Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-15, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. september 2005síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 175 - 15. september 2005 37 Mánadagin 12. sep- tember kundi Piddi Petersen í Vági, saman við konuni, Torgerð, heinta ein spildurnýggjan Ford Ka, sum tey høvdu boðið upp á og keypt fyri 90.000 krónur í sambandi 80 ára Ford-jubileum hjá P/F Wenzel BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialuin.fo Í sambandi við at Ford- bilarnir hava verið umboð- aðir í Føroyum í 80 ár, var jubileum hjá P/F Wenzel í Akranesgøtu fríggjadagin 9. september. Hendan dagin høvdu tær ymsu deildirnar hjá fyri- tøkuni fleiri góð tilboð. Bilasølan hevði ein spild- urnýggjan Ford Ka 1,3i Standard, sum fólk kundu bjóða upp á. Minsta boð var 80.000 krónur. Hepni keyparin varð Piddi Petersen í Vági, sum hevði boðið 90.000 krónur fyri bilin. Bilurin kostaði annars kr. 122.900,- um keyparin hevur brúktan bil í býti ella 109.900,- um eingin bilur er í býti. So Piddi og Tor- gerð fingu ein bíligan nýggjan bil. P/F Wenzel: Piddi varð hepni keyparin VW Passat, sum kom í eini heilt nýggjari útgávu fyrr í ár, kemur nú eisini sum Passat Variant, sum bæði er longri og breiðari enn forgang- arin, hetta gevur munandi betur pláss í kabinuni BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Í mong ár hevur tað verið so, at VW Passat hava verið meira eftirspurdir sum stationcar enn sedan. Nú kemur so nýggi Passat, sum kom í eini heilt nýggjari útgávu fyrr í ár, eisini sum Passat Variant, sum VW nevna stationvognin. Nýggi Passat Variant er bæði longri og breiðari enn for- gangarin, hetta gevur mun- andi betur pláss í kabinuni At baklúkan er stór og lessihæddin lág, ger at bilurin er arbeiðsligur hjá teimum, sum hava brúk fyri einum bili til ymisk endamal eisini í síni frítíð. Viðførisrúmið er 638 litrar, og við setrunum niðri verður tað heilar 1.731 litrar. Vørurúmið verður tá næstan 2 metrar langt og yvir 1 metur breitt. Designið er smart og stendur einki aftan fyri sedan útgávuna. Bilurin fæst við bæði FSI bensin og TDI dieselmotorum. Annars er Variant so gott sum sami bilur sum Passat sedan. Kabinan er inn- rættað eftir ergonomiskum og brúkaravinarligum prin- sippum í sera góðum kvaliteti, og nógv er gjørt burtur úr, at setrini skulu vera góð at sita í. Nakka- púturnar eru aktivar, so tær t.d. verja móti koyrsils- bresti. Servostýringin er elek- tromekanisk og hond- bremsan er ein elektronisk parkeringsbremsa, sum verður aktiverað við einum knøtti á instrumentborðin- um. Bremsan slær automat- iskt frá, tá bilførarin traðkar á koblingspedalin og startar bilinum, setur í gir og aktiverar spitaran. Treytin er tó, at bilførarin er bundin í trygdarbeltið, og hann hevur latið hurðina aftur eftir sær. Passat fæst eisini við "Hill holder", sum ger at bilurin ikki rullar eftir hæli í eini brekku. Startlykilin er ein "diskett", sum verður sett í start/stopp lyklarholið Frá Bilasøluni í Hoyvík verður sagt, at Passat Var- iant verður í Føroyum síðst í september, og prísirnir byrja við umleið 300.000,- krónur. VW Passat stationcar Nýggi Passat Variant er bæði longri og breiðari enn forgangarin Designið er smart og stendur einki aftan fyri sedan útgávuna. Bilurin fæst við bæði FSI bensin og TDI dieselmotorum. Við setrunum niðri er vørurúmið heilar 1.731 litrar Kabinan er innrættað eftir ergonomiskum og brúkaravinarligum prinsippum Jóhan Petur Olsen, søluleiðari, hjá P/F Wensel, saman við Torgerð og Pidda Petersen í Vági, sum heintaðu hendan nýggja Ford Ka, sum tey góvu 90.000 krónur fyri