Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-01, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. oktober 2005síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 187 - 1. oktober 2005 lýsir eftir 2 køksassistentum Í køkinum á Lágargarði eru 2 køksassistentstørv leys at søkja. Fyrra starvið 30 tímar um vikuna sv.t. lønarbrøk 0,75 til setan skjótast tilber ella eftir nærri avtalu. Næsta starvið er avloysarastarv fulla tíð,fyri køks- assistent í barnsburðarfarloyvi, eisini til setan skjótast tilber og fram til uml. 1. mars 2006. Størvini eru lønt sambært avtalu ímillum Øko- nomafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið. Køkurin á Lágargarði ger dagliga døgverðar til uml. 150 heimabúgvandi pensionistar, umframt til búfólk, dagstovnsfólk og starvsfólk á stovnin- um. Hartil fáa aðrir stovnar eisini døgverða frá køkinum á Lágargarði, íalt meira enn 200 døg- verðar dagliga. Meira fæst at vita um størvini við at ringja til køkin tlf.356781 og spyrja eftir leiðandi økonom- uni. Skrivligar umsóknir við avriti av prógvi og møgu- ligum tilmæli skulu sendast til Leiðaran á Lágargarði, Stoffalág 84, Box 1188, 110 Tórshavn. Umsóknarfreist týsdagin 18. oktober 2005. Pedagogur søkist til Dagrøktina á Skála Runavíkar Kommuna søkir eftir pedagogi til kommunalu Dagrøktina á Skála, at arbeiða 25 tímar um vikuna. Í Dagrøktarskipanini eru 60 børn og 15 dag- røktarar. Vit ynskja at tú ert kreativur, hevur góð sam- starvsevnir og hevur hug og hegni at arbeiða við fólki. Arbeitt verður í størstan mun í og út frá Spæli- stovuni,eisini umfatar arbeiðið vitjan út í heimini og at veita ráð og vegleiðing. Um so er at eingin pedagogur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv ístaðin. Nærri upplýsningar viðvíkjandi starvinum fáast við at venda sær til dagrøktarleiðaran á tlf 442059 ella 586004 Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi í sein- asta lagi mánadagin 17. oktober 2005. Runavíkar Kommuna Sosiala deild Heiðavegur 26 600 Saltangará Timburmenn/ snikkarar Søkt verður eftir timburmonnum ella snikkarum at byrja skjótast til ber. Vit hava størri og smærri byggiuppgávur í gerð og fyri framman, so talan er um fjølbroyttar arbeiðsuppgávur. Til hetta hava vit brúk fyri handverkarum, snikkararum ella royndum fólki innan økið. Tað er mennandi og hugaligt at arbeiða hjá Bú- setur, tí vit hava væl skipað viðurskifti og arbeiða í toymum. Vit liva av nøgdum viðskiftafólkum og ynskja tí, at tú ert fyrikomandi, ágrýtin, álítandi og kannst arbeiða sjálvstøðugt. Skrivlig umsókn við prógvum og viðmælum skulu sendast til Búsetur sp/f, Reynsgøta 14, 160 Argir innan 14. oktober 2005. Hvalvíkar kvøldskúli Veturin 2005/2006 Undirvíst verður í handarbeiði í vetur, leygardag seinnapart. Luttøkugjaldið er 300 kr. Tilmelding hjá læraranum: Paulinu Eliasen, tlf. 456614 í seinasta lagi týsdagin 4. oktober 2005. Hvalvíkar kvøldskúli i