fríggjadagur 7. oktober 2005síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 191 - 7. oktober 2005
Mål
Fríggjadag
07.10
kl. 17.00
kl. 19.00
Leygardag
08.10
kl. 17.00
kl. 19.00
Sunnudag
09.10
kl. 16.00
kl. 18.00
Dámar tær filmar um ameri-
kanskar bilar frá 70’inum.
Biljaktir, vakrar damur og eina
smakkleysa søgu, so er »The
Dukes of Hazzard« filmurin
fyri teg. Hesin filmurin er
langt frá tí, eg haldi er ein
góður filmur. Tað hjálpir ikki,
at nógv kend eru við, so sum
Johnny Knoxville, Seann
William Scott, Willie Nelson og
hin vakra sangarinnan Jessica
Simpson
UMMÆLI
Kim Simonsen
Filmurin »The Dukes of Hazz-
ard« snýr seg um Bo (Seann
William Scott - kendur frá
»American Pie«) og Luke
(Johnny Knoxville - kendur frá
»Jackass«), sum liva í Hazzard
County. Teir elska hetta økið, tí
her eru stórar brekkur, ið teir
kunnu loypa um við teirra bilum.
Serliga elska teir ein Dodge
Charger, sum teir kalla General
Lee.
Teir hugsa ikki um annað enn
bilar, heimabryggj og konufólk.
Í filminum vera so hesi element
blandað saman. Har eru vakrar
bóndagentur og fólk sum koyra
óforsvarligt.
Bo og Luke taka ein dag systk-
inabarnið Daisy Duke (Jessica
Simpson) við á ferð. Øll eita
sum í einum Lucky Luke blaði í
hesum filminum, nøvn sum
Boss Hogg, Onkel Jesse og
Daisy Duke.
»Smokey and the Bandit«
Fólk í dukefamiljuni liva av at
selja heimabryggj. Pápabeiggin
Onkel Jesse (Willie Nelson)
dugir væl at gera sprutt. Øll vilja
keypa frá honum. Bo og Luke
fresa runt við heimabrygginum
til fólk í teirra appilsingula
Dodge Charger. Tað er ikki ein
bakki ella politibilur, sum kann
kappast við bilin.
Tá dagurin er at enda fara teir
á barr í Hazzard County, har er
redneckbarrin The Boar’s Nest.
Her arbeiðir Daisy Duke.
Men alt er ikki so gott, tí løg-
regumaðurin Boss Hogg (Burt
Reynolds) hevur ætlanir um at
ogna sær húsini hjá grannanum
ólóligt. So Bo og Luke eru
noyddir at gera okkurt við hetta.
Ein gomul sjónvarpsrøð
The Dukes of Hazzard er ein
gomul sjónvarpsrøð, ið fyrstu
ferð varð sýnd í 1979. Tá spældu
Tom Wopat og John Schneider
leiklutirnir sum Bo og Luke
Duke. Hendan røðin hevði 147
partar, og var væl dámd tá.
Hesin filmurin er langt frá tí,
eg haldi er ein góður filmur. Tað
hjálpir ikki at nógv kend eru við,
so sum Johnny Knoxville, Seann
William Scott og hin vakra
sangarinnan Jessica Simpson,
sum singur Nancy Sinatra sangin
‘These Boots Are Made For
Walking’
saman við kenda
countrysangarinum Willie Nel-
son. Eg skilji ikki hví hann yvir-
høvur er við í einum slíkum
filmi.
Nógv kend við
Hin vegin so er Burt Reynolds
væl valdur sum Boss Hogg.
Hann hevur verið kendur sera
leingi, men tað er ikki so ofta vit
síggja hann longur. Seinast fekk
hann rós fyri filmin »Boogie
Nights« (1997).
Reynolds hevur spælt við í
filmum sum líkjast hesum, ser-
liga í »koyra bil filminum«
»Smokey and the Bandit«
(1977) og filmum sum »Driven«
(2001), »Deliverance« (1972),
»Best Little Whorehouse in
Texas« (1982), »Smokey and the
Bandit« (1977) og »The Longest
Yard« (1974).
So tey sum dáma filmar sum
»Smokey and the Bandit«, og
bilar sum flúgva langt við einum
»Yeeeee Haaaaaawwww!« róp-
ið, kunnu fara í Havnar Bio og
hyggja eftir »The Dukes of
Hazzard« frá fríggjadegnum 7.
oktober. Men hann fær ikki
meiri enn 2 stjørnur av 6.
www.bio.fo • Telefon 31 19 56
The Dukes of Hazzard
– Yeeeee Haaaaaawwww!
TÍÐIRNAR:
Stórt úrval av DVD-filmum til sølu
Mål
Fríggjadag
07.10
kl. 23.00
Leygardag
08.10
kl. 23.00
Sunnudag
09.10
kl. 22.45
JOHNNY
KNOXVILLE
“JACKASS”
SEANN WILLIAM
SCOTT
“AMERICAN PIE”
JESSICA
SIMPSON
“MTV’S NEWLYWEDS”
www.dukesofhazzard.dk
www.dukesofhazzard.dk
Dukes of Hazzard
Fríggjadag
07.10
kl. 21.00
kl. 23.15
Leygardag
08.10
kl. 21.00
kl. 23.15
Sunnudag
09.10
kl. 20.00
kl. 22.30
40 year old virgin
Fríggjadag
07.10
kl. 20.30
Leygardag
08.10
kl. 20.30
Sunnudag
09.10
kl. 20.15
S T E V E
C A R E L L
Charlie og Chokoladefabrikken
Fríggjadag
07.10
kl. 18.00
Leygardag
08.10
kl. 18.00
Sunnudag
09.10
kl. 17.45
www.chokoladefabrikken.nu
Johnny Depp
DANSK
TALE EL.
ORG. VERSION
Madagascar
Fríggjadag
07.10
kl. 16.00
Leygardag
08.10
kl. 16.00
Sunnudag
09.10
kl. 15.45
WWW.M
V
FRUMSÝNING
UMMÆLI:
Harry Potter og
flammernes pokal
Fríggjadag
18.11
kl. 16.30 kl. 19.45 kl. 23.00
HEIMSFRUMSÝNING
KOMANDI FILMUR:
Distribueret af UIP
www.msn.dk/goal
E N H V E R D R Ø M
H A R E N
B E G Y N D E L S E
EN FILM AF
DANNY CANNON
FRUMSÝNING
Forsølan byrjar mánadagin 10.10
»The Dukes of Hazzard«
Jay Chandrasekhar. USA, 2005.
102 minuttir.
Luke Duke
Johnny Knoxville
Bo Duke
Seann William Scott
Daisy Duke
Jessica Simpson
Boss Hogg
Burt Reynolds
Onkel Jesse
Willie Nelson
Guvenør Jim
Applewhite
Joe Don Baker