Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-29, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. september 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 185 - 29. september 2005 31 ALV søkir eftir starvsfólki Arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðsheitum • at gera ymiskar skrivligar uppgávur, so sum ráðleggingarskriv viðv. næmingunum á ALV og mannagongdir • at hava samrøður við næmingar, ið arbeiða á ALV, tá tørvur er á tí • at traðka til fyri starvsfólkið á teimum ymisku eindunum, sum eru á ALV í Smiðjugerði, tá tørvur er á tí (tað kann verða t.d. vegna sjúku, fundarvirksemi o.l.) • hjálpa til við ymiskum fyrifallandi Broytingar kunnu koma í starvsuppgávurnar. Tá talan er um at traðka til á eindunum verður hugsa um • at finna áhuga og førleika hjá næmingunum. At menna, upplæra og geva næmingunum vinnuligar royndir, sum eru at javnmeta við vanlig arbeiðskor. • at læra næmingarnar ymiskar uppgávur á eindunum og vera við til at geva gerandisdegnum innihald. Førleikakrøv • hóskandi útbúgving • góðan skriviførleika • evnir at samstarva, eisini við aðrar fakbólkar • dugir at síggja møguleikar heldur enn avmarkingar • evnir at læra frá sær • ert hugskotsfullur, kreativur og positivur Vit bjóða • spennandi arbeiði, har góðir møguleikar eru fyri ávirkan Løn og setanartreytir • starvið hevur tilvísing til deildarleiðaran • løn sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið • starvið verður at seta 1. nov. 2005 ella skjótast tilber. Meira fæst við at vita um starvið við at venda sær til: Guðrun Guðjónsson, deildarleiðara á tlf. 350072 ella 253200. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. okt. 2005 Umsókn saman við prógvi, royndarváttan v.m. skal sendast til: Sjálvsognarstovnurin ALV Smiðjugerði 6. kj. Postboks 301 110 Tórshavn Brævbjálvin skal viðmerkjast »umsókn«. FISKISKIRANNSÓKNARSTOVAN Fiskamerkir Seinasta freist at lata fiskamerkir inn, sum skulu luttaka í lutakasti um 10.000 kr., er 30. september. Fiskirannsóknarstovan Nóatún 1 Postsmoga 3051 110 Tórshavn