Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. oktober 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 190 - 6. oktober 2005 21 Marknaðarleiðari Eitt spennandi og áhugavert starv sum marknað- arleiðari er leyst at søkja hjá P/F VÓNINI. Arbeiðsuppgávurnar fevna um marknaðarføring innanlands eins væl og uttanlands. Tann, sum settur verður, má m.a. vera kønur í norðurlendskum og enskum máli, vera vanur við telduarbeiði og eiga at vera førur fyri at leggja marknaðararbeiðið væl til rættis. Arbeiðið er sera spennandi, fjølbroytt og sjálv- støðugt, og í sera góðum arbeiðsumhvørvi. Lønarviðurskifti og setanartreytir verða avtalað við leiðsluna. Umsókn, saman við møguligum prógvum, eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. oktober. Bakkavegur 22 Postboks 19 FO-530 Fuglafjørður Tlf. 474200 Broyting Í almennu byggisamtyktini fyri klaksvíkar Kommunu - 4. grundlendi í Árnafirði Við hesum verður kunngjørt sambært reglurnar í løgtingslóg nr. 13 frá 21.mei 1954, at Klaksvíkar Býráð á 30. november 2004 hevur samtykt at broyta part av verandi landbúnaðarøki í Árnafirði til smáídnaðarøki (merkt B5.2) - Talan er um part av matr.nr. 88 í Árnafirði. Kort - saman við ætlaðu broyttu ásetingunum fyri økið - liggur frammi til alment eftirlit á bý- ráðsskrivstovuni inntil 28.oktober 2005. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi seinasta lagi 6. januar 2006 fyri at koma við í býráðsins endaligu við- gerð av broytingini. Klaksvík 6. oktober 2005. Klaksvíkar Býráð Ársaðalfundur Pensionistafelagið í Havn hevur ársaðalfund í Losjuni, Tinghúsvegur 18, mikukvøldið 26. oktober 2005 kl. 19.00. Dagsskrá eftir lógum felagsins. Lógarbroyting. Nevndin Søkt verður eftir tveimum starvsfólkum til eftirlitið á Suðurøki,at byrja skjótast gjørligt. Høvuðsuppgávur Størvini fevna í høvuðsheitum um eftirlitsarbeiði og málsviðgerð innan meirvirðisgjald, skatt og toll, og at ummæla innkomin kærumál. Harumframt skulu loysast avgreiðsluuppgávur, s.s. fyrispurningar frá viðskiftafólki/vinnuni innan skatt- og avgjaldsøkið hjá Toll- og Skattstovu Føroya. Tey, ið sett verða, skulu kunna tola, at broytingar verða framdar í starvsinnihaldinum vegna broytingar á stovninum.Eisini skulu tey,ið sett verða,kunna ferðast til annað øki, tá ið tað er neyðugt. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava roknskaparligan førleika, t.d. Cand. Merc., HA, HD, HH ella líknandi útbúgving. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarar hava góðar málsligar førleikar og teldukunnleika. Røttu viðkomandi eru persónar,sum eru sjálvstøðug,arbeiðssom,fyrikomandi og duga at samstarva. Vit kunna bjóða Spennandi størv við nógvum avbjóðingum, sum samstundis eru fakliga krevjandi. 2 sjálvstøðug størv í góðum arbeiðsumhvørvi. Setanartreytir Lønar- og setanarviðurskiftir,sum eru treytað av starvsroyndum og útbúgving,eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Núverandi setanarøki er Suðurøki, men fevnir annars um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí, og tann persónur, ið verður settur, skal kunna røkja tænastu á hesum støðum, um tað verður kravt. Nærri frágreiðing um starvið fæst við at venda sær til Toll- og Skattstovu Føroya, Suðurøki, Margret Joensen, økisstjóra, á tlf. 30 84 00. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvum v.m. og upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. november 2005 Toll- og Skattstova Føroya Suðurøki Postsmoga 69 FO-800 Tvøroyri Toll- og Skattstova Føroya 2 størv innan eftirlitsarbeiði Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, hvørs uppgáva er at fyrisita toll-, mvg-, kolvetnis-skatta- og avgjaldslógirnar, inntøkuskatta-lógina v.m. og alla skuldarinnkrevjing hjá landinum. Stovnurin hevur 150 starvsfólk og er skipaður soleiðis, at plan-legging og menning fer fram í Stýrinum á Argjum. Tær seks økisskrivstovurnar, ið eru á Tvøroyri, í Skopun, Sørvági, Tórshavn, Saltangará og Klaksvík røkja raksturin. Stovnurin er farin undir bygnaðarbroytingar. Samstarvið millum økisskrivstovurnar og leiðsluna í stýrinum skal mennast, og stovnurin skal veita borgarum og virkjum eina betri tænastu. Tær núverandi seks økisskrivstovurnar verða lagdar saman til tríggjar. Í Suðurøki starvast 11 fólk. Skrivstovan er á Tvøroyri. Heimasíða www.tollskatt.fo E-mail suduroy@tollskatt.fo