fríggjadagur 16. september 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 176 - 16. september 2005
33
Tann kenda jantelóg-
in kann hjá summum
tykjast eins og ein
lívsstílur, bæði at nýta
yvir fyri sær sjálvum,
sum t.d. eg kann
einki, dugi einki
o.s.v., meðan onnur
brúka hana móti
øðrum - tú skalt ikki
halda, at tú ert nakað
LÍVSSTÍLUR
Í donsk/føroysku orðabók-
ini stendur um jantelógina
"óskrivaði normurin um at
eingin má vera betri enn ein
annar ella daga upp um
fjøldina"
Jante er ein lítil blý-
knøttur við lítlum virði til
at spæla klink, sum vanliga
er eitt spæl um pengar.
Eisini verður sagt á donsk-
um, "jeg har ikke en jante"
ella "stik mig et par janter".
Hugsast kann eisini at
Jantelógin er ein av or-
søkunum til happing, bæði
millum børn og vaksin.
Ongin skal halda seg vera
meira enn nakar annar.
Men tíbetur ber til at liva
eftir tí positivu jantelógini,
sum hevur júst tann øvuta
boðskapin.
Jantelógin vísir seg ofta
at vera galdandi millum
fólk í smærri samfeløgum,
sum royna at halda hvør
øðrum niðri og t.d. ikki
loyva nøkrum at gera seg
bemerktan fyri sína dugna-
ligheit e.l.
Danski
rithøvundurin
Aksel Sandemose lýsir í
skaldsøguni "En flygtning
krydser sit spor" føðibý sín
Nykøbing Mors við navn-
inum Jante. Í hesi sjálvs-
ævisøguligu skaldsøguni
lýsir Sandemose býin í
byrjani av 20. øld sum eitt
andaligt torturkamar, har
øll stríðast av øllum alvi
fyri at halda hvør øðrum
niðri.
Jantelógin hevur 10 boð,
sum í veruleikanum hava
hendan
høvuðsboðskap:
"Tú skal ikki billa tær inn,
at tú ert nakað". Afturat
teimum 10 boðunum í
jantelógini er ein "straffi-
lóg" sum sigur: "Tú heldur
kanska, at vit ikki vita hvør
tú ert?".
Um jantelógina verður
m.a. sagt: Fyrst tá tú fylgir
jantelógini, fert tú at halda
hánt um teg sjálvan, og tá tú
heldur hánt um teg sjálvan,
tilletur tú tær eisini at háða
Gud, tí at hann hevur gjørt
ein slíkan skapning sum
teg.
Ein sum fylgir jantelóg-
ini steingir seg inni í einari
óndari ringrás. Lættasti
mátin at sleppa burturúr
hesi óndu ringrás er mið-
víst at bróta jantelógina og
fylgja positivu jantelógini.
Um tú verður dømdur
hart av øðrum menniskjum,
tí tú hevur prógvað, at tú ert
nakað, er tað tí, at tey enn
ikki eru givin við at liva
eftir tí upprunaligu jante-
lógini.
Heilsa
& lívsstílur
Heilsa
maggi@sosialurin.fo
Aksel
Sandemose
(1899-1965)
Var føddur í Nykøbing
Mors. Sum ungur fór
hann út í víðu verð at
sigla og arbeiddi t.d.
eitt tíðarskeið sum
skóghøggari í Nýfund-
landi. Umleið 1930
flutti hann til Norra at
búgva. Hann skrivaði
nógvar kendar skald-
søgur. Drívmegin í
skrivingini
var
ein
tráan eftir at finna eitt
sálarfrøðiligt mynstur
aftanfyri
skilaleysu
gerðirnar hjá menn-
iskjanum.
Er jantelógin ein lívsstílur?
Tann positiva jantelógin
1. Tú skalt vita, at vit rokna við tær
2. Tú skalt vita, at vit eru nógv, sum hava brúk fyri tær
3. Tú skalt vita, at tað er nakað virðismikið í tær, sum vit hava brúk fyri
4. Tú skalt vita, at tú hevur nakrar eginleikar, sum vit halda av tær fyri
5. Tú skalt vita, at vit eisini kenna til virðisloysi, einsemi, og at mislukkast
6. Tú skalt vita, at tú hoyrir saman við okkum
7. Tú skalt vita, at vit vilja gera nógv fyri teg
8. Tú skalt vita, at samfelagið hevur brúk fyri tínum avreksverkum
9. Vit - tú og eg- kunnu loysa trupulleikarnar í felag
Jantelógin
1. Tú skalt ikki halda, at tú ert nakað
2. Tú skalt ikki halda, at tú ert eins nógv verdur sum vit
3. Tú skalt ikki halda, at tú ert klókari enn vit
4. Tú skalt ikki billa tær inn at tú ert betri enn vit
5. Tú skalt ikki halda, at tú veist meira enn vit
6 Tú skalt ikki halda, at ert meira enn vit
7 Tú skalt ikki halda at tú kanst brúkast til nakað
8 Tú skalt ikki flenna eftir okkum
9. Tú skalt ikki halda, at nakar bríggjarseg um teg
10. Tú skalt ikki halda, at tú kanst læra okkum nakað