Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. oktober 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 190 - 6. oktober 2005 Ergo- og Hjálpartól hava nú latið upp í nýggjum hølum í gamla bakarínum hjá Conrad Skaale og Palle Bager HANDIL Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Ergo- og Hjálpartól er latið upp í nýggjum hølum í J. C. Svabosgøtu 6. Talan er um gamla bakaríið hjá Conrad Skaale, fyrr hjá Palle Bager. Síðani 1974, tá Conrad Skaale doyði, lat bakaríið aftur, og hava hølini stórt sæð staðið tóm síðani. Eftir at ognin bleiv lýst til sølu, var stórur áhugi at keypa ognina. Hesin áhugin fall tó nakað, tá Tórshavnar Býráð kunngjørdi at kommunan ætlaði at keypa ognina, og brúka hana í samband við Ellisheimi, í er nærmasti granni. – Kunngerðin hjá komm- ununi hevði nakað av blað- skriving við sær, m.a. vísti vínnulívið á, at ognin var sera væl egna til handils- hølið, meðan onkur býráðs- limur segði, at frí kapping er á økinum, og hann sum vildi hava ognina, skuldi bara koma við hægsta boði, sigur Beinta Lassen, ergo- terapeutur, sum og stjóri í Ergo- og Hjálpartól. Ognin varð seld til hægstbjóðandi, sum var Sp/f Ergo & Hjálpartól, sum síðani hava arbeitt við at umvæla húsini. Eitt nú hava tey valt at varðveita vakra gamla bakaraovnin, og stendur hann nú sum eitt prýði í handilshølunum. Ovnurin har breyð, køkur og jóladunnur vóru bakaðar fyrr, er nú ístaðin fyri at baka farin at elta, hann eltir ikki breyð, men eltir vødd- ar. Ovnurin innan er gjørd- ur til eitt »Relax Room«, har fýra av heimsins mest framkomnu massagustól- um standa. Umframt handilin húsast viðgerðastova við ergo- terapi, sansarúm, relax room og á fyrstu hædd er fundar/undirvísingarhøli. Handilin lat upp 1. oktober, og í sambandi við upplatingina hava tey mót- tøku í morgin, fríggjadagin 7. oktober, har øll eru vælkomin. Mýkja vøddar í bakarovninum hjá Palle Bager Mariann Dam, ergoterapeutur, Eyðbjørg í Dali, krambakvinna og Beinta Lassen, ergoterapeutur og stjóri framman fyri gamla bakarovnin, sum nú er vøddamýkjararúm, eftir at tey hava beint burtur einar tíggju bingjur við múrsteinum Mynd: Jens Kristian Vang Gamla bakaríið hjá Conrad Skaale og fyri hansara tíð hjá Palle Bager, hýsir nú handlinum Ergo- og Hjálpartól Mynd: Jens Kristian Vang Leygarkvøldið kl 20 verður hugnakvøld við sangi, andakt, drekkamunni og øðrum verður í kirkjukjall- aranum í Gøtu. Tað er Blákrossfelagið í Gøtu, Leirvík og Fugla- firði, sum skipar fyri kvøldinum. Felagið hevur havt sang- kvøld í Leirvík áður. Íblást- urin til kvøldið kemur frá sangløtunum, sum eru á Blákross kaféini í Havn, har sangløta er hvørt mána- kvøld. Við til hugnakvøldið vera eisini gestir frá kaféini. Hugnakvøld í kirkjukjallaranum í Gøtu