Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-21, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. september 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 179 - 21. september 2005 Fast starv á Føroya Barnaheimi Søkt verður eftir einum starvsfólki til Familjudeild- ina á Føroya Barnaheimi. Starvið ið er eitt fulltíðar- starv er leyst til setan frá 15.11.2005 ella skjótast til ber. Tann ið settur verður í starvið, skal starvast í skiftandi vaktum á Familjudeildini. Um Familjudeildina: Á Familjudeildini eru 7 fólk í starvi, øll við við- komandi útbúgving. Endamálið við arbeiðnum á Familjudeildini er, at foreldrini verða styrkt og stuðla í at vera foreldur, soleiðis at familjan kann virka betur sum ein heild. Eisini er endamálið at fáa greiðu á,hvørjar styrkir og hvørjar trupuleikar familjan hevur, og í hesum sambandi meta um, hvat slag av stuðli er best og mest viðkomandi at veita familjuni framyvir. Førleikakrøv: Vit sóknast eftir einum starvsfólki, ið hevur ávísan kunnleika til familjuarbeiði. Tað er umráðandi, at viðkomandi hevur fakligan áhuga og góð sam- starvsevnir. Tann ið settur verður, skal kunna arbeiða sjálvsstøðugt. Ein partur av arbeiðnum er skriftligt arbeiði,og við- komandi má tí vera góður at málbera seg skriftligt. Útbúgving: Fyrimun hevur umsøkjari sum hevur útbúgving sum pedagogur, sosialráðgevi, sjúkrasystir, fysio- terapeutur ella ergoterapeutur. Ynskiligt hevði verið, um viðkomandi somuleiðis hevur eina tera- peutiska eftirútbúgving. Løn: Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Um umsøkjari við aðrari útbúgving enn teim omanfyri nevndu fær starvið, verður viðkomandi løntur eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag fyri hjálparfólk. Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 04.10.2005. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hallbjørg Lamhauge, deildarleiðara ella Beintu Johannesen, leiðara á tlf. 312320 Føroya Barnaheim Pedda við Steinsgøta 10 FO-100 Tórshavn Sjúkrarøktarfrøð- ingar ella Heilsu- røktari/Pleygari Á D3 eru farloyvisstørv leys at søkja: Talan er um 2 størv á starvsbrøk 0,5 í náttarvakt frá 15. oktober 2005 til og við 31. mars 2006. D3 er ein stutt- og langtíðar psykiatrisk deild, har arbeitt verður eftir miljøterapeutiskum meginregl- um og kontaktpersónsskipanini. Deildin er í støð- ugari menning,og starvast har sjúkrarøktarfrøðing- ar, pleygarar og almanna- og heilsuatstøðingar í tøttum samstarvi við aðrar fakbólkar. Krøv til umsøkjaran: • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsurøktari/pleygari • góð samstarvsevni • fakligan áhuga innan tað psykiatriska økið Vit kunnu bjóða: • eitt dynamiskt, fjølbroytt og vinarligt arbeiðs- umhvørvi • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar • positivt tvørfakligt samarbeiði • góða innleiðslu Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum av- varðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Nærri fæst at vita um størvini við at ringja til Elsebeth Sørensen, deildarleiðara, telefon 30 45 00, lokal 4003 ella Bergit Weihe, leiðandi sjúkrarøktar- frøðing, lokal 4102, e-post: bergitw@lsh.fo Umsóknarfreistin er 6. oktober 2005 kl. 12.00. Tað er umsøkjarans ábyrgd, at umsóknin er á Lønar- og starvsfólkadeildini áðrenn freistin er úti. Skrivlig umsókn, merkt »umsókn til starv« við avriti av prógvum,CV og viðmælum skal sendast til Landssjúkrahúsið Lønar- og Starvsfólkadeildin FO 100 Tórshavn Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn Fysioterapeutur til Landssjúkrahúsið Søkt verður eftir fysioterapeuti til fysioterapideild- ina á Landssjúkrahúsinum frá 15. oktober 2005. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Málbólkurin er sjúklingar innlagdir á Landssjúkra- húsinum og vegleiðing av sjúklingum, sum koma ambulant á Landssjúkrahúsið til viðgerð og veg- leiðing. Fysioterapeutiska arbeiði á Landssjúkrahúsinum er at: • Leggja til rættis, gjøgnumføra og samanhang- andi eftirmeta málrættaða viðgerð og rehabilit- erings upplegg í samstarv við brúkara, avvarandi og onnur starvsfólk. • Kunna og vegleiða sjúklingin við tí endamáli at økja um hansara egna fysiska,psykiska og sociala tilfeingi. Hetta at fremja nýtsluna og menningina av tilfeinginum og at afturvinna ella betra um funktiónevni, førleikamøguleika og lívsvirði. • Seta í verk tiltøk og hættir, sum ávirka kroppsligu støðuna hjá sjúklinginum, fyri gjøgnum hetta at betra um sálarligu/sinnisligu heilsustøðuna og sosiala virkisevni. • Undirvísa og vegleiða starvsfólk á Landssjúkra- húsinum í fysioterapeutiskum kjarnuveitingum. Fysioterapideildin: Á fysioterapideildini eru 12,0 fulltíðarstørv. Yvir- fysioterapeutur, deildarfysioterapeutur, fysiotera- peutar og sjúkrahjálpari, tilsamans 15 fólk. Vit søkja eftir einum fysioterapeuti við áhuga og kunnleika at arbeiða á sjúkrahúsi. Vit vænta, at tú ert ágrýtin, hevur góð samstarvsevni, er opin og er til reiðar at arbeiða neyvt saman við starvsfólkun- um á heiliráðdeplinum. Á Landssjúkrahúsinum verður í løtuni arbeitt við at broyta leiðslubygnaðin. Hetta ber í sær, at ergo- terapideildin og fysioterapideildin verða ein rehabiliteringseind undir medisinsku depilsleiðsl- uni. Fleiri upplýsingar um arbeiðstíðir, arbeiðsupp- gávur o.a.fáast við at venda sær til Marjun Poulsen, yvirfysioterapeut ella Karin Djurhuus, deildarfysio- terapeut, tlf. 304599, lok 5790. Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fysioterapeufelag Føroya og Fíggjarmálaráðið. Umsóknarfreistin er 5. oktober 2005 kl 12.00. Tað er umsøkjarans ábyrgd, at umsóknin er á Lønar- og starvsfólkadeildini áðrenn freistin er úti. Skivlig umsókn, merkt »umsókn til starv«,við avriti av prógvum og viðmælum skulu sendast til: Landssjúkrahúsið Lønar- og Starvsfólkadeildin FO 100 Tórshavn Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna »starvsfólk«. Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn www.sosialurin.fo