Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-27, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. september 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 183 - 27. september 2005 Ellis- & avlamis- heimið í Vágum Søkir: Varðaleiðara (1.assisent) fulla tíð frá 1.nov.2005 Førleikakrøv: • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur • Royndir innan kliniska øki • Evni at samarbeiða, framtakshuga og at vera før fyri at arbeiða sjálvstøðugt • Skal kunna menna starvsfólk og lesandi við at veita fakligan stuðul Vit kunnu bjóða: • Eitt sjálvstøðugt, mennandi og áhugavert arbeiði • Fakliga dugnalig og virkin starvsfólk Dentur verður lagdur á góð samstarvsevnir og opinleika fyri møguligum nýggjum avbjóðingum og broytingum. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Annu Jacobsen, virk. leiðari tlf. 332600. Umsóknarfreistin er 20. okt. 2005. Skrivlig umsókn merkt »Umsókn til starv« av avriti av prógvum, autorisatión, CV, viðmælum o.t. skulu sendast til heimið: Ellis- & Avlamisheimið í Vágum FO-370 Miðvágur Setanartreytir sambært sjúkrarøktarfrøðinganna við Fíggjarmálastýrið. Kunngerð um kirkjuráðsval Hervið verður kunngjørt, at kirkjuráðsval verður í Fuglafjarðar kirkjusókn týsdagin 8.november 2005. Valið fer fram í Fuglafjarðar kirkju og í Bønhúsinum á Hellunum nevnda dag frá kl. 10 - 12 og 16 - 20. Valevnislistar skulu vera formanninum fyri valstýr- inum í hendi í seinasta lagi 11.oktober kl.19.00. Val- evnini mega í mesta lagi vera 13, og skulu minst 3 og í mesta lagi 15 veljarar sum stillarar undirskrivað listan. Høvuðstreytin fyri valrætti er, at ein og hvør sum er limur í fólkafikrjuni,og sum fyllir 18 ár í sein- asta lagi valdagin 8.november,hevur valrætt.Skilað verður til, at veljast skulu 7 limir. Krossur verður settur annað hvørt fyri listan,ella fyri einum valevni á listanum. Øll valevni skulu geva skrivliga váttan um, at tey vilja lata set stilla upp. Og hava tey ikki sitið í kirkju- ráði áður,mugu tey undirskriva ta váttan,sum kravd verður, áðrenn tey á fyrsta sinni kunnu taka sæti í kirkjuráðnum. Formaðurin fyri valstýrið verður at hitta heima við hús 10. og 11. oktober, báðar dagar frá kl. 18 - 20; annars á telefon 270757. Fuglafjørður 14. september 2005. Valstýrið fyriFuglafjarðar Kirkjuráð Heini Beder, formaður Starv Sum havnameistari til Fuglafjarðar havn Starvið sum havnameistari við Fuglafjarðar havn verður hervið lýst leyst at seta tann 01. november 2005 ella so skjótt sum til ber eftir hetta. Starvið: Tú kemur at hava leiðsluna av Fuglafjarðar havn, somuleiðis sum tú eisini í starvinum kemur at átaka tær uppgávur við at marknaðarføra havnina í tøttum samstarvi við havnanevndina og býráðsleiðsluna. Førleikakrøv: Útbúgving sum navigatørur og viðkomandi før- leika í enskum máli. Vit bjóða tær: Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú sum leiðari fær møguleika fyri at menna havnina, sum seinastu árini hevur verið í støðugum vøkstri. Setanarviðurskifti: Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fuglafjarðar býráð og Føroya Skipara- og naviga- tørfelag fyri havnameistarar, somuleiðis sum skriv- ligur sáttmáli eisini verður partanna millum um arbeiðstreytir vm. Fyrsta árið verður at rokna sum royndarár. Hava tygum áhuga so eru tygum vælkomin at senda skrivliga umsókn saman við prógvum og møguligum CV og við- mælum til Fuglafjarðar býráð, Postboks 30, 530 Fuglafjørður, og skal henda verða ráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 10.oktober 2005 kl.15.00. Fleiri upplýsningar fáast við at venda sær til Sigurð S. Simonsen, borgarstjóra á telefon 225111 ella Jákup Frants Larsen, býráðsskrivara á telefon 211102. Býráðið skilar sær rætt til at velja millum umsókn- irnar ella onga at taka. Fuglafjørður, tann 20. september 2005 Fuglafjarðar býráð Kunngerð um kirkjuráðsval Kirkjuráðsval verður í Rituvíkar kirkjusókn 8. novem- ber 2005.Valið fer fram í skúlanum nevnda dag frá kl. 10- 12 og kl. 16 - 20. Veljast skulu 6 kirkjuráðslimir og 6 tiltakslimur. Val- evnini mega vera 6, tó hægst 12 á hvørjum lista, Og skulu verða minst 3 og í mesta lagi 15 stillarar sum undirskrivað listan. Boðast skal frá, at valevni skulu skrivast við øllum nøvnum, bústaði, føðingardegi og eina skrivliga váttan fyri, at tey hava givið sítt viðmæli til tess. Krossur verður settur annaðhvørt fyri listan ella fyri einum valevni á listanum. Høvuðstreytin fyri vælrætti er, at ein og hvør sum er limur í Fólkakirkjuni,og sum fyllir 18 ár í seinasta lagi valdagin 8. november 2005. Formaðurin fyri valstýrið verður at hitta 10. og 11. oktober báðar dagar frá kl 17 - 19 ella á tlf. 447774. Valevnislistarnir skulu vera formanninum í valstýrin- um Frithiof Olsen í hendi í seinasta lagi kl.19 á kvøldið 4 vikur undan valinum tað er 11.oktober 2005. Valstýrið fyri Rituvíkar kirkjusókn Tilboð Biðið verður um tilboð til at taka hús okkara oman- fyri saltsiloina á Drelnesi niður,burturbeinað tilfarið og planera økið aftur. Tilboðini skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. oktober, og skulu sendast til Suðuroyar Sjómans- heim v/Albert Johannesen, 826 Trongisvágur. Suðuroy Sjómansheim v/Albert Johannesen 826 Trongisvágur Tlf. 372872 Eysturoyar Røktar- og Ellisheim Fólk til Ergoterapiina Søkt verður eftir fólki til Ergoterapiina 20 tímar um vikuna (kl. 13.00-17.00, mánadag-fríggjadag) at byrja sum skjótast. Starvið er tíðaravmarkað til 31. august 2006. Roknað verður við, at umsøkjarin er fyrikomandi, hevur hug og hegni at vera um eldri fólk og við- komandi royndir innan »aktivering«. Umsøkjari við ergoterapeutiskari útbúgving hevur fyrimun. Løn- og setanartreytir sambært galdandi sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Umsókn, saman við prógvi og upplýsingum um arbeiðsroyndir, skal stílast til fyristøðumannin og vera komið til heimið í seinasta lagi 7.oktober 2005. Nærri starvinum viðvíkjandi fæst at vita frá leiðandi ergoterapeuti Olgu Skorastein tlf. 448891 lok. 28. Eysturoyar Røktar- og Ellisheim FO-620 Runavík