Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. oktober 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 188 - 4. oktober 2005 Føroyingar syngja í Kina /-"_Òifd^ofldkˆdsphgˆq^of Ph^mføco^jqÒøfk^p^j^ksfølhhrj+++ M O F S>Q Tveir føroyingar syngja í Københavns Drengekor, sum í tvær vikur hevur ver- ið á konsertrundferð í Fjareysturi KONSERTFERÐ Teir báðir 13 ára gomlu før- oyingarnar Kaspar Meitil og Rasmus Kruse eru sopr- anar í Københavns Drenge- kor. Teir búgva í Keyp- mannahavn og vóru við á spennandi konsertferðini í Fjareysturi, sum júst er av. Rasmus og Kaspar, sum ganga í sjeynda flokki á Sankt Annæ skúlanum, eru solistar og hava sungið í kórinum í trý ár. Umframt teir 24 dreingjasangararnar vóru eisini 20 vaksnir sangarar við á ferðini. Rætta navnið á kórinum er Københavns Drengekor - Det Kongelige Kantori við Heindrikki Prinsi sum protektor. Umframt Hendrik Prins, vóru eisini Brian Mikkel- sen mentamálaráðharri og Susse Wold sjónleikari og H. C. Andersen umboð, við í ferðini 15.-30. september. Konsertferðin hjá Køb- enhans Drengekor varð hildin í sambandi við at nýtt danskt mentunarhús lat upp. Í Kina er ikki loyvt at kalla útlendskt virksemi fyri »Institute« ella at brúka nanið á viðkomandi landi, í hesum føri »Danish«. Hinvegin er H. C. Ander- sen kendasti útlendski rit- høvundur í Kina og verður lisin í øllum skúlum. Tí varð góðkent at kalla húsið Beijing Andersen Cultural Center. Leiðari er danski Eric Messerschmidt og meiri kann lesast um húsið á www.danisculture.cn Konsertferðin kallaðist »Songs of the Nightingale« og bygdi á 200 ár hald H. C. Andersens. Sangsskráin byrjaði við tveimum sálmum hjá Mend- elssonhn-Bartholdy »War- um toben die Heiden« og »Richte mich, Gott«. Síðani sungu teir »Natten er så stille«,»Sænk kun dit hoved, du blomst«, Salve Regina og Ave Maria eftir Liszt,»Fred hviler over land og by«,»I Danmark er jeg født« og endaðu súmbolskt við morgunsanginum úr »Elverskud«»I østen stiger solen op«. Millum sangirnar læs Susse Wold á enskum úr ævintýri H. C. Andersens »Nattergalen«. Kórið sang og vitjaði í Beijing, Shanghai, Shenz- hen, Hong Kong, Singa- pore og Bangkok. Ferðin varð løgd til rættis í sam- bandi við 200 ár haldið fyri H. C. Andersen. Rasmus Kruse (v.m.) og Kaspar Meitil á fílaryggi í Kina. Teir ganga í sjeynda flokki á Sankta Annæ Gymnasium og eru solistar i Københavns Drengor - Det Kongelige kantori