Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. oktober 2000síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 23 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 198 - 14. oktober 2000 Nr. 198 - 14. oktober 2000 Viðmerkingar Vallyfti Nú eru skjótt fýra ár síðani eg varð fyri fyrstu ferð valdur í Klaksvíkar býráð. Hvussu hildu nú vallyftir míni? Eitt týdningarmikið mál, sum eg førdi fram í bløð- unum áðrenn seinasta val, var Skúlin á Ziskatrøð, sum so at siga ongar umvælingar hevði fingið í mong ár, heldur ikki ígjøgnum tey víðagitnu 80 ini. Og tá so- leiðis er, verður ikki bert talan um vanligar umvæl- ingar, men partvís endur- nýgging, slíkt arbeiði kostar ikki smávegis. Hvussu nógv er so avsett og hvussu nógv er gjørt í hesari býráðssetuni? Eg havi nú saman við hin- um býráðslimunum verið við til at gera 4 fíggjarætl- anir fyri Klaksvíkar komm- unu og í hesi 4 árini eru tilsamans umleið 10 mill. kr. avsettar til umvælinga av Skúlanum á Ziskatrøð. Í hesum 10 mill. kr. eru íroknaðar tær 3.3. mill. kr. sum er settar á fíggjarætl- anini fyri ár 2001. Sum flest øll hav alagt til merkis, er Skúlin á Ziska- trøð nógv broyttur seinastu tíðina. Tað fyrsta vit gjørdu í hesi býráðssetuni var, at gera eina raðfesting av allari um- væling av skúlanum. Semja varð um, at lítil nytta var í at umvæla innan- dura fyrst. Tað hevði verið sum at stoytt nýtt vín í gam- lar skinnsekkir. Støða varð tikin til, at í fyrstu atløgu skuldi skúlin gerast tættur, tí varð nýggj tekja løgd á miðbygningin og síðani varð hann klædd- ur og vindeyguni vórðu skift út. Í summar blivu 10 skúla- stovur gjørdar av nýggjum og tað kundi ikki verið sami skúli at komið í, so snøggur hann er. Eisini nýgg innbúgv er keypt til nakrar av nýum- vældu stovunum restin kemur eftir nýggjár. Umvælingin av skúlanum er rættuliga umfatandi og týdningarmikið er, at tá hann nú loksins verður um- vældur, at tað ið gjørt verð- ur, er av slíkari góðsku at tað veruliga er ein íløga, sum ikki viðførur øktar rakstrarútreiðslur, við hes- um sum grundarlag ganga mong ár til aftur er neyðugt vbið stórumvæling. Fuglø arkitektar standa fyri projektering og eftirlit- ið. Umvælingin av Skúlan- um við Ziskatrøð skal halda áfram, og ikki eigur at vera helma í fyrrenn allur skúlin er høvuðsumvældur, hetta borga umboð tjóðveldis- floksins fyri, tað er sjón fyri søgn. Skrímslið omanfyri Skúlan á Ziskatrøð Elevatortornið omanfyri Skúlan á Ziskatrøð sær ikki tespuligt út og man kann spyrja um hetta er eitt annað Bábelstorn, men vit valdu í fyrstu atløgu at sleppa hesi ætlan og halda okkum til nýggju raðfestingina, sum eg trúgvi er tann rætta í eini so umfatandi arbeiðsætlan og sum eisini kemur fyrst og fremst børnunum til góða. Vónandi verður kom- ið við eini loysn til henda partin í komandi býráðs- setu. Eg havi valt bert at við- gera eitt mál í hesari grein míni, men vent verður aftur til onnur mál. Steinbjørn O. Jacobsen, varaborgarstjóri Ongin ivast er longur í, at Tilhaldið í Tórsgøtu 21 er komið fyri at vera. Tilhaldið er vorðin ein na- túrligur og vælumtóktur partur av gerandisdegnum hjá teimum gomlu í komm- ununi. Og nú hevur býráðið so við samtykt síni 5. oktober sligið fast eina ferð með alla, at húsið - alt sum tað er - skal brúkast sum lið í trivnaðartilboðunum til tey gomlu, ið har savnast. Eg fari at nýta høvi at ynskja tykkum í Tilhaldin- um framhaldandi góða eydnu við frálíka og menn- andi virksemi tykkara har. Somu ynski fara til Pen- sjonistafelagið, ið m.a. við stuðuli frá býráðnum í dag heldur til í Losjubygning- inum við Tinghúsvegin. Verri stendur til við um- støðunum hjá teimum av okkara gomlu, ið m.a. av heilsuávum ikki hava møguleika at taka lut í teim- um tilboðum, ið Tilhaldið og Pensjonista- felagið hava á skránni. Hesi - og teirra avarðandi - hava sjálvandi eisini krav uppá, at okkurt eisini verður gjørt fyri tey. Og her verður sanniliga neyðugt at fara miðvíst til verka við teimum alsamt vaksandi bíðirøðunum, ið eru til ellis- og røktarheim umframt eldrasambýli. Umráðandi er í hesum sambandi sum skjótast at fáa greiði á uppgávu- og ábyrgdarbýtinum millum land og kommunur, so hetta ikki skal darva og leggja fót fyri neyðugum útbygging- um á hesum øki í framtíðini. Eftir mínum tykki er tað púra upplagt, at ábyrgdin her - eins og á barnagarðs- økinum - eigur at liggja hjá kommununum. Og eg dugi ikki at ímynda mær annað enn, at hetta eis- ini verður niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum, ið lands- stýrismaðurin í almanna- og heilsumálum nú hevur sett júst við tí setningi at fáa greiði á hesum viðurskiftum. Eftir ætlan skal arbeiðs- bólkurin verða liðugur við arbeiði sítt 1. februar næsta ár, so her er nakað at síggja fram til. Hóast ógreiðu viðurskift- ini, ið valda á hesum øki í løtuni, hevur Tórshavnar kommuna eftir førimuni roynt at bøtt um umstøður- nar á hesum øki. M.a. við Ellis- og Um- lættingarheiminum. Fyri tveimum árum síðani keypti og umbygdi komm- unan eisini fyri egna rokn- ing eini hús Oman Hoydal- Umstøðurnar hjá teimum gomlu ar, sum í dag virka sum eldrasambýli við plássi fyri 8 búfólkum og tveimum umlættingarplássum. Viðgangast skal, at hetta ikki munar nógv, tá tørvurin jú er nógvar ferðir størri, men upplýsast kann, at aðrar ábøtur eru á veg. Kommunan arbeiðir í løtuni við ætlanum um at byggja onnur sambýli um- framt dagtilhald fyri senil- dement, og fyribils eru grundstykki løgd av til endamálið úti í Vallalíð og við Vegin Langa. Vónandi verður politisk undirtøka fyri at skunda undir hesar ætlanir, tá íløg- urnar hjá kommununi næsta ár, sum siðvenja er, verða markaðar í januarmánað. Tjóðveldisflokkurin rað- festir trivnaðin hjá eldru borgarum okkara ovarlaga á dagsskrá síni. Vinarliga Leivur Hansen, borgarstjóri At vaksa upp undir tryggum korum er ikki øllum givið. Vit hava sum samfelag eina ábyrgd at skapa best møgu- ligar karmar fyri allar borg- arar, har vit serliga hava tey í huga, ið ikki kunnu syrgja fyri sær sjálvum. Hetta ger barnaansingina - ella mangulin uppá somu - til eina uppgávu, ið stórst- ur dentur skal leggjast á at fáa loysta. Vit vilja virka fyri, at fleiri barnagarðar vera Barnaansingarpláss – ein rættur bygdir í komandi setu. Inga F. Hjallnafoss Valevni hjá Sjálvsstýris- flokkinum Í Havnini búgva nógv góð listafólk. Hesi eru okkara Mentunarsendiharrar sum gera Havnina og Før- oyar kend úti í heiminum. Í næstum verður stór framsýning í New York har fleiri av hesum lut- taka. Vit frøast og gleðast um listina og taka hana sum nakað sjálvfylgiligt sum ger lív okkara ríkari. Tað er tó ikki altíð líka lætt hjá hesum fólki, sum liva av listini, at fáa endarnar at røkka saman. Bert til máling og útgerð nýtir ein listarmálari umleið Kr 7.000,- um mánaðan. Synd er at siga at Býráðið stuðlar hesum fólkum. Komandi Býráð eigur at stuðla hesum fólki fíggjarliga so at tað mun- ar. Býráðið skal eisini stuðla við at byggja atelier til okkara listar- fólk og sum eisini fremm- and listarfólk kunnu nýta. Vit hava Listarskálan. Hann er ikki tíðarhósk- andi longur. Nýggjir skálar skulu umhugsast. Vit eru errin av okkara listarfólki. Tey ríka okk- um, men hava vit eina moralska skyldu yvirfyri teimum. Tey skulu hava umstøð- ur at nýta sínar gávur og kreativitet, ikki til at ganga biddaragongd og venda hvørjum fimm- oyra, tað er óverdugt ! Um eg komi í býráðið skal nakað henda á hesum øki. Johan Mortensen Býráðsevni fyri Tjóðveldisflokkin Amariel, Tróndur, Bárður, Kári, Ingolvur, Olivar, Torbjørn & øll hini gávuríki fólkini Tey ungu, sum eru við í ítrótti, ganga í kvøldskúla ella eru við í tónleiki hjá musikkskúlanum, hava rímiligar umstøður. Tey, sum ikki eru við í teimum vanligu tiltøkun- um, hava ikki nóg góðar umstøður, og tær mugu mennast. Ov fá tilboð um dans og hugna eru til tey ungu, sum eru undir 18 ár. Har skal nakað munagott gerast. Ítróttur Hópur av fólki íðkar ítrótt í høvuðstaðarumráðnum hvønn einasta dag. Utt- anduraítrótturin hevur rættuliga góðar umstøður um summarið. Men um veturin eru umstøðurnar ikki nóg góðar. Tí er farið undir at byggja eina ítróttarhøll í nýggja býarpartinum Kollafirði, og samtykt og klárt er at fara undir at byggja eina venjingarhøll við skúlan í Hoyvík. Tað fer samstundis at gera tað liviligari hjá øll- um ítróttargreinum, sum verða íðkaðar innandura um veturin. Og tað skuldi bøtt mun- andi um umstøðunar. Ítróttur hevur so stóran áhuga ímillum fólk, at umstøðunar altíð eiga at vera tær bestu. Heðin Mortensen býráðslimur og valevni til býráðið Ungdóms- og ítróttarpolitikkur Vikarur fyri landsantikvarin Undirvísingar- og Mentamálastýrið Mentamáladeildin Uppgávur Høvuðsuppgávan hjá setta landsantikvarinum er at vera stjóri í Føroya Fornminnissavni, ið er undir- skipað Undirvísingar- og Mentamálastýrinum og sambært lógum sínum skal virka fyri at: • skráseta, kanna og hava eftirlit við jarðføstum fornminnum, sum lýst í løgtingslóg um friðing av fornminnum og bygningum • fyrireika og standa fyri útgrevstri av toftum, fornum búplássum og søguligum lendum • savna, skráseta og framsýna fornlutir og lutir frá nýggjari tíð, sum lýsa livihátt, starvslíkindi og mentan føroyinga til ymsar tíðir – ella eru knýttir til søguligar hendingar • hava í hondum savnan av staðanøvnum og munn- liga goymdum søguminnum – og hava hetta tilfar greitt til vísindaliga gransking • hava eftirlit við bygdasøvnum og veita teimum hjálp og leiðbeining Faklig førleikakrøv Sett verður sum krav, at umsøkjarar hava lokna akademiska útbúgving í fornfrøði ella øðrum søgu- ligum vísindum frá lærdum háskúla. Harumframt verður kravt at umsøkjarar hava leiðsluroyndir og kunnleika til savnsarbeiði. Granskingarroyndir inn- an søgulig, siðsøgulig ella samfelagslig vísindi eru ein fyrimunur. Persónlig førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava góð samstarvsevni, vera Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Føroya Fornminnissavn er stovnur undir Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. Skrivstova v.m. er í Kúrdali í Hoyvík. Framsýningar eru í Hoyvík og Brekkutúni. Savnið hevur samstarv við aðrar mentanarstovnar í Føroyum og er eisini uppi í millumtjóða samstarvi. ágrýtnir, miðvísir og kunna arbeiða sjálvstøðugt – aog vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar. Umsøkjarar skulu hava góðan kunnleika til før- oyskt mál. Lønar- og setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggj- armálastýrið og Magistarafelag Føroya. Vit kunnu bjóða Eitt fakliga krevjandi starv við nógvum avbjóð- ingum og samstarvi við aðrar stovnar og myndug- leikar. Nærri upplýsingar um starvið Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Jóannes Dalsgaard, deildarstjóra (tel. 355050), ella Símun V. Arge, ið er settur landsantikvarur (tel. 310700), fyri at hoyra meira um starvið. Umsóknir Umsókn við avritum av prógvum o.ø. skjølum, upplýsingum um leiðslu- og granskingarroyndir v.m. skulu vera Undirvísingar- og Mentamálastýr- inum í hendi í seinasta lagi mánadagin 23. oktober 2000 – og sendast til: Undirvísingar- og Mentamálastýrið Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3279 · 110 Tórshavn Telefon 355050 ·aFax 355056 · e-postur: UMMS@UMMS.fo Við hesum verður starvið sum settur landsantikvarur lýst leyst at søkja. Setanartíðin er frá setanardegnum til 1. august 2001. søkir eftir lærlingi til handilin í Vágunum Vit kunnu bjóða tær: • eina fjølbroytta handilsútbúgving, undir skipaðum viðurskiftum. • 40 tíma arbeiðsviku. • frí annanhvønn leygardag. Byrja: 01.11.00 Lærutíð: 3 ár Krøv: FHS-útbúgving Løn: sbr. S&K-sáttmálanum Skrivlig umsókn saman við próvskjali skal sendast í seinasta lagi 23. okt. til FK Vágar att. Álvur Samuelsen 370 Miðvágur Føroya Keypssamtøka Hjálparfólk til Dagstovnin í Fuglafirði Søkt verður eftir hjálparfólki, 30 t. viku. Starv- ið er tíðaravmarkað frá 1. nov. 2000 til 1. nov. 2001. Starvið er á stovu við 18 børnum 3–8 ár. Lønin verður sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Pedagogfelag. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til leiðaran í dagstovninum, tlf 444940 / 225222. Umsóknir saman við avritum av prógvum og viðmælum skulu vera býráðsskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 26. oktober kl. 10.00. Býráðið skilar sær rætt til at velja millum innkomnu umsóknirnar ella onga at taka. Fuglafjørður 10. oktober 2000 Fuglafjarðar býráð Arbeiðsfólk søkist Søkt verður eftir tímaløntum arbeiðsfólki til vegir og kloakkir og annað fyrifallandi ar- beiði hjá kommununi. Starvið verður roknað sum fulltíðarstarv. Lønin verður sett eftir sáttmála millum Før- oya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgev- arafelag. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til kommunuskrivstovuna tlf. 443006. Umsókn saman við skjølum skal vera okk- um í hendi í seinasta lagi hósadagin 26. oktober 2000. Leirvíkar kommuna Postrúm 42 · 520 Leirvík Til sølu Renault Megane Senik árg. 1999, 18.000 km. Tlf. 212471 Maskinførari Søkt verður eftir royndum maskinførara. Stóra koyrikortið fyrimunur. Sp/f í Djúpagili tlf. 215921 og 315921 Stranda skúli Søkt verður eftir 1 vikari fyri lærara í barns- burðarfarloyvi frá 30. nov. og skúlaárið út. Starvið, sum er tíðaravmarkað fyri skúlaárið 2000/2001 verður lønt sambært avtalu mill- um Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýr- ið. Umsóknir skulu vera skúlanevndini í hendi í seinasta lagi 27. oktober 2000. Sjóvar sóknar skúlanevnd Prutl við skaða til sølu Merki: Derby GPR 50 Árg.: juni 2000 KM: 1.375 Prutlið verður selt sum tað stendur nú og kann síggjast á deildini í Saltangará. Deildin í Saltangará tlf. 44 81 90 - fartlf. 28 26 94 fax nr. 44 80 77 Ársaðalfundur verður tann 18. november 2000. Fundarskrá sambært lógum felagsins. Nevndin Frá Føroya Pleygarafelag