leygardagur 17. september 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 177 - 17. september 2005
Landssjúkrahúsið
roknar við at brúka
eina hálva millión
krónur meira til olju
enn vanligt, men lagt
er upp fyri eini
ávísari hækking í
fíggjarætlanini
OLJUPRÍSUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Landssjúkrahúsið er størsta
almenna arbeiðsplássið í
landinum, og har brúka tey
nógva olju. Nú oljuprísurin
er nógv hækkaður, merkist
tað eisini á sjúkrahúsinum í
høvuðsstaðnum.
– Vit brenna nógva olju,
og nú prísurin er hækkaður,
koma vit at brúka eina
hálva millión meira enn
vanligt til oljuna. Men vit
hava roynt at lagt upp fyri
hesum í fíggjarætlanini hjá
okkum, sigur Poul Geert
Hansen, sum er stjóri á
Landssjúkrahúsinum.
Kunnu fara upp um
Tað eru avsettar 3,4 milli-
ónir krónur til oljunýtsluna
á Landssjúkrahúsinum, og
um hendan upphæddin fer
at halda, veldst um olju-
prísin restina av árinum.
– Verður oljuprísurin
verðandi høgur og kanska
hækkar, so kunnu vit enda
einar 100 ella 200.000
krónur omanfyri avsettu
upphæddina. Fellur olju-
prísurin hinvegin, so er nóg
mikið sett av, sigur Poul
Geert Hansen.
– Vit hava roynt at lagt
upp fyri hækkandi oljuprís-
um, men tað kann verða, at
vit ikki hava lagt nóg mikið
upp fyri tí. Tað fara síðstu
mánaðirnar av árinum at
vísa, sigur sjúkrahússtjórin.
STARVSLÝSING
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, Tórshavn,
Tel 311 333, Faks 314 986,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
www.sansir.fo
Skrivstovufólk
Fyri eitt av skrivstovufólkum okkara á starvsfólkadeildini í
barsilsfarloyvi verður søkt eftir avloysara at byrja sum skjótast.
Arbeiðsuppgávur
Starvið fevnir í høvuðsheitum
um, í samstarvi við deildar-
leiðaran og onnur skrivstovu-
fólk á deildini, at røkja ymiskar
skrivstovuuppgávur, so sum
brævaskifti, telefon, kunning,
journal, herundir nýggj journal-
skipan, sum er í umbúnað at
innføra og aðrar meira vanligar
skrivstovuuppgávur. Fyri rætta
fólkið er talan um eitt starv við
spennandi avbjóðingum, og
sum gevur góðar møguleikar fyri
persónligari og fakligari
menning.
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava viðkomandi
útbúgving innan skrivstovuyrkið
og helst royndir innan omanfyri
nevndu arbeiðsøki.
Tað er umráðandi, at tann, ið
settur verður, hevur góð
samstarvsevni, dugir at arbeiða
miðvíst, sjálvstøðugt og
ábyrgdarfult. Góður kunnleiki til
tær edv-skipanir, ið vanliga
verða nýttar á skrivstovum, er
ein treyt.
Setanartreytir
Løn og setanartreytir annars
vera sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og
Starvsmannafelagið.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum og
lívsgongdarlýsing (cv) verða at
senda Landsverki, Postboks 78,
110 Tórshavn og skulu verða
skrivstovuni í hendi í seinasta
lagi 26. sept. 2005. Merkið
brævbjálvan "Skrivstovufólk".
Nærri upplýsingar um starvið
kunnu fáast við at venda sær til
Levi Hentze, tel 311 333, fartel
540 811, lh@lv.fo
Landssjúkrahúsið merkir oljuprísin
– Vit hava roynt at lagt upp
fyri hækkandi oljuprísum,
men tað kann verða, at vit
ikki hava lagt nóg mikið upp
fyri tí. Tað fara síðstu
mánaðirnar av árinum at
vísa, sigur sjúkrahússtjórin
Poul Geert Hansen