hósdagur 22. september 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 180 - 22. september 2005
25
Starv
Sum havnameistari til
Fuglafjarðar havn
Starvið sum havnameistari við Fuglafjarðar havn
verður hervið lýst leyst at seta tann 01. november
2005 ella so skjótt sum til ber eftir hetta.
Starvið:
Tú kemur at hava leiðsluna av Fuglafjarðar havn,
somuleiðis sum tú eisini í starvinum kemur at átaka
tær uppgávur við at marknaðarføra havnina í tøttum
samstarvi við havnanevndina og býráðsleiðsluna.
Førleikakrøv:
Útbúgving sum navigatørur og viðkomandi før-
leika í enskum máli.
Vit bjóða tær:
Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú sum
leiðari fær møguleika fyri at menna havnina, sum
seinastu árini hevur verið í støðugum vøkstri.
Setanarviðurskifti:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum
Fuglafjarðar býráð og Føroya Skipara- og naviga-
tørfelag fyri havnameistarar, somuleiðis sum skriv-
ligur sáttmáli eisini verður partanna millum um
arbeiðstreytir vm.
Fyrsta árið verður at rokna sum royndarár.
Hava tygum áhuga
so eru tygum vælkomin at senda skrivliga umsókn
saman við prógvum og møguligum CV og við-
mælum til Fuglafjarðar býráð, Postboks 30, 530
Fuglafjørður, og skal henda verða ráðnum í hendi í
seinasta lagi mánadagin 10.oktober 2005 kl.15.00.
Fleiri upplýsningar
fáast við at venda sær til Sigurð S. Simonsen,
borgarstjóra á telefon 225111 ella Jákup Frants
Larsen, býráðsskrivara á telefon 211102.
Býráðið skilar sær rætt til at velja millum umsókn-
irnar ella onga at taka.
Fuglafjørður, tann 20. september 2005
Fuglafjarðar býráð
Handilslærlingur
Til Teymavirkið í Runavík
Teymavirkið P/f í Runavík sóknast eftir handils-
lærlingi at byrja skjótast møguligt.
Vit bjóða eitt starv á einum fjølbroyttum arbeiðs-
plássi í støðugari menning, har samstarv við
arbeiðsfelagar, veitarar og kundar er av alstórum
týdningi.
Vit vænta, at tú hevur FHS- ella HH prógv. At tú ert
fyrikomandi, arbeiðssamur og fleksibul persónur,
sum dugir væl at samstarva, men eisini arbeiða
sjálvstøðugt. Og at tú hevur hug og áræði at gerast
partur av okkara arbeiðsdegi, sum við hvørt er eitt
sindur strævin, men hóast tað stuttligur.
Umsókn við avritum av prógvum, møguligum um-
mælum og CV skulu verða Teymavirkinum, Boks
210, 620 Runavík,í hendi í seinasta lagi fríggjadagin
30. september 2005.
Meira fæst at vita við at venda sær til Maluna
Nielsen á tlf. 473 000.
Teymavirkið er einasta fyritøka í Føroyum, ið framleiðir línu,
teymar og togverk.Teymavirkið í Runavík, Snørisvirkið í Klaksvík
og Glæman í Tórshavn eru skipshandlar, har fiskireiðskapur,
trygdarútgerð, arbeiðsklæði og frítíðarklæði eru at fá. Teyma-
virkið hevur eisini deild við búnýti og gávum í Runavík. Í alt eru
28 fólk í starvi hjá samtakinum.
Søkt verður eftir
námsfrøðingi til frítíðarskúlan í
Trongisvági
Stovnslýsing:
Frítíðarskúlin er normeraður til 24 børn í 1. og
møguliga 2. og 3. flokki. Hildið verður til í høli hjá
Trongisvágs skúla
Starvið:
Talan er um eitt námsfrøðiligt starv 25 tímar um
vikuna. Arbeiðstíðin er 11.00 - 16.30. Starvið verður
sett 17. oktober 2005 ella eftir nærri avtalu.
Vit vænta av tær:
At tú hevur góð samstarvsevnir og ert álítandi.
At tú tekur ábygd og kanst arbeiða sjálvstøðugt.
At tú vísir virðing fyri børnum, foreldrum og
starvsfelagum.
At tú ert nærløgd/lagdur og vísir umsorgan
At tú ert kreativ/ur
At tú vísir áhuga og ynskir at mennast í
arbeiðinum.
Lønarviðurskifti:
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagog-
felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Um námsfrøðingur ikki fæst til starvið, verður
hjálparfólk sett tíðaravmarkað ístaðin. Meiri fæst at
vita um starvið við at venda sær til Siri Mortensen,
virkandi leiðara, á tlf. 372750.
Umsókn:
Saman við upplýsingum um útbúgving, royndum
og møguligum viðmælum skulu verða Frítíðarskúl-
anum, FO-826 Trongisvágur í hendi í seinasta lagi
fríggjadagin 7. oktober 2005.
Tvøroyrar býráð
Kunngerð um
kirkjuráðsval
Hervið verður gjørt kunnugt,at kirkjuráðsval verður í
Glyvra Kirkjusókn týsdagin 8.november 2005.Valið
fer fram í Glyvra kirkju nevnda dag frá 10-12 og 16-20.
Valevnislistarnir skulu vera formanninum fyri val-
stýrinum, Páll Rasmussen, í hendi í seinasta lagi 11.
oktober kl. 19.00. Valevnini mega í mesta lagi vera
13 og skulu minst 3 og í mesta lagi 15 veljarar sum
stillarar undirskriva listan. Høvuðstreytin fyri val-
rætti er,at ein og hvør,sum er limum í fólkakirkjuni,
og sum fyllir 18 ár í seinasta lagi valdagin 8.novem-
ber 2005, hevur valrætt. Skilað verður til, at veljast
skulu 7 limir.
Krossur verður settur annaðhvørt fyri listan ella fyri
einum valevni á listanum.
Øll valevnini skulu geva váttan um, at tey vilja lata
seg stilla upp, og hvat tey ikki sitið í kirkjuráði áður,
at tey eru sinnað at undirskrivað ta váttan, sum
kravd verður, áðrenn tey á fyrsta sinni kunnu taka
sæti í kirkjuráðnum.
Formaðurin fyri valstýrið verður at hitta í Glyvra
kirkju 10. og 11. oktober, báðar dagarnar frá kl 18.-
19, annars á telefon 447744.
Valstýrið fyri Glyvra kirkju