
oyskum limum. Pleaser við
brøðrunum Jens John og
Angrími Jacobsen kapp-
aðist í móti Amazonair við
føroyska
bassleikaranum
Sólbjarti Pæturi Sivertsen.
Tá avtornaði var Amazonair
ov stuttur, meðan Pleaser
spældi seg í semifinaluna.
Soundvenue.dk skrivar,
at uppgávan hjá dómarun-
um var sera torfør, og at
valið
beinanvegin
stóð
ímillum Pleaser og Ama-
zonair, hetta hóast hinir
luttakandi bólkarnir eisini
fáa góð ummæli. Sound-
venue sigur, at orsøkin til,
at Pleaser vann, var fyrst og
fremst tann, at bólkurin var
meira egin enn Amazonair.
Um Amazonair skrivar um-
mælarin, at bólkurin minn-
ur dekan ov nógv um Cold-
play, men at okkurt av løg-
unum er so frálíkt, at tað
luktar langt burtur av út-
varpshitti. Sangarin í bólk-
inum Jesper Sloth Møller
verður eisini róstur fyri sín
frálíka sang.
Um Pleaser skrivar um-
mælarin serliga um røddina
hjá Jens John, at hon alla-
tíðina siktar eftir himlinum,
og at hon onkuntíð rakar.
Eisini frálíka gittarspæli
hjá Arngrími fær nógv jalig
orð.
Pleaser vann á Amazonair