Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-29, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. september 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 185 - 29. september 2005 29 Kunngerð um kirkjuráðsval Hervið verður gjørt kunnugt, at kirkjuráðsval verður í Sandavágs kirkjusókn týsdagin 8. november 2005.Valið fer fram í kommunuskrivstovuni nevnda dag frá kl. 10-12 og 16-18. Valevnislistar skulu vera formanninum fyri valstýr- inum, Bjarka Johannesen, í hendi í seinasta lagi 11. oktober kl. 19.Valevnini mega í mesta lagi vera 12, og skulu minst 3 og í mesta lagi 15 veljarar sum still- arar undirskriva listan. Høvuðstreytin fyri valrætti er, at ein og hvør, sum er limur í fólkakirkjuni, og sum fyllir 18 ár í seinasta lagi valdagin 8. november 2005, hevur valrætt.Skilað verður til,at veljast skulu 6 limir. Krossur verður settur annaðhvørt fyri listan ella einum valevni á listanum. Øll valevni skulu geva skrivliga váttan um,at tey vilja lata seg stilla upp, og hava tey ikki sitið í kirkjuráði áður, at tey eru sinnað at undirskriva ta váttan, sum kravd verður, áðrenn tey á fyrsta sinni kunnu taka sæti í kirkjuráðnum. Formaðurin fyri valstýrið verður at hitta heima 10.og 11. oktober, báðar dagarnar frá kl. 18-19, annars á telefon 332462. Valstýrið fyri Sandavágs kirkju Landsfelag Sjálvstýrisfloksins Aðalfundur Boðað verður frá, at aðalfundur Sjálvstýris- floksins verður í Klaksvík 29. oktober. Skrá sambært lógum felagsins. Nærri verður lýst seinni Landsnevndin Handilslærlingur Til Teymavirkið í Runavík Teymavirkið P/f í Runavík sóknast eftir handils- lærlingi at byrja skjótast møguligt. Vit bjóða eitt starv á einum fjølbroyttum arbeiðs- plássi í støðugari menning, har samstarv við arbeiðsfelagar, veitarar og kundar er av alstórum týdningi. Vit vænta, at tú hevur FHS- ella HH prógv. At tú ert fyrikomandi, arbeiðssamur og fleksibul persónur, sum dugir væl at samstarva, men eisini arbeiða sjálvstøðugt. Og at tú hevur hug og áræði at gerast partur av okkara arbeiðsdegi, sum við hvørt er eitt sindur strævin, men hóast tað stuttligur. Umsókn við avritum av prógvum, møguligum um- mælum og CV skulu verða Teymavirkinum, Boks 210, 620 Runavík,í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 30. september 2005. Meira fæst at vita við at venda sær til Maluna Nielsen á tlf. 473 000. Teymavirkið er einasta fyritøka í Føroyum, ið framleiðir línu, teymar og togverk.Teymavirkið í Runavík, Snørisvirkið í Klaksvík og Glæman í Tórshavn eru skipshandlar, har fiskireiðskapur, trygdarútgerð, arbeiðsklæði og frítíðarklæði eru at fá. Teyma- virkið hevur eisini deild við búnýti og gávum í Runavík. Í alt eru 28 fólk í starvi hjá samtakinum. Vaskifólk til Kvívíkar skúla Søkt verður eftir vaskifólki til Kvívíkar skúla, at byrja skjótast tilber. Arbeiðstíðin er umleið 3 tímar um dagin (frá kl. 15.00). Løn v.m. sambært sáttmálan við Føroya Arbeiðarafelag. Skrivlig umsókn skal vera kommununi í hendi 10. oktober 2005. Kvívíkar kommuna Skrivari til Viðareiðis kommunu Viðareiðis Kommuna søkir hervið eftir skrivara, at byrja sum sjótast. Av uppgávum kunnu m.a. nevnast: • Fyrireiking til kommunustýrisfundir og aðrar fundir • Føring av fundarbók kommunustýrisins • Luttøka á kommunustýrisfundum og øðrum fundum • Ábyrgd av journalskipanini og fólkayvirlitinum • Ábyrgd av bókhaldi og roknskaparuppseting • Samskifti við starvsfólk hjá kommununi • Fyrireika tilfar at leggja á heimasíðu komm- ununar • Upplæring av nýggjum starvsfólki • Ymiskar aðrar uppgávur. Arbeiðstíðin verður 1/2 tíð. Løn sambært avtalu ella sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Møguligar umsøknir skulu vera kommunustýrinum í hendi innan 15. oktober 2005. Meir fæst at vita um skrivarastarvið við at venda sær til borgarstjóran. Viðareiðis Kommuna 750 Viðareiði Tlf. 451083 ella 588050 Fax. 451094 t-post: vid.kommuna@kallnet.fo Kunngerð um kirkjuráðsval Kirkjuráðsval verður í Nes Kirkjusókn 8. november 2005. Valið fer fram á vanliga valstaðnum, nevnda dag frá 10-12 og 16-20.Í Æðuvík tó bert kl.16 til 20. Valevnislistarnir skulu vera formanninum fyri val- stýrinum Niclas Davidsen í hendi í seinasta lagi 11. oktober kl.19.00.Valevnini mega í mesta lagi verða 13 og skulu minst 3 og í mesta lagi 15 veljarar sum stillarar undirskriva listan. Høvuðstreytin fyri valsætti er at ein hvør, sum er limur í fólkakirkjuni og sum fyllir 18 ár í seinasta lagi valdagin 8. nov- ember 2005, hevur valrætt. Skilað verður til at velj- ast skulu 7 limir. Krossur verður settur annaðhvørt fyri listan ella fyri einum valevni á listanum. Øll valevni skulu geva skrivliga váttan um at tey vilja lata seg stilla upp og hava tey ikki siti í kirkju- ráði áður at tey eru sinnað at undirskriva ta váttan, sum kravd verður, áðrenn tey á fyrsta sinni kunnu taka sæti í kirkjuráðnum. Formaðurin fyri valstýrið verður at hitta 10. og 11. oktober, báðar dagar frá 18-19, annars á telefon 230022. Valstýrið fyri Nes kirkjusókn