Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. september 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 178 - 20. september 2005 "Vit hava valt hetta plaggið, tí vit meta tað vera tað mest nýskapandi". Soleiðis ljóðaði grundgeving- in hjá dómsnevndini í snið- & handverks- kappingini 2005. Vinnandi plaggið hjá Ingu Mariu Vang var ein tíðarleysur og aldursleysur kjóli SNIÐ&HANDVERK Snorri Brend Seinnapartin sunnudagin varð vinnarin av hesi kapp- ingini almannakunngjørd- ur. Við spenningi hevur verið sæð fram til hesa løt- una, og tá so kunngjørt varð, hvør vunnið hevði, skiltist á fólki, at valið helst var rættvíst. Inga Maria Vang hevði sjálv vónað at gerast millum tær bestu. - Eg roknaði við at hava ein møguleika at vinna. Og nú eg havi vunnið, er tað ordiliga deiligt. - Tað er altíð stuttligt at at fáa eina viðurkenning fyri tað, sum ein hevur gjørt, sigur hon. Sjálv hevur hon sum mál at menna seg enn meiri – og sjálvandi eisini fáa meiri at gera í framtíðini. Hon er eisini greið yvir, at til hetta krevjast bæði umstøður og nógv tíð. Inga Maria hevur lært til sniðgeva í Italien í trý ár, men arbeiðir í løtuni í ein- um klædnahandli. Annars fer ein stórur partur av frí- tíðini til at sniðgeva og aftur sniðgeva. Leyst og stramt Millum pløggini, sum Inga Maria hevur sniðgivið er alt- so hesin vinnandi kjólin, sum hon sjálv sýndi fram eftir almannakunngerðingina. Í grundgevingini sigur dómsnevndin, at valið av tilfari til kjólan er bæði spennandi og kreativt. - Sniðgevin hevur megn- að at samansjóða tað fem- inina og tað ráa. Eitt rák úr farnari tíð og mentan, tá hugsað verður um klæði úr skinni og roð, og sum eisini er eitt nútíðar rák. - Samstundis sum kjólin er bleytur er hann eisini strammur, og sýnir í øllum eisini veitslulag og kæti, sum tikið verður til. Í dómsnevndini sótu Astrid Andreasen, Jórun Dánialsdóttir og Petrina M. Berg Hetta var samstundis endin á søluframsýningini í Mullers pakkhúsi og tiltøk- ini í Norðurlandahúsinum. Og sum skilst hava tey ver- ið sera væl vitjað. Men í morgin byrjar kort- ini ein ráðstevna í Norður- landahúsinum undir heitin- um "Snið & handverk sæð í heimligum og altjóða høpi". Reyður tráður So líðandi eru verkini hjá Ingu Mariu vorðin alt meiri og meiri kend her á landi. Men hon vónar kortini, at føroysk sniðgeving kann røkka enn longur út. - Dreymurin hjá mær, er at vit ein dag fara at kunna framleiða reint føroysk merkir, - at vit kunnu skapa eitt føroyskt mótamerki, sum kann verða selt víða um, sigur hon. Ein liður í at fáa henda dreymin til veruleiki er ein hugsan at fáa fleiri føroysk- ar sniðgevarar at arbeiða saman til at skapa ein serføroyskan móta. - Verða vit fleiri saman, so fáa vit nógvar fyrimunir burtur úr hesum: Tað verð- ur fyri tað fyrsta bíligari. - Men í øðrum lagi verður tað jú eisini skaptur ein reyður tráður gjøgnum alt tað, sum vit fara at skapa, sigur Inga Maria. Í morgin skal hon aftur í eldin. Hon er ein av fyri- reikarunum á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum, og skal m.a. sjálv vísa fram klæði síni. Føroyskur móti skal longur út í heim - Valið av tilfari er spenn- andi og kreativt. Sniðgevin hevur megnað at saman- sjóða tað feminina og tað ráa. Eitt rák úr farnari tíð og mentan, tá hugsað verð- ur um klæði úr skinni og roð, og sum samstundis er eitt nútíðar rák. - Har eru bleytar linjur við nógvum rørslum – hav- ið, ið ongatíð hvílir, men samstundis er kjólin eisini "strammur" ella "strict", sum sagt verður á enskum. - Brúnu og reyðbrúnu lit- irnir eru "álvarsamir", men grøna silkið, ið súðar um leggirnar og dagar undan allastaðni sýnir veitsluhug og kæti. - Kjólin er tíðarleysur og hóskar bæði eldri og yngri kvinnum. Inga Maria Vang tók seg væl út í sínum egna kjóla Úrskurður um vinnara- plaggið