Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. september 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 186 - 30. september 2005 Filmsskúli hjá Klippfisk Føroyski filmsverk- staðurin, Klippfisk, fer nú undir kvøld- skúlaskeið í filmsgerð KLIPPFISK tíðindaskriv Klippfisk - samstarvið millum Føroya Studenta- skúla, Tekniska Skúla, Margarinfabrikkina, Sjón- varpið og Kvøldskúlan - fer nú undir føroyskan films- skúla. Í lýsing aðrastaðni í blaðnum bjóðar Klippfisk- ur 9 ymiskar lærugreinir, harav 6 - 7 av lærugreinun- um fara at samstarva í fel- agsverkætlanum. Læru- greinirnar eru leikrit, fram- leiðsla, leikstjórn, kamera/- ljós, ljóð, klipping og videoeffektir. Undirvísing- in er soleiðis løgd til rættis, at tað verður undirvíst í hvørjum faki sær, umframt at tað verður samstarvað um veruligar filmsverkætl- anir. Munurin á skeiðnum í ár í mun til undanfarin ár er tann, at undirvíst verður málrættað í ymisku fakun- um. Har tað áður hevur ver- ið undirvíst í øllum undir sama hatti, verður tað í ár undirvíst í einkultum fak- um; leikritaskriving, leik- stjórn o.s.fr. Øll tey, sum undirvísa, arbeiða innan fyri film/- video. Fleiri teirra arbeiða í Sjónvarpinum, antin aftan- ella framman fyri skermin. Sigga Vang undirvísir í leikriti. Herluf Sørensen og Sigga Vang í framleiðslu. Jákup Veyhe og Jan Berg Jørgensen í leikstjórn. Hans Petur Hansen og Bjørg Mohr Andersen í kamera/- ljósi. Aleksander Gaard Jo- ensen í ljóði. Høgni Heine- sen og Thomas Koba í klipping. Og Áki Simonsen og Høgni Heinesen undir- vísa í videoeffektum Harafturat eru tvey skeið. Nevnliga Video - frá a til z - við Áka Simonsen, ið ætlað fólki, ið vil læra alt um at gera video sjálv, og Video fyri ungfólk 12 - 15 ár við Siggu Vang og Ják- upi Veyhe Klippfiskurin hevur rættuliga spent seg út til veturin. Í Klippfiski kunnu 4 upptøkulið arbeiða sam- stundis, og nýggj útgerð kemur, áðrenn skeiðini byrja. Tað er avmarkað lut- takaratal á ymisku skeiðun- um, so tað er tann, ið fyrst kemur, ið plássið fær. Tað hendir annars nógv á føroyska filmsøkinum. Sjónvarpssendingin Agurk hevur eina kapping í løtuni, har treytirnar eru, at fólk skulu gera ein stuttfilm um ótta. Nógv eru tey, ið ætla sær vinningin - eitt kamera fyri uml. 25.000. Ein stór norðurlendsk heimasíða er í gerð, har Føroyar fáa eina føroyska síðu burturav. Henda heimasíðan verður soleiðis háttað, at ungfólk kunnu upploada sínar film- ar og síðani fáa ummæli frá professionellum filmsfólki. Norðurlandaráðið og ymisk filmfeløg standa aftan fyri hesa verkætlan. Filmurin "skitna onkið", ið vann 2. plássið í Agurkukappingini í vár, hevur fingið innbjóð- ingar til ikki færri enn tríggjar filmsfestivalar kring um. Og væntandi verður ein nýggjur norður- lendskur films-summar- skúli settur á stovn í Før- oyum komandi ár. Tað grør um gangandi fót. Seyða- sýning á Skála Aftur í ár skipar Skála Ítróttafelag fyri seyðasýning. SEYÐASÝNING tíðindaskriv Seinastu árini hevur Skála Ítróttarfelag á hvørjum heysti skipað fyri einari seyðasølu ella kanska rættari einari djórasølu. Enn einaferð er tað Ítróttarhøllin í bygdini, sum leggur gólv til eitt tiltak hjá felagnum, og fyrireikararnir vóna, at nógv fólk koma á gátt. Eins og í fjør vera fleiri tiltøk í einum. Har verður vørutombola, har verður eydnuhjól við føroyskum mati og so verður ein veðrur seldur á amerik- anskari uppboðssølu. Sum ikki einaferð er tað bygdafólki, sum leggur rygg til tiltakið, og í tí sambandi heitir felagið á fólk um at lata lutirnar til vørutombola og eydnu- hjóli. Lutirnir kunnu lat- ast inn í ítróttarhøllini leygardagin 1. oktober millum klokkan 15.00 og 17.00. Tey sum ikki tíma í høllina við lutum, kunnu lata teir inn í PW og í Kovanum á Skála og hjá Statoil og Stranda Centr- um á Strondum. Nakinleiki selir eisini í Føroyum Myndir av berum fólki, eru altíð góð søluvøra, hetta hava lýsingarfólk vita í nógv ár, eisini danska Ekstra Bladet við síni Side 9 pige, og Se og Hør við síni Se og Hør pige, hava skilt boðskap- in. Um áhugin fyri nakin- leika er størri ella minnið í Føroyum, er ringt at vita. Pornografilógin ger skrásetingar av áhugan- um hjá føroyingum eitt sindur trupla. Men í hós- dagsútgávuni av internet- sosialinum fáa vit greiðar ábendingar um, at føroy- ingar ikki eru pettið ann- arleiðis enn onnur fólk, hvat nakinleika viðvíkur. Á internetsosialinum er mest lisna søga í hósdags- blaðnum tann um bera yvirkroppin hjá Jóannesi Lamhauge, og tann næst- mest lisna er um amerik- anskar damur í bikini, sum vaska bilar fyri fólk. Niðurstøðan eigur tí at verða, at føroyingum dámar væl at lesa um bæði ber mannfólk og um ber konufólk. nud