hósdagur 29. september 2005síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 185 • hósdagur • 29. september 2005 • 79. árg.
Á altjóða bilafram-
sýningin í Frankfurt,
ið er í hesum døgum,
presentarar Skoda
toppmodellið í
Octavia røðini,
Octavia RS, við 200
hk og koyrir frá 0-100
km/t upp á 7,3 sek
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tann Skoda Octavia, sum
kom á marknaðin í 1996,
var fyrsti nýggi Skoda eftir
at VW-konsernin hevði
yvirtikið
kekkisku
bil-
verksmiðjuna. Í fjør kom so
Octavia í aðru generatión,
og nú verður toppmodellið
Octavia RS presenterað á
altjóða bilaframsýningini í
Frankfurt, sum er í hesum
døgum.
Skoda Octavia verður
gjørdur sum hatchback við
5 hurðum og sum Combi,
sum er stationcar útgávan,
og tað eru hesir, sum nú
eisini koma sum RS.
Octavia RS hevur 2.0
litur TFSI bensinmotor við
200 hk og einum snúnings-
momenti sum 280 Nm.
Toppferðin er 240 km/t, og
bilurin koyrir frá 0-100
km/t upp á 7,3 sek.
Bilurin er sportsligur
bæði innan og uttan við t.d.
spoilarum aftan og framm-
an, síðupanelum og alu-
felgum. Octavia RS verður
frumsýndur við nýggja
litinum "Race blue", men
koma seinni í hesum litum:
gult, reytt, svart og silvur.
Seinni kemur eisini ein 2.0
litur TDI PD diesel útgáva
við 170 hk.
Octavia RS kemur á
marknaðin síðst í hesum
árinum.
Octavia RS er ein sportsligur
bilur við t.d. spoilarum aftan
og framan, síðupanelum og
alufelgum
Skoda Octavia RS við 200 hk
Tað er ikki nakað
nýtt, at kvinnur eru
nógv minni innbland-
aðar í fersluóhapp
enn menn. Ein svensk
kanning staðfestir
eisini, at um menn
koyrdu bil eins og
kvinnur, vildu helvt-
ina færri mannligir
bilførarar doyð í
ferðsluni
FERðSLUTRYGD
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Um menn koyrdu bil sum
kvinnur, vildu helvtina
færri menn doyð í ferðslu-
vanlukkum. Tað staðfesti
svenski granskarin Kata-
rina Bokstrøm á einum
ferðsluskeiði, sum var fyri-
skipað av NTF í Svøríki.
NTF er nakað tað sama
sum Ráðið fyri ferðslu-
trygd hjá okkum.
Hóast útrokningar taka
hædd fyri, at menn koyra
meira enn kvinnur, er tað
ein sannroynd, at dupult so
nógvir mannligir bilførarar
doyggja í ferðsluni.
Ein frágreiðing er at
menn m.a. koyra skjótari,
standa fyri tí mestu rús-
drekkakoyringini
og
gloyma ofta at spenna
trygdarbeltið.
Katarina Bokstrøm stað-
festir út frá teirra kanning-
um, at talið á mannfólki, ið
lata lív í ferðsluni, vildi
fallið við yvir 30 prosent-
um, um teir yvirhildu há-
marksferðina, ikki koyrdu
ávirkaðir og spentu síni
trygdarbeltir, skriva Sve-
riges Television á teirra
heimasíðu.
Kvinnur betri bilførarar
Skoda Octavia RS er
toppmodellið í Octavia-
røðini. Bilurin hevur 200 hk
motor og koyrir frá 0-100
km/t upp á 7,3 sek
Ein svensk kanning staðfestir,
at um menn koyrdu bil eins
og kvinnur, vildu helvtina
færri mannligir bilførarar
doyð í ferðsluni
Modellmynd: Lisa Lamhauge
Myndamaður: Jens Kristian Vang