Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-28, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. september 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 184 - 28. september 2005 Við trimum umfør- um eftir, er at kalla einki avgjørt í For- mula-deildini. Dóm- ararnir komu í fokus, tá B36 vann sær fyri- mun fram um Skála og HB. Og í botnin- um bendir alt á ein sannan gysara, tá VB skal á Sevmýri næst seinasta umfarið FORMULA-DEILDIN, 24.UMFAR Jákup Mørk Trýsið á spælarar, venjarar og dómarar tykist bara økjast fyri hvørt umfarið, sum fer í Formula-deildini. So tætt, sum liðini liggja í báðum endum, tykist hvørt tað ein- asta mistak at fáa avgerandi ávirkan, og í so máta var 24. umfarið einki undantak. Á Eiði vóru heimamenn- inir í øðini, tí teir ikki fingu brotsspark, tá tað stóð á jøvnum 1-1. Sýtanin hjá dómaranum at lýða hesi boðini fekk somikið nógva øði í heimaliðið, at eitt reytt kort eftirfylgjandi varð havt á lofti. Og so fekk B36 fyri- munin, sum at enda gav úrslit í brotssparki til 2-1 og trý sera týdningarmikil stig. Sjónvar psmyndirnar sýndu tó, at talan helst ikki var um brotsspark, tá bóltur- in støkk í økslina á Pól Thorsteinsson. Men tær sýndu eins náðisleyst, at tað ikki kundi vera nakar sum helst ivi í rættleikanum av teimum protestum, sum Skála førdi fram, tá dómarin ikki vildi geva teimum brotsspark móti endanum av fyrra hálvleiki. Tá var Skála á odda 2-1, og kundu teir tá økt um leiðsluna við brots- sparki, er væl hugsandi, at talan varð um trý stig heldur enn eitt, og at Skála tá fram- vegis hevði verið oddaliðið í deildini. Og heldur ikki í Havn slapp dómarin úr dystinum uttan mótmæli. Í øllum før- um vildu vágbingar vera við, at HB átti ikki brots- spark, og at seinna málið hjá meistarunum skuldi verið kollldømt. Men hóast keðiliga kameravinkulin, so tóktist tað tó vera meira enn ivasamt, hvørt heimaliðið hevði hald í hesum prot- estum. Alt kann henda í toppinum Hvussu er og ikki, so hava úrslitini enn einaferð lagt upp til ein tann mest spenn- andi endaspurtin í føroysk- ari fótbóltssøgu, har tað bæði í toppi og botni eru fleiri lið, sum standa við antin gylta møguleikanum ella svørtu hóttanini fyri framman. Og alt bendir eisini á, at hesin spenningurin skal halda sær til seinast um- farið. Skal metast eftir pappírinum, so eru B36, Skála og HB øll favorittar í teimum báðum komandi umførunum, og so skal alt avgerast í seinasta umfarin- um. Tá bresta havnarfeløg- ini bæði saman í Havn, og tað sendir so í øllum førum annað teirra úr stríðnum. Og so er tað altso slettis ikki óhugsandi, at ein javn- leikur í grannauppgerðini kann senda gullið í føvn- ingin á Skála. Í so máta tykist lykladysturin hjá Skála at vera á Eiði í næst seinasta umfarinum. Tó at eisini fyrsta uppgávan á Sevmýri væl kann vísa seg sum sera trupul. B36 hevur í kraft av oddasessinum helst bestu kortini á hondini, og í øllum førum eru teir ein- asta liðið, sum kann avgera uttan hjálp frá øðrum pørt- um. Teirra trupulleiki kann tó vera, at teir í øllum trim- um eftirverandi dystunum helst skulu spæla móti fel- øgum, sum hava nakað at stríðast fyri. Á triðja plássinum er HB helst tað liðið, sum stendur við veikastu kortunum und- an endaspurtinum. Fyrst og fremst, so skulu teir eftir øllum at døma syrgja fyri at vinna allar sínar dystir, um teir skulu hava gullið fjórða árið á rað. Tað vil í øllum førum flyta teir upp á annað plássið, men teirra trupul- leiki tykist vera, at innan- hýsis dystirnir telja meira enn framúr góða málúr- tøkan. Og tí skal Skála eisini missa stig, um HB enn einaferð skal kunna rópa seg meistara. TB, VB ella GÍ Í botninum eru tað trý lið, sum mugu sigast at vera í vanda fyri beinleiðis niður- flyting. Og hvørki KÍ ella ÍF kunnu vera heilt vís í, at tey ikki skulu spæla um plássið í deildini. Bara tann uppgávan kann í sjálvum sær verða óvanliga trupul, tí - við allari virðing fyri B71 - so hevði tað helst passað einum Formula-liði betri, um tað vóru óroyndu sandoyingarnir, heldur enn rutineraðu toftamenninir, sum vóru mótstøðuliðið í tveimum alt-ella-einki dystum seinast á kapp- ingarárinum. TB hevur leingi verið lið- ið, sum hevur staðið veikast á talvuni, og tað eru tvøra- menninir so eisini fram- vegis. Men sigurin á GÍ var møguliga júst tað, sum skuldi til í bjargingarroynd- ini. Komandi uppgávan er heimadystur móti Skála, og treytað av, at VB ikki sam- stundis vinnur sín dyst móti NSÍ, verður talan tá um eina meira enn vanliga harða lokaluppgerð, har sjálv tilveran í bestu deildini væl kann standa upp á spæl. Vágbingar kendu seg illa viðfarnar í Gundadali sunnudagin, men tað nertir ikki við veruleikan, at liðið framvegis er í álvarsligum vanda. Og verður talan ikki um sigur á NSÍ, so kann dysturin á Sevmýri gerast sannur lagnudystur. Eisini hóast VB hevur tann fyri- munin, at teir ikki longur skulu av oynni. Seinasta liðið í reellum niðurflyingarvanda er GÍ, har púrt einki hevur riggað eftir summarsteðgin. Enn eru fýra stig at geva av, men við dystum móti liðum úr ovaru hálvu á stigatalvuni eftir, sær støðan ikki sørt hættislig út. Ikki minst, tá hugsað verður um, at sam- mett við TB hava gøtumenn ein verri innanhýsis rokn- skap. Tann fyrimunin hevur KÍ, og tí telja teirra seks stig niður til TB í veruleikanum hálvt sjeynda. Men saman við ÍF skulu klaksvíkingar- nir tó ikki kenna seg alt ov tryggar. Fær VB t.d. tveir sigrar í sínum trimum dyst- um, leggaj teir bæði KÍ og ÍF aftur um seg, og tí skulu tey bæði helst eisini hava ein sigur í onkrum av sein- astu dystunum. Nú brennur í báðum endum Felag Stig 2.okt 16.okt 22.okt B36 47 KÍ (h) GÍ (ú) HB (h) Skála 46 TB (ú) EB/S (ú) GÍ (h) HB 46 ÍF (ú) KÍ (h) B36 (ú) NSÍ 41 VB (ú) ÍF (h) KÍ (ú) EB/Streymur 39 GÍ (ú) Skála (h) VB (ú) ÍF 25 HB (h) NSÍ (ú) TB (h) KÍ 24 B36 (ú) HB (ú) NSÍ (h) GÍ 22 EB/S (h) B36 (h) Skála (ú) VB 20 NSÍ (h) TB (ú) EB/S (h) TB 18 Skála (h) VB (h) ÍF (ú) DYSTARSKRÁIN Við sigrinum á GÍ fekk TB kanska júst tað lyftið, sum skal til í royndunum at basa niðurflytingarvandanum. Hjá GÍ tykist støðan hinvegin mest sum hættislig, nú teir hava tríggjar dystir eftir móti trimum av teimum fimm ovastu