týsdagur 4. oktober 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Við sigri á VÍF undir-
strikaði Kyndil, at teir
aftur vilja vera partur
av oddastríðnum,
men eisini H71 vil
tosa við um hetta
ATLANTIC AIRWAYS-
KAPPINGIN
Jákup Mørk
Hóast tað enn er sera stutt
fráliðið í hondbóltslands-
kappingini, so var talan
longu um stórdyst í næsta
umfarinum, tá VÍF vitjaði í
Havn. Gaman í er talan enn
bara um grundspæl, og
gaman í verður talan í ár
um eina finalu, eftir at øll
hava hitt øll fýra ferðir.
Men
dystirnir
millum
Kyndil og VÍF eru kortini
altíð nakað serligt, og í so
máta var leygardagurin
einki undantak.
Og fyri tað nógva var
talan um ein framúr spenn-
andi
dyst
leygardagin.
Fyrra hálva tíman var at
kalla eingin munur millum
loiðini, tó at Kyndil alla
tíðina hevði skutin framm-
anfyri. Teir grønu høvdu
meira ferð á sínum spæli,
og onkursvegna tóktust
vestmenningarnir at halta
nakað aftanfyri, men teir
hingu kortini í.
Tað gjørdu teir eisini
fyrstu lítlu løtuna eftir
steðgin, men so tók at
skrædna. frá 17-16 broyttist
søtaðn til 24-17, og so
skuldi tað gerast sera
strævið hjá gestunum. Við
fimm málum á rað megn-
aðu teir tó aftur at kveikja
eina vón, men tá Kyndil so
enn einaferð svaraði aftur,
bar ikki longur til. Teir
grønu
koyrdu
seinastu
minuttirnar av dystinum
heim, og so var fagnaðurin
um sigurin á arvafíggind-
unum helst størri, enn hann
var um tey bæði stigini,
sum spurdust burturúr.
Sigurin førdi Kyndil upp
á oddasessin í deildini, men
her eru teir ikki einsamallir.
H71, sum eisini hevur
fleiri fyrrverandi Kyndils-
spælarar bæði á og uttan
fyri vøllin, tykist nevnliga
vera sera væl fyri í ár.
Leygardagin tóku teir ímóti
StÍF, sum enn er nakað
skert av kappingini frá
fótbóltinum, eins og sakn-
urin
í
skurðviðgjørda
Sveini Justinussen er sera
stórur nú fyrstu umførini.
Hoyvíkingarnir
settu
mest sum beinan vegin alt
upp á pláss. Ikki minst
gjørdu teir báðir, Sigtór
Andreasen og Bjarni Sør-
ensen, nógv um seg í
dystinum, sum endaði heili
35-19.
Seinasti dysturin var í
Hoyvíkarhøllini
fríggja-
kvøldið, tá kollfirðingar
sýndu, at teir heldur ikki í
ár skulu undirmetast. Í
fyrsta dystinum á árinum
var um reppi, at teir tóku
VÍF á bóli, og hesa ferð var
tað so Neistin, sum ikki
megnaði at standa kollfirð-
ingunum kurl. KÍF var
allan dystin fleiri mál
frammanfyri, men móti
dystarenda var tó um repp-
ið, at teir bláu kortini fingu
nakað burturúr. Nærri enn
tí eina málinum komu teir
bláu tó ikki, og so kundu
kollfirðingarnir
fegnast
saman við Damir Oros,
sum nú aftur í leiklutinum
sum KÍF-toppskjútti eftir
eitt mest sum miseydnað ár
í Neistanum.
Úrslit
KÍF-Neistin 29-28 (16-11)
Kyndil-VÍF 28-23 (15-14)
H71-StÍF
35-19 (16-8)
28
Nr. 188 - 4. oktober 2005
Saman við Neistan-
um hava klaksvíks-
kvinnurnar fyribils
lagt seg á odda í
kvinnukappingini í
hondbólti
SUNSET-KAPPINGIN
Jákup Mørk
Fimm
dystir
vórðu
spældir í kvinnukapping-
ini um vikuskiftið. Upp-
runaliga var talið sjey,
men heldur ikki hetta
vikuskiftið fekk Tjaldur
avgreitt sínar dystir, og
fyribils stendur eitt stórt
spurnartekin fyri, hvussu
verður við dystunum hjá
runavíkskvinnunum
í
vetur. Soleiðis sum kapp-
ingin er skipað, ber í
øllum førum illa til at
kroysta skipanina enn
meira saman, og tí má
ein greiða útmelding
skjótt koma, hvørt dyst-
irnir skulu spælast ella
ikki.
Av hinum fimm dyst-
unum vórðu í seinasta
lagi
framdar
nakrar
broytingar í skipanini, og
tí varð skráin als ikki so-
leiðis, sum vit høvdu lagt
upp til í vikuskiftisút-
gávu okkara.
Skráin var tó óbroytt á
tann hátt, at mest spenn-
andi uppgerðin framveg-
is gekk fyri seg í Vági,
men ú var tað Stjørnan
og ikki Neistin, sum var á
vitjan.
Og
her
eydnaðist
Stjørnuni at vinna ein
sannan arbeiðssigur, eftir
VB annars hevði verið á
odda í steðginum. Sum
dysturin leið, so fekk
Stjørnan tó eitt alt betri
tak á dystinum sum heild
og
serstakliga
Daivu
Toumaite. Og tað gav
eisini úrslit at enda.
Saman við Stjørnuni
hevur Neistin nú lagt seg
á odda. Bláu havnar-
kvinnurnar høvdu hesa
ferð vitjan av Søljuni, og
tann dysturin gjørdist
ongantíð spennandi. Fyri
steðgin gjørdi Neistin
kanska ikki so nógv burt-
urúr, men 21-2 í seinna
hálvleiki varð alt so
ruddiliga sett upp á pláss.
Leygardagin var høllin
á Hálsi karmur um upp-
gerðina millum Kyndil
og VÍF, og tann dysturin
var nakað nógv meira
spennandi. Her hevði
VÍF leingi eitt sera gott
tak á, men liðið tóktist
skelkað, tá Nikolina Eyð-
bjørnsdóttir varð flutt á
sjúkrahúsið við nøkrum,
sum líktist einum álvars-
ligum knæskaða. Sam-
stundis fekk Kyndil alt
betri fatur á Ioanu Rápa,
og so kundu tær grønu
fegnast um, at málið um
eitt pláss í ovara enda-
spælinum ikki tykist heilt
veruleikafjart.
VÍF reistist tó aftur
sunnudagin, tá tær vitj-
aðu á Skála. Her vunnu
tær gulu ein tryggan sig-
ur, soleiðis at tær fram-
vegis eru væl við í dyst-
inum um fjórða plássið.
Og loksins kann eisini
staðfestast, at eisini StÍF
slapp á talvuna. tí syrgdu
tær fyri leygardagin, tá
tær vitjaðu á Giljanesi,
og eisini har gjørdist tal-
an um tryggan útisigur.
Úrslitini:
Kyndil-VÍF
24-21 (11-14)
Søljan-StÍF
21-26 (8-10)
VB-Stjørnan
19-22 (10-8)
Neistin-Søljan
33-14 (12-9)
StÍF-VÍF 19-28 (10-14)
Rógvi Jacobsen var
við til at tryggja
SønderjyskE javn-
leik, meðan Johan B.
Hansen og Horsens
løgdu rygg til av-
hølving
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Tað kemur sjáldan fyri, at
úrslitini laga seg soleiðis,
sum tey gjørdu í donsku
superliguni
hesa
ferð.
Fimm av teimum seks
dystunum
endaðu
við
javnleiki. Einasti vinnarin
varð funnin í Brøndby, har
heimaliðið vann á Hor-
sens og harvið legði seg á
næstfremsta plássið. Nú er
munurin fram til FCK fýra
stig.
Føroyski landsliðsspæl-
arin var inntil tað restaði
eitt korter á miðvøllinum í
vinstru
hjá
Horsens.
Hóast tólv av Brøndby
spælarunum ikki vóru
tøkir orsaka av skaðum,
so var heimaliðið greitt
omaná. Úrslitið var 4-1,
men
Brøndby
hevði
møguleikar at skjóta í
minsta lagið fýra mál
afturat. Hóast teir taptu í
Brøndby, so eru teir í Hor-
sens framvegis á áttanda
plássinum.
Rógvi Jacobsen var á
vøllinum seinastu lítlu
løtuna, tá ið SønderjyskE
megnaði 1-1 á útivølli í
Viborg. Talan var um
ógvuliga gott úrslit fyri
SønderjyskE,
sum
er
botnlið móti Viborg, sum
nú er á triðja plássi.
Viborg legði seg á odda
í 87. minutti. Minuttin
seinni varð Rógvi Jacob-
sen settur inn í álopið hjá
SønderjyskE, og uppaftur
ein minutt seinni eydnað-
ist tað teimum at javna til
1-1, sum eisini gjørdist
endaliga úrslitið.
FCK er framvegis odda-
lið, hóast teir hesa ferð
ikki megnaðu meiri enn 1-
1 í Parkini móti OB. Hetta
var triði útidysturin hjá
OB í hesum kappingar-
árinum, og teir hava fram-
vegis ikki tapt á útivølli.
Súni Olsen er framvegis
skaddur, og hann var tískil
ikki á AaB liðnum, sum á
heimavølli spældi 2-2
móti FCM. Hetta var eis-
ini úrslitið í jyska klassik-
aranum og hesa ferð botn-
uppgerðini millum AGF
og Esbjerg, sum fram-
vegis er niðanfyri strik-
una.
Leygardagin hevði FCN
vitjan í Farum av Silke-
borg. Heimaliðið legði seg
á odda 2-0, og alt bendi á,
at teir vóru á veg móti
stórsigri. Men so vendi,
og tað endaði við, at
Silkeborg fekk javna til 2-
2, og teir høvdu síðstu
løtuna møguleika at skora
sigursmálið, uttan at tað
eydnaðist.
Stjørnan basti
meistarunum
Hóast VB leingi var við yvirlutan, so eydnaðist tað
Stjørnuni at taka stigini við sær, tá tær vitjaðu í Vági
sunnudagin
Mynd: Áki Bertholdsen
Kyndil vann klassikaran
Tveir landsliðsspælarar í eldinum
Leingi royndu vestmenningarnir at hanga í, men tað eydnaðist ikki heilt at svara
aftur, tá Kyndil tíðliga í seinna hálvleiki rann undan við fimm málum á rað
Mynd: Álvur Haraldsen