Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-24, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. september 2005síða 43

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 182 - 24. september 2005 43 Pedagogur Til Sambýlini á Mýrini Innan Almanna- og Heilsumálaráðið og stovnum undir tí, við tænastu inntil víðari á Sambýlinum á Mýrini í Hoyvík, er eitt pedagogstarv leyst til setan 15. oktober 2005 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og roknast skal við morgun-, kvøld-, náttar- og viku- skiftisarbeiði. Sambýlini á Mýrini eru heim hjá 10 vaksnum menningartarnaðum fólkum, sum krevja hjálp og vegleiðing í gerandisdegnum. Dentur verður lagdur á, at umsøkjarar hava kunn- leika og royndir inna serøki. Tann, sum settur verður, skal umframt at samstarva við onnur, eisini kunna arbeiða sjálvstøðugt og vera førur fyri at taka ábyrgd og avgerðir í arbeiðinum. Starvið er eitt tænastustarv, sum verður sett eftir avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag fyri tænastumannasettar pedagogar, lønarstig 24, 25, 27, 28, 30 - 33. Umsóknir við hjáløgdum próvskjølum, viðmælum og C.V. skulu verða stovinum í hendi í seinasta lagi 3. oktober 2005. Nærri uppýsingar um starvið fáast við at venda sær til leiðaran á stovninum á tlf. 211478. Sambýlini á Mýrini Att.: Leiðarin á Mýruni 4-6 FO-188 Hoyvík Heimarøktin og Serforsorgin Serstovnadeildin Sambýlini á Mýrini - FO-188 Hoyvík Kunngerð um kirkjuráðsval Hervið verður gjørt kunnugt,at kirkjuráðsval verður í Tórshavnar Eystaru kirkjusókn týsdagin 8. november 2005. Valið fer fram í Meinigheitshúsin- um nevnda dag frá kl. 10-12 og 16-18. Valevnislistar skulu vera formanninum fyri valstýr- inum, Jensu Heinesen, Mammulág 6, í hendi í sein- asta lagi 11. oktober kl. 19.00. Valevnini mega í mesta lagi vera 20, og skulu minst 3 og í mesta lagi 15 veljarar sum stillarar undirskriva listan. Høvuðs- treytin fyri valrætti er, at ein og hvør, sum er limur í fólkakirkjuni, og sum fyllir 18 ár í seinasta lagi val- dagin 8. november 2005, hevur vælrætt. Skilað verður til, at veljast skulu 14 limir. Krossur verður settur annaðhvørt fyri listan ella fyri einum valevni á listanum. Øll valevni skulu geva skrívliga váttan um, at tey vilja lata seg stilla upp, og hava tey ikki sitið í kirkjuráði áður, at tey eru sinnað at undirskriva ta váttan, sum kravd verður, áðrenn tey á fyrsta sinni kunnu taka sæti í kirkjuráðnum. Formaðurin fyri valstýrið verður at hitta á kirkju- skrivstovuni 10. og 11. oktober, báðar dagar frá 18-19; annars á telefon 313422. Tórshavn hin 18. september 2005 Valstýrið fyri Tórshavnar Eystaru kirkjusókn Jens Heinesen, formaður Starv Sum havnameistari til Fuglafjarðar havn Starvið sum havnameistari við Fuglafjarðar havn verður hervið lýst leyst at seta tann 01. november 2005 ella so skjótt sum til ber eftir hetta. Starvið: Tú kemur at hava leiðsluna av Fuglafjarðar havn, somuleiðis sum tú eisini í starvinum kemur at átaka tær uppgávur við at marknaðarføra havnina í tøttum samstarvi við havnanevndina og býráðsleiðsluna. Førleikakrøv: Útbúgving sum navigatørur og viðkomandi før- leika í enskum máli. Vit bjóða tær: Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú sum leiðari fær møguleika fyri at menna havnina, sum seinastu árini hevur verið í støðugum vøkstri. Setanarviðurskifti: Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fuglafjarðar býráð og Føroya Skipara- og naviga- tørfelag fyri havnameistarar, somuleiðis sum skriv- ligur sáttmáli eisini verður partanna millum um arbeiðstreytir vm. Fyrsta árið verður at rokna sum royndarár. Hava tygum áhuga so eru tygum vælkomin at senda skrivliga umsókn saman við prógvum og møguligum CV og við- mælum til Fuglafjarðar býráð, Postboks 30, 530 Fuglafjørður, og skal henda verða ráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 10.oktober 2005 kl.15.00. Fleiri upplýsningar fáast við at venda sær til Sigurð S. Simonsen, borgarstjóra á telefon 225111 ella Jákup Frants Larsen, býráðsskrivara á telefon 211102. Býráðið skilar sær rætt til at velja millum umsókn- irnar ella onga at taka. Fuglafjørður, tann 20. september 2005 Fuglafjarðar býráð