Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-24, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. september 2005síða 40

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 67 - 9. apríl 2005 T Ó R S H A V N A R K O M M U N A Sambært býráðssamtykt frá 23. juni 2005 skal Eldraráð veljast í Tórshavnar kommunu. Eldraráðið, sum hevur 5 limir og 5 varalimir, ráðgevur kommunustýrinum í øllum eldra- politiskum spurningum og er bindilið millum teir eldru borgararnar og kommununa. Val til Eldraráð er 4. hvørt ár fyrstu viku í oktober, hesa ferð tó síðstu viku í november, og situr fyrsta ráðið frá 1. januar 2006 til 31. desember 2008. Valevni, sum ynskja at stilla upp, geva skrivliga boð um hetta í seinasta lagi 1. novem- ber 2005, kl. 16.00, hjá valnevndarformanninum ella kommununi. Saman við valevnis- fráboðanini skulu undirskriftir fylgja við hjá í minsta lagi 5 stillarum, sum lúka treytir- nar fyri valrætti til Eldraráðið. Bara valevni, sum rættstundis hava boðað frá, og sum rættstundis hava sent inn stillaralista, kunnu verða uppstillað. Valevnislistar at fylla út fáast í Snarskivuna ella á heimasíðuni www.torshavn.fo. Valbæri og atkvøðurætt hava allir borgarar í kommununi, sum valdagin hava fylt 60 ár. Atkvøðurætt hava bert tey, sum standa á vallistanum. Valið fer fram við brævatkvøðu, og verður atkvøðuseðil sendur øllum borgarum, ið standa á vallistanum. Brævatkvøðurnar skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi 29. november 2005, kl. 12.00. Valið verður síðani alment uppgjørt sama dag, kl. 17.00, á torginum í Snarskivuni. Um veljari hevur ikki fingið atkvøðuseðil, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal sum skjótast boðast Snarskivuni frá hesum. Valnevndin fyri Eldraráðið w w w . t o r s h a v n . f o Val til eldraráðið Søkt verður eftir einum starvsfólki til vinnuskránna á Suðurøki at byrja skjótast gjørligt. Høvuðsuppgávur Starvið fevnir í høvuðsheitum um málsviðgerð í vinnu- skránni. Harumframt at vegleiða og svarað fyrispurning- um frá viðskiftafólki/vinnuni. Viðkomandi, ið settur verður í starv, skal kunna tola, at broytingar verða framdar í starvsinnihaldinum vegna broytingar á stovninum. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu helst hava roknskaparligan førleika og/ella HH-útbúgving. Tað er ein fyrimunur,um umsøkjarar hava góðar málsligar førleikar og teldukunnleika. Rætti viðkomandi er ein persónur, sum er sjálvstøðugur, arbeiðssamur, fyrikomandi og dugir at samstarva. Vit kunna bjóða Spennandi starv við nógvum avbjóðingum, sum sam- stundis eisini er fakliga krevjandi og við møguleikum fyri eftirútbúgving. Talan er um eitt sjálvstøðugt starv í góðum arbeiðsum- hvørvi. Setanartreytir Lønar- og setanarviðurskiftir, sum eru treytað av starvs- royndum og útbúgving,eru eftir sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og Starvsmannafelagið. Núverandi setanarøkið er Suðurøki,men fevnir annars um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí, og tann persónur, ið verður settur, skal kunna røkja tænastu á hesum støðum, um tað verður kravt. Nærri frágreiðing um starvið fæst við at venda sær til Toll- og Skattstovu Føroya, Suðurøki, Margret Joensen, økis- stjóra, á tlf. 30 84 00. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvum v.m. og upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi. 10. oktober 2005 Toll- og Skattstova Føroya, Suðurøki Postsmoga 69 800 Tvøroyri Toll- og Skattstova Føroya Starv innan vinnuskránna Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, hvørs uppgáva er at fyrisita toll-, mvg-, kolvetnis-skatta- og avgjaldslógirnar, inntøkuskatta-lógina v.m. og alla skuldarinnkrevjing hjá landinum. Stovnurin hevur 150 starvsfólk og er skipaður soleiðis, at planlegging og menning fer fram í Stýrinum á Argjum. Tær seks økisskrivstovurnar, ið eru á Tvøroyri, í Skopun, Sørvági, Tórshavn, Saltangará og Klaksvík røkja raksturin. Stovnurin er farin undir bygnaðarbroytingar. Samstarvið millum økisskrivstovurnar og leiðsluna í stýrinum skal mennast, og stovnurin skal veita borgarum og virkjum eina betri tænastu. Tær núverandi seks økisskrivstovurnar verða lagdar saman til tríggjar. Í Suðurøki starvast 11 fólk. Høvuðsskrivstovan, har viðkomandi kemur at starvast, er á Tvøroyri. Heimasíða www.tollskatt.fo E-mail suduroy@tollskatt.fo www.sosialurin.fo