hósdagur 15. september 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Eyð Berghamar Jacobsen gjørdist
kend í Føroyum, tá lagið "They did
you wrong" var við í kappingini MTV
Samsung Nordic Unsigned. Lagið, sum
beiggi hennara Kári Jacobsen hevur
skrivað, vísti eina serliga song-
rødd, við einum spennandi og egnum
úttrykki.
Seinastu fimm árini hevur Eyð
savnað sær tónlistarligar royndir
uttanfyri Føroyar. Í summar varð
hon liðug við útbúgvingina, sum
musical artist á Ballet Akademinum
í Gøteborg. Nú fæst hon við tónleik,
meðan hon leitar eftir musicalarb-
eiði.
Hon hevði júst upptikið eitt eyð-
kennislag, ið skal brúkast í eini
nýggjari danskari sjónvarpssending,
tá Planet.fo hitti hana. Vit spurdu
hvaðani áhugin fyri tónleiki og
sjónleiki er komin.
Sang inn 3 ára gomul
Eyð er væl yngri enn hini systkini
og tvey av teimum fingust við tón-
leik. Beiggi hennara Kári sat í kam-
arinum og lurtaði eftir og gjørdi
tónleik. Eyð plagdi at fara inn at
lurta. 3 ára gomul sang hon fyrstu
ferð okkurt inn saman við Kára. Men
hetta var bara roks, sigur hon. Hon
var 7 ár, áðrenn hon sang naka ordi-
ligt inn. Tann sangin sigur hon seg
enn verða góða við. Í jóla- og føð-
ingardagsgávu fekk hon fløgur frá
Kára. Hon heldur, at hann hevur giv-
ið henni nógv tónlistarliga.
Sjónleikurin lokkaði
Systir Eyð, Vár og sjeikurin, ið
seinni gjørdist maður hennara, Páll
Danielsen, vóru longu tá virknir
sjónleikarar. Eyð var vanliga og
hugdi at teimum, hetta vakti áhugan
fyri sjónleiki. Hon luttók í sjón-
leikaraskeiðum og spældi m.a. við í
Leikhúsjól. Men áhugin fyri tón-
leiki var sterkari. Hon vildi ger-
ast okkurt innan fyri tónleikin,
hon vildi gerast stjørna.
Tað var ikki fyrr enn hon var far-
in undir triðja ár, á studenta-
skúlanum, at áhugin fyri sangleiki
vaknaði, at sameina sang við sjón-
leiki og dansi var upplagt.
Hon royndi at finna onkran háskúla
í Danmark, ið bjóðaði musical frá-
læru, men fann ongan. Tí valdi hon
at fara til Svørríkis, har hon gekk
á háskúlum í Skåne, áðrenn hon end-
aði á Ballet Akademinum. Hon sigur,
at tey vóru 37 av skúlanum í Skåne,
sum søktu inn á útbúgvingina. Seks
av teimum sluppu inn, Eyð var ein
teirra. Útbúgvingin tók trý ár, og
hon lærdi sjónleik, dans og sang.
Dámar at kappast
Tað er hugurin at gerast stjørna, ið
hevur verið drívmegin aftan fyri
luttøkuna, í teimum nógvu kapping-
unum.
Fyrstu ferð Eyð luttók í Ársins
Songrødd var hon 12 ár. Í 1999 lut-
tók hon í Prix Føroyum við bólkinum
Siesta í 1999. Hesin bólkur broytti
seinni navn til Deja vu, men hetta
var uttan Eyð og hinar kórgentur-
nar.
Stjerne for en aften
Meðan hon var í Skåne, hoyrdi hon
um Stjerne for en aften. Hetta var
í 2001, tað fyrsta árið kappingin
var. Eyð fór til upptøkuroynd, og
kom við í sendingina. Men kom ikki
víðari úr innleiðandi umfarinum.
Luttók í Pop Stars
Um sama mundi luttók hon í donsku
útgávuni av Pop Stars á TV2. Her
gekk rættuliga væl og hon var við
inntil 25 fólk vóru eftir, men at
endans gjørdist hon ov stutt. Hon
sigur, at hon næstan ikki varð víst
í sendingini.
Árið eftir fóru Eyð og floks-
felagarnir, til upptøkuroynd til
svensku Pop Stars. Eyð og ein vin-
kona komu víðari til triðja umfar.
Hetta var tó rættuliga óhøgligt, tí
tær skuldu til upptøkur í skúlatíð-
ini, og noyddust at ferðast til
Malmø hvørja ferð. Hon sigur, at tær
løgdu nógvan dent á skúlan og vórðu
tí sendar heim úr sendingini við tí
dómi, at tað ikki tyktist, sum um
tær vildu tað nóg illa.
Nordic Unsigned
Fyri tveimum árum síðan spældu Eyð
og Kári eini níggju løg inn. "They
did you wrong" er eitt av teimum.
Kári sendi lagið til kappingina
Nordic Unsigned. Eyð sigur, at tað
var øgiliga spennandi, tí hetta var
egin tónleikur, og tí eitt sindur
annarleiðis. Serliga at endans
gjørdist tað ordiliga spennandi.
Hon heldur, at hon er ein góður tap-
ari, og vil heldur enn fegin fara
aftur í slíkar kappingar. Tí tær eru
ein góður møguleiki at koma fram,
eisini um tú ikki vinnur - Nordic
Unsigned hevur t.d. gjørt hana
kenda í Føroyum.
Vil fegin spæla í bólki
Í løtuni fæst hon bara við tón-
leik.Hon kundi hugsað sær gjørt
eina fløgu, kanska til útlendska
marknaðin ella kanska til tann før-
oyska. Hon sigur, at hon verður út-
givin á føroyska marknaðin nú, tí
"They did you wrong" verður á
Poplist 4.
Eyð sigur, at hon hevði kunna
hugsa sær at fingið fleiri royndir
við at standa á palli, við einum
bólki, kanska einum sum spælir cov-
erløg á spælistøðum o.t.
Mær dámar væl at kappast, sigur Eyð
Berghamar Jacobsen, og júst kappingar hava
merkt hennara tónlistarligu lívsleið.
Ársins Songrødd, Prix Føroyar, Pop Stars í
Danmark og Svørríki, Stjerne for en aften
og nú Nordic Unsigned - Enn hevur hon ikki
vunnið, men hon hevur dirvið at royna
aftur..
Eg eri ein gó›ur tapari
Fakta
Navn: Eyð Berghamar Jacobsen
Aldur: 23 ár
Føðistaður: Tórshavn
Bústaður: á Nørrebro, Keypmannahavn
Yrki: Musical artistur
Frítíðar ítriv: yrkið er mítt ítriv
Ljóðføri: einki
Yndislag í løtuni: Fields of Gold
hjá Sting við Eva Cassidy
Vildi helst sungið duett við:
Kylie Minouge